Sagið ikki greinina av, vit sjálvi sita á!

Hetta leggur Elin Heinesen, stjóri á Samviti, stóra áherðslu á í opnum brævi til politisku myndugleikarnar, nú fíggjarlógin skal viðgerast. “Tað er óðamannaverk framhaldandi at leggja alt álit okkara bara á høvuðsvinnuna, sum vit vita, verður enn meira svikalig í framtíðini. Um vit skerja íløgur í framtíðarrættað meirvirðisskapandi virksemi, skjóta vit okkum sjálvi í fótin!"sigur hon, og vísir á vandan við ikki at vera framskygd nú

Opið bræv til løgting og landsstýri:

 

 

"Tað er alt ov hættisligt at halda á við bara at dúva uppá fiskivinnu. Skulu vit yvirliva í Føroyum og varðveita líkinda livikor í framtíðini, má og skal menningin av nýggjum vinnum raðfestast hægri. Møguleikarnir fyri teim stóru pengunum liggja serliga innan vitanar- og upplivingarvinnu, so leggið íløgurnar har", sigur Elin Heinesen. Alneyðugur partur av hesum er at gera íløgur í sjónliggeringina og marknaðarføringina av Føroyum, í betri ferðasamband við umheimin og at vaksa um kapasitetin at taka ímóti fleiri fólkum, umframt at menna meginøkið. Hetta er brævið hjá Elini Heinesen:

 

Kæru politikarar,

Semja er um, at upphitaði búskapurin skal tálmast, og at sparingar skulu fara fram í rakstrinum svarandi til áleið 200 milliónir næsta fíggjarár. Men nú sparingarnar skulu raðfestast: Hvat kunnu vit við sinnisró bíða við at gera íløgur í? Og hvat kunnu vit avgjørt IKKI útseta at gera íløgur í? Hvar hava vit ráð at skerja? Og hvar hava vit avgjørt IKKI ráð at skerja?

 

Vit mugu ansa væl eftir ikki at gera stórar íløgur, sum lítið og einki kasta av sær , og harvið koma til at mergsúgva samfelagið til einki er eftir at gera gagn við! Heldur enn at vakna við kaldan dreym, tá ov seint er, mugu og skulu vit hugsa framskygt og í einari størri heild. Vit mugu gera rættar samfelagsíløgur nú, ið tryggja inntøkur til landið, um eitt líkinda lív yvirhøvur skal vera okkum lagað í Føroyum í framtíðini. At skerja framtíðarrættað meirvirðisskapandi virksemi, er tað sama sum at saga greinina av, sum vit sjálvi sita á!

 

Fiskivinnan ikki nóg trygg

Fiskivinnan hevur og skal sjálvandi framvegis hava stóran búskaparligan týdning, men hon er ikki ein nóg trygg vinna til at skula bera alla búskaparligu ábyrgdina í samfelagnum. Hetta hava vit vitað leingi, men nær fara vit at gera nakað við hetta av álvara?

 

Ofta verður sagt, tá sipað verður til føroyska vinnu og føroyskan búskap: "Vit mugu hava fleiri bein at standa á". Hetta eru flest øll samd um, men hetta er vorðið ein so tugd og tanlað kliché, at vit hava lyndi til at lata oyruni aftur, tá vit hoyra tað – og næstan gloyma, hvussu alstóran týdning tað í roynd og veru hevur, at vit av álvara leggja lunnar undir burðardyggar framtíðar vinnur nú, meðan tíð og orka er. Serliga nú, tá tað gongur væl við føroyska búskapinum, áttu vit at lofta møguleikunum okkum býðst fyri nýggjum virksemi, heldur enn í reinari konservatismu at tvíhalda um siðbundnar vinnur sum einasta álit.

 

Fiskivinnan skal enn vera partur av áliti okkara – so vítt gjørligt – men vit mugu gera okkum heilt greitt, at fiskivinnan er svikalig. Alt bendir á, at hon enntá verður væl meira svikalig í framtíðini. Granskarar eru so svartskygdir, at teir meta ongan villini fisk at koma upp á land ár 2050, um ikki munadygg og alfevnandi tiltøk verða sett í verk.

