aftur upp á spæl. Jákup Mikkelsen vardi málið hjá Herfølge. Hann hevði fleiri góðar bjargingar, umframt at hann var tryggur, tá viðspælararnir spældu aftur til hansara. Herfølge skal hósdagin spæla á útivølli [...] Dysturin verður ímóti svenska AIK Stokholm, sum hevur heimavøll á Råsunda, har Svøríki spælir heimadystirnar, um teir ikki verða spældir á Nya Ullevi í Göteborg. ? Eftir meistaraskapin og undanumfarið til [...] rudduliga komnir niður á jørðina, og nú vísa vit tað spælið, sum í fjør bar meistaraskapin við sær, segði John Faxe Jensen eftir sigurin sunnudagin. Hesa ferð var venjarin sjálvur á liðnum. AB skal eisini
ein sigur, tí umframt at liggja á aftasta plássi, so hevur liðið eisini eina sera torføra skrá í dystunum, sum eftir eru. Hetta var eisini næstseinasti dysturin heima á grasinum í Hvalba. Tað gekk tó ikki [...] fyrstur á bóltinum, men beindi hann uppum úr 5-metra fjarstøðu. Royn hevði lítið at bjóða uppá fyri steðgin, og ongan veruligan málmøguleika fingu teir. Móti endanum av dystinum legði Royn trýst á B36 fyri [...] málverjin hjá B36 noyddist ikki at gera nakra stóra bjarging. Fyrrverandi landsliðsspælarin Jákup Símun Simonsen sat á beinkinum hjá B36 henda dagin, og hann spældi tað seinasta korterið. Hann vísti eisini
í góðveðrinum sunnudagin 3?0 á Sumba, sum framvegis er í vanda fyri at flyta niður. Fýra jugoslavar vóru á gestandi liðnum. Ein jugoslavi, ein pólverji og tveir danir vóru á heimaliðnum. Men sjálvt um tað [...] tað bara vóru fýra sandoyingar á B71 liðnum, so var ikki minni lagt í fyri at tryggja framhaldandi 1. deildarfótbólt á Sandi. Spenningur var í alla tíðina. Spælið var ikki altíð so rudduligt. Sandoyingar [...] Kortini var tað rættuliga undirhaldandi, tí bæði liðini høvdu fleiri stórar málmøguleikar. B71 fekk hol á í 17. minutti. Miðverjin, Bergleif Sólsker, varð skrásettur fyri málið. Hornasparksinnlegg kom úr vinstru
fremsta plássið. Tá helt hann, at støðan var komin óvart á teir, men at kappingin var lítið liðin, og at teir tóku ein dyst í senn. Eftir stórsigurin á gøtumonnum hittu vit hann aftur. Nú er EB/Streymur seks [...] Símun Petur Justinussen, sum miðskeiðis í 2. hálvleiki setti seg sjálvan inn á miðvøllin. Tá teir í 5. minutti vóru komnir á odda, lá væl fyri at lata EB/Streym gera arbeiðið, meðan GÍ bíðaði eftir møguleikanum [...] tvey, áðrenn hann kom til baklinjuna í høgru, og Jón Sigurd var fyrstur á innlegginum. Seinna umfarið hevði EB/Streymur betri tak á. 26 minuttir vóru farnir, tá teir komu framum, og so gekk skjótt. Jón Sigurd
av dystinum var tað heimaliðið, sum tók alt meira yvir. B36 dúvaði meira upp á kontraálop, har Magni á Lakjuni og Jákup á Borg tó høvdu truplar umstøður ímóti KÍ-verjuni. B36 kom tó nakrar ferðir í nánd [...] Sivic at seta tríggjar spælarar, sum hava sína styrkju á jørðini, á fremstu plássini á liðnum. Í álopinum vóru Hjalgrím Elttør og Eyðun Klakstein og á fremsta miðvallarplássinum Arnold Joensen. Jan Joensen [...] Málið kom eftir hornaspark í vinstru, sum Jákup á Borg sendi tætt inn við málið. Har var eitt sindur av aftur og fram, men Egil Zachariasen hevði seinasta fótin á bóltinum, sum smeyg sær um málstrikuna.