 

Hetta vísir ein umfatandi kanning m.a., sum ein kanningarbólkur við ellivu havlívfrøðingum og trimum búskaparfrøðingum hava gjørt nýliga. Í fýra ára hava teir granska stovnarnar við atliti til umhvørvi, veiði, veðurlagsbroytingar og annað viðkomandi. Kanning teirra byggir harumframt á hagtøl frá 1950 fram til 2003, umframt 1000-ára broytingar í fiskastovnunum og 12 ymisk strandarøki. Minka stovnarnir so langt niður, at teir ikki standa at bjarga, hevur hetta ógvuliga stóra ávirkan á at síggja til óviðkomandi fiskasløg, men sum aftur hava ógvuliga stóra ávirkan á ecoskipanina í havinum. Størsta grundarlagið undir núverandi búskapi okkara kann tá hvørva – og so verður teppið rivið undan okkum. Hvat gera vit so?

 

Ikki ráð til at lata eyguni aftur

Vit mugu ikki gera sum strussurin og stinga høvdið í runnin, tá vit hoyra slíkt, sum okkum dámar illa at hoyra. Tað er nú, at vit mugu lurta eftir tílíkum ávaringum. Tað er nú, vit mugu taka avleiðingarnar í álvara, bjálva okkum til framtíðina og leggja tryggar lunnar undir aðrar vinnur eisini, so vit hava annað enn fiskivinnu at dúva uppá, tá hon fer at svíkja – tí tað vita vit, at hon ger! Tað er ongantíð ov tíðliga at laga seg eftir nýggju fyritreytunum, um vit framhaldandi ynskja at varðveita livikor okkara á sama ella betri støði enn tað, vit hava nú.

 

Tað er tíbetur ikki so, at vit ikki hava aðrar møguleikar. Men vit brúka teir bara ikki optimalt. Vit hava eitt ørgrynni av virðismiklum tilfeingi, sum vit bara ikki eru so varug við og raðfesta alt ov lágt – og sum vit heldur ikki gera onnur varug við! Tað hava vit ikki longur ráð til. Tíðin er komin, har vit mugu og skulu lata eyguni upp fyri øllum teimum møguleikunum, sum tíbetur liggja okkum í boði beint nú. Tíðin er komin til at blaka talentirnar/pengarnar, hagar teir mest sannlíkt bera ávøkstur!

 

Styrkið tey sterku og tryggja harvið tey veiku

Hvussu gagnnýta vit best tilfeingið, vit hava? Tað gera vit t.d. við at styrkja tað, sum longu er sterkt – tí tað hálar restina upp við sær! Eins og við mammuni og barninum í flogfarinum, har hol kemur á, og súrevnið knappliga hvørvur. Um mamman gevur barninum iltmaskuna, áðrenn sær sjálvum, so kvalist hon – og harvið doyr eisini barnið, sum ikki kann yvirliva uttan hana. Men gevur hon fyrst sær sjálvum iltmasku, kann hon betur hjálpa barninum eisini – og harvið yvirliva bæði!

 

Soleiðis er eisini við samfelagnum. Um vit velja einans at stuðla veiku liðunum, sum kortini hava ilt við at bera seg sjálvi uppi uttan støðugan stuðul, og gloyma tey sterku, sum skulu tryggja tey minni mentu, endar tað við, at tey sterku liggja køvd eftirá – og so yvirlivir eingin! Útjaðarin hevur stórt virði – og kann fáa enn størri virði, t.d. sum ferðavinnutilfeingi. Nógvir vinnuligir møguleikar liggja í útjaðaranum, sum vit eiga at troyta. Tí skulu vit sjálvandi veita útjaðaranum hjálp til sjálvhjálp, men ikki við at tarna sterku liðunum í samfelagnum, sum skapa størstu virðini – og skerja eyðsýndar vinnumøguleikar! Útjaðarin verður ongantíð so virðisskapandi sum meginøkið – og fær eisini í veruleikanum størri gleði í longdini av einum virknum, sterkum og ríkum meginøki, sum gevur yvirskot – eisini til útjaðaran.

 

Tað er ikki ein spurningur um kapping millum veik og sterk – millum meginøkið og útjaðaraøki, sum tað so ofta verður gjørt til! Eitt veikt meginøki ger ikki eitt sterkt útjaðaraøki! Tvørturímóti. Eitt sterkt meginøki, sum hevur orkuna at lyfta og gera íløgur, ger eisini útjaðaran sterkan!

 

Gerið íløgur, sum gagna øllum – heldur enn bert teim fáu

Heldur enn at gera stórar almennar íløgur í virksemi, sum lítil og eingin búskaparligur vinningur kemur burturúr í fyrstu syftu – eiga vit at gera íløgur í tað, sum tryggjar størsta bráðfeingis búskaparliga vinningin fyri samfelagið sum heild – tvs. íløgur, sum geva avkast, ið kann gagnnýtast aðrastaðni. Bert soleiðis tryggja vit, at vit yvirhøvur hava nakra framtíð her á landi.

 

Vit mugu hyggja eftir: Hvat er tað fyri virksemi, sum skal gjalda fyri framtíðar íløgur í vegir, havnir, flogvøllir og tunlar, fyri menning av útjaðaranum og fyri ansan av gomlum, sjúkum og minni mentum? Vit mugu ansa sera, sera væl eftir ikki at máa grundarstøðið undan tí, sum alt annað skal byggja á: Nemliga vinnuna! Men gera tað, sum skal til, fyri at gera tað lættari fyri vinnuna at skapa virðir og yvirskot, sum alt samfelagið fær gagn av.

 

Mugu menna meirvirðisskapandi vinnur

Vit mugu hyggja eftir: Hvar koma sannlíkt fleiri pengar burturúr enn teir, ið verða settir í virksemið? Hvørjar íløgur tryggja best framtíðarrættað burðardygt virksemi, sum skapar meirvirði fyri alt samfelagið? Hvørjar íløgur tryggja meirvirðisskapandi arbeiði til allar hendur langa tíð fram yvir?

 

SamVit er ein stovnur, sum er skræddaraseymaður til at birta uppundir virksemi, sum skal SKAPA virðir – heldur enn bara at forbrúka tey. Tí er tað at skjóta seg sjálvan í fótin at skerja játtanirnar til ein slíkan stovn. Heldur átti tað at verið umvent! Í veruleikanum áttu nógv fleiri pengar at verið settir av til týdningarmikla arbeiðið hjá stovninum at marknaðarføra Føroyar, draga og knýta íløgarar til føroyska vinnu og menna íverksetaravirksemi, sum kann bera ávøkstur.

 

Aðalmálið hjá SamViti er júst at arbeiða fyri, at nýggjar, framtíðarrættaðar, burðardyggar og meirvirðisskapandi vinnur fáa umstøður at vaksa seg stórar – t.d. við at sjónliggera/marknaðarføra hetta landið og vinnu tess, ráðgeva fyritøkum, menna netverk og skapa sambond millum fyritøkur og íløgarar – og harvið medvirka til at fáa vinnuna til at bera vøkstur! Búskaparligan vøkstur, sum síðani kann fíggja so nógv annað virksemi í samfelagnum.

 

Vit mugu satsa uppá sjónliggering

Sum nú er, fær stovnurin tíanverri láturliga (grátuliga) lítið at gera gagn við, tá ein hugsar um, hvussu stórar og týdningarmiklar uppgávur, stovnurin hevur at loysa fyri hetta samfelagið. Um føroysk vinna skal hava nakran kjans á altjóða marknaðinum, mugu og skulu føroyskar vørur og tænastur sjónliggerast í nógv, nógv størri mun enn higartil. Alt ov lítil miðsavnandi samskipan hevur verið av marknaðarføringini úteftir. Almennu íløgurnar í samskipaða marknaðarføring og í grundleggjandi menningina av íverksetaravirksemi og av føroyskum vørum og tænastum hava verið alt ov avmarkaðar í mun til, hvat kundi verið fingið burturúr, um hetta higartil hevði verið raðfest hægri av almennu Føroyum.