endanum, eitur blaðið t.d. Strok, men tá ið tú ert komin á opnuna í miðjuni, mást tú venda blaðnum á høvdið, og byrjar tú aftur fremst, er blaðið Snirr. Á opnuni í miðjuni er ynskimyndin, sum øll kunnu ynskja [...] kioskum fyri 20 kr. blaðið. Snirr & Strok verður umbrotið, prentað og heft á Pf. Dimmalætting. Í blaðstjórnini eru Niels Jákup Thomsen, blaðstj., Beinta Johannessen, Jonna Olsen og Eyðna Magnussen. [...] um okkurt serligt evni, har vit eisini práta við fakfólk og ung. Hesuferð snýr tað seg um at standa á tónleikapalli og syngja ella spæla. Tíðindafróða sigur tíðindi úr øllum herðarhornum, og afturvendandi
verður við skúlan á Toftum. Runnið verður úteftir gjøgnum Tofta bygd, niðan Heygarnar, út á Nes og niðan á Agnið. Runnið verður so oman móti Runavíkini, út gjøgnum Saltnes og á mál á Tofta kei. Bestu tíð [...] Rigmor N. Joensen, ið eisini liggja á odda samanlagt. Guttorm Sørensen hevur higartil nýtt 1.32,59 tím. at renna teir fyrstu 26,1 km av Marathon kappingini. Honum á baki er Signar Røsvik, ið bert er 9 [...] tíð, menn vita um, 35,48 min., rann Niels Jákup Jakobsen í 1990. Í fjør vann A. Marni Joensen við tíðini 36,42 min. Við í Daewoo kappingini Kappingin Runt Agnið er samstundis triðja og næstseinasta umfar
umfør fer at standa á jøvnum í stigum, so verður avgerandi, hvussu tað hevur hilnast í innanhýsis uppgerðunum. Har er Skáli betri fyri. Tá teir vóru á Argjum, vunnu teir 5?3. Tá AB var á Skála, vunnu teir [...] langskoti. Í 2. hálvleiki leikaði tætt á. Hans Jákup Heinesen javnaði beinanvegin, og tá tað restaðu fjúrtan minuttir, skoraði Ólavur Debes sigursmálið. Hann hevði verið á vøllinum í ellivu minuttir, tá hann [...] Hans Christian Djurhuus Skála 7 Marius Joensen Skála 7 Hallur Christiansen TB 7 Jákup Olsen B68 6 Páll á Reynatúgvu B71 6 Jákup Baldvinsson ÍF 6 Jógvan Arnfinn Jacobsen ÍF 6 Ken Bærendsen ÍF 6 Kári í Lágabø
ferð og tá FCK mikukvøldið vann 1?0 á heimavølli ímóti AB, var Thomas Thorninger á miðvallarplássinum í vinstru. Avrikið hjá honum hesar báðu ferðirnar bendi ikki á, at plássið hjá Toda er hótt. Síðani [...] spæla á heimavølli ímóti OB, sum hevur Johan B. Hansen í hópinum. Sum nevnt omanfyri so skal AGF við Óla Johannesen í hópinum spæla í Aalborg. Herfølge og Jákup Mikkelsen skulu sunnudagin spæla á heimavølli [...] norðmaðurin so frágera væl, at hann av hyggjarunum hjá TV3+ varð kostin besti maður á vølli, og tað var ikki so undarligt. AaB kom á odda í 13. minutti eftir hornaspark. FCK var leingi illa kroyst av heimaliðnum
nd mánakvøldið, har seinasta hond varð løgd á listarnar. Tjóðveldisflokkurin hevur 17 valevni, meðan Javnaðarflokkurin hevur 14 valevni. Av stórum kanónum á tjóðveldislistanum kunnu nevnast útvarpsmaðurin [...] Helmsdal. Býráðsformaðurin Leivur Hansen er sjálvandi at finna á listanum. Johan Mortensen, eisini kendur sum Johan Hot, stillar eisini upp á tjóðveldislistanum. Tjóðveldis- og Javnaðarlistin verða her prentaðir [...] Lindenskov, Tórshavn Torfinn Smith, Tórshavn Hans Jákup Simonsen, Kollafjørður Havstein Sigurðsson, Tórshavn Henning Christensen, Argir Zakaris Hansen, Argir Hans Jákup Hansen, Kollafjørður Hans Madsen, Kollafjørður