 

Í Vinnupolitikkinum stendur: “Tað er neyðugt at lata føroyska samfelagið upp fyri umheiminum og skipa vælvirkandi marknaðir og við miðvísum tiltøkum at menna førleika og karmar hjá føroyskum virkjum og arbeiðsmegi, so hesi eru brynjað at taka kappingina upp á altjóða marknaðinum.”

 

Í Visjón 2015 stendur um Føroyar í 2015: ”Føroyar eru eitt vørumerki, eitt brand, ið er kent víða um. SamVit stendur á odda í ráðgeving fyri íverksetarar við altjóða strembanum og stuðlar undir altjóða marknaðarføring av føroyskum vørum og tænastum. Tað almenna leggur stóran dent á vinnuframa og stuðlar spírandi vinnum, ið framleiða slóðbrótandi vørur og tænastur og troyta nýggjar marknaðir.”

 

Men hetta eru bara tóm orð, um ikki politiska skipanin eisini raðfestir hetta høgt á fíggjarlógini! Í øðrum londum kring okkum er lutfallið eitt heilt annað – í Grønlandi t.d., sum ikki er eitt nærtil so ríkt samfelag sum okkara, fær samsvarandi stovnurin: Grønlands Turist- og Erhvervsråd, meir enn dupult so stóra játtan, enn SamVit fær! Hetta hevur skapt góð úrslit og munagóðan búskaparligan vøkstur í Grønlandi tey seinastu árini.

 

Gerið tíðarhóskandi flogvøll – áðrenn undirsjóvartunlar!

Arbeiðið hjá SamViti kundi ikki minst verið væl lættari, um umstøðurnar hjá vinnuni at arbeiða vóru betri – ikki minst ferðasambandið við útheimin. Undirritaða vil staðiliga mæla til, at vit sum skjótast sleppa okkum av við fløskuhálsarnar og ringastu forðingarnar fyri samstarvi og samhandli hjá vinnuni við umheimin. Sum nú er, er menningin í Føroyum serstakliga darvað av vánaligu og ótíðarhóskandi flogvallarviðurskiftunum. Hetta er ein sannur fløskuhálsur, sum darvar vinnulívinum – ikki minst ferðavinnuni – í ómetaliga stóran mun, og sum útihýsir so nógvum góðum møguleikum, sum kundu skapt stór virði fyri landið, men sum vit í dag missa á gólvið, tí flogvallarviðurskiftini ikki eru í lagi.

 

Vinnan má fáa høgligari umstøður at arbeiða ótarnað – eisini í alheims høpi, tí gongur tað væl hjá vinnuni, fáa vit øll ágóðan. Íløgur í sambandið úteftir eiga tí at vera raðfestar nógv hægri enn t.d. íløgur í undirsjóvartunlar, sum ikki geva líka skjótan ágóða og gera meira avmarkað gagn í mun til, hvat eitt betri samband úteftir hevði gjørt. Hetta má eisini ganga hond í hond við, at vit økja um tilboðini í landinum – t.d ferðavinnutilboð, ráðstevnufasilitetir, granskingarumhvørvi og ikki minst kapasitetin til at taka ímóti fleiri fólkum.

 

Í síðsta enda skulu øll nokk fáa sítt – eisini oyggjarnar, sum í dag bert eru atkomiligar frá meginøkinum sjóvegis. Serliga um vit raðfesta rætt nú, tí so fáa vit nógv skjótari skapt so mikil virðir, at vit nógv fyrr fáa nógv betri ráð til at gera tunlar – eisini til Sandoyar, umframt betri samband til Suðuroyar. Tað týdningarmesta at raðfesta er eftir bestu sannføring míni at fáa ein meira tíðarhóskandi flogvøll sum skjótast – tvs. her og nú – ið kan tryggja væl betri reglusemi í komum og fráferðum. So taka vit trupulleikarnar upp við rót: Sleppa undan fíggjarligu smeitunum og øllum frustratiónunum, sum altíð koma, tá seinkingar ella avlýsingar eru – og fáa betri ráð til íløgur í innanhýsis infrastruktur eisini.

 

Missa íløgur orsaka av manglandi hagtølum

Eg hoyri frá fleiri síðum, at trupulleikin er ikki, at útlendskir íløgarar ikki hava áhuga í at gera íløgur í virksemi í Føroyum. Fólk, sum samskifta við íløgarar uttanlands, hava sagt mær, at tey fáa upp í ørgrynnur av fyrispurningum frá fólki, sum eru áhugað í at gera íløgur í virksemi í Føroyum, men at íløgararnir oftast fáa kaldar føtur og taka seg aftur m.a. tí at eingi álítandi hagtøl eru tøk at gera metingar eftir og at arbeiða við. Føroyar eru at samanlíkna við eitt menningarland, tá tað kemur til hagtøl. Føroyar eru t.d. ikki limir í WEF – World Economic Forum. Hetta er eitt MUST fyri okkum, um vit vilja vera tikin í álvara av íløgarum sum eitt land, ið vil skapa góðar umstøður fyri vinnuligum virksemi.

 

Hetta er bara ein spurningur um politiskt víðskygni og vilja til at síggja alstóra týdningin av hesum í eyguni og gera nakað við hetta. Syrgið tí fyri at seta nógv meira pening av til at tryggja eftirfarandi hagtøl eftir altjóða standardum. SamVit vil fegin gera sítt íkast til arbeiðið at seta hetta í verk – saman við Hagstovuni.

 

Stígur komin í fólkatalið í Føroyum

Vit hava yvirskot á burðartalinum í Føroyum. Føroyingar fáa fleiri børn pr. íbúgva enn nakað annað land í Evropa, so íbúgvaratalið átti at vaksið – skjótt! Kortini stendur íbúgvaratalið í stað, tí vit t.d. í ár hava havt eina netto fráflyting uppá 200 fólk. Tað eru alt ov nógv. Uppbýtið av monnum og kvinnum er eisini púra skeivt. Vit hava eitt undirskot uppá áleið 2.000 kvinnur!

 

Harumframt er aldurspyramidan skeiv. Vit hava nógv eldri fólk, men vit mangla ungt fólk – fólk í arbeiðsførum aldri – og ikki minst væl útbúgvið, skikkað fólk, sum kunnu skapa virðir, og sum eru før fyri at kappast á høgum støði við sterka vinnulívið í størri londum, har vit mugu og skulu fylgja við. Vit bjóða ikki kappingarførar lønir – helst tí vinnulívið sum heild ikki er nóg sterkt. Nógv ung fara av landinum at útbúgva seg og venda ongantíð aftur, har onnur ístaðin fáa gleði av teirra førleikum.

 

Hetta er ein nógv størri trupulleiki, enn vit hava hug til at síggja í eyguni, tí hetta undirgravar týdningarmikla vinnuliga virksemi, sum skal leggja lunnar undir og tryggja framtíð okkara í Føroyum.

 

Brúka írsku modellina!

Hvat kunnu vit gera – soleiðis í fyrstu syftu – beint nú? Lat okkum gera, sum írar hava gjørt við stórum hepni: Teir stovnaðu Enterprise Ireland (ið stórt sæð hevur sama endamál sum Samvit), sum legði eina strategi, ið m.a. innibar at stimbra vinnuna við at skapa lagaligari treytir (t.d. betri atkomu til landið, lægri skattir og avgjøld, MVG frítøka fyri ferðavinnutænastur og møguleika fyri minni vinnuvirksemi at forvinna upp til eina ávísa upphædd skattafrítt (t.d. Ból & Bita) osfr.) Og so ikki minst at satsa almennar pengar uppá stórstílaða marknaðarføring av Írlandi úteftir. Teir lótu soleiðis m.a. ferðavinnuna vera við til at ganga undan í alheimsgerðini.

 

Tvs. teir lótu so at siga teirra samfelag upp fyri útheiminum og fingu alheimsgerðina inn í stovurnar í minstu krókunum í Írlandi, tí tað kundi loysa seg fyri vanlig fólk at veita tænastur til ferðafólk. M.a. brúktu teir sítt ‘gamaldags’ image og sína ‘bygdasligheit’ sum eina styrki og gjørdu tað til eina attraktión: Komið til Írlands – her halda vit góðar gamlar siðir. Írskur fólkatónleikur og fólkadansur var fyri 20-30 árum síðum mest nakað, sum bara var til úti á bygd í Írlandi – í dag er tað vorðið ein heimsídnaður. Teir satsaðu uppá list og mentan – upplivingar- og vitanarvinnu sum t.d. KT. Í dag hevur Google evropeiskt! høvuðssæti í Dublin.

 

Írland er í dag eitt so attraktivt samfelag at liva og búgva í, at tað hevur skjótast vaksandi búskapin í OECD! Hetta er eisini ein møguleiki hjá okkum, um vit bera okkum rætt at.

 

At enda – men ikki minst – er neyðugt at vera tilvitandi um, at hóast Føroyar eru smáar ella rættari: júst tí Føroyar eru eitt lítið land, mugu vit brúka lutvíst meira orku, enn onnur størri lond, til at gerast sjónlig í umheiminum. Annars detta vit burtur ímillum – køva vinnuligu møguleikarnar og oyðileggja harvið framtíðar livigrundarlagið hjá okkum.

 

Endamálið hjá SamViti er at veita vinnuni betri umstøður at skapa virðir – og harvið skapa búskaparvøkstur – t.d. við ráðgeving, samskipan, netverksskapan innanhýsis og út í heim, umframt at lyfta stóru uppgávuna at marknaðarføra føroyskar vørur og tænastur í útheiminum í samstarvi við vinnuna. Tí er tað avgjørt skilagott og tilráðiligt, at gera væl størri íløgur í arbeiðið hjá SamViti. Spurningurin er heldur, um samfelagið yvirhøvur hevur ráð til IKKI at geva SamViti størri játtan næsta ár og komandi árini.

 

____________________________________

 

 

 

 

“VIT hava eitt ørgrynni av virðismiklum tilfeingi, sum vit bara ikki eru so varug við og raðfesta alt ov lágt – og sum vit heldur ikki gera onnur varug við! Tað hava vit ikki longur ráð til. Tíðin er komin, har vit mugu og skulu lata eyguni upp fyri øllum teimum møguleikunum, sum tíbetur liggja okkum í boði beint nú. Tíðin er komin til at blaka talentirnar/pengarnar, hagar teir mest sannlíkt bera ávøkstur!”

 

Elin Heinesen, stjóri í SamVit

 

“SAMVit er ein stovnur, sum er skræddaraseymaður til at birta uppundir virksemi, sum skal SKAPA virðir – heldur enn bara at forbrúka tey. Tí er tað at skjóta seg sjálvan í fótin at skerja játtanirnar til ein slíkan stovn. Heldur átti tað at verið umvent! Í veruleikanum áttu nógv fleiri pengar at verið settir av til týdningarmikla arbeiðið hjá stovninum at marknaðarføra Føroyar, draga og knýta íløgarar til føroyska vinnu og menna íverksetaravirksemi, sum kann bera ávøkstur.”

 

Elin Heinesen, stjóri í SamVit

 

“TAÐ er neyðugt at vera tilvitandi um, at hóast Føroyar eru smáar ella rættari: júst tí Føroyar eru eitt lítið land, mugu vit brúka lutvíst meira orku, enn onnur størri lond, til at gerast sjónlig í umheiminum. Annars detta vit burtur ímillum – køva vinnuligu møguleikarnar og oyðileggja harvið framtíðar livigrundarlagið hjá okkum.”

 

Elin Heinesen, stjóri í SamVit