Sandoyingar komnir á turt

Undirhaldsvirðið lá í stórum málmøguleikum báðar vegir, tá sumbingar vitjaðu á Sandi

B71-Sumba 3-0 (1-0)


B71 verður eisini komandi ár í bestu deildini. Teir vunnu í góðveðrinum sunnudagin 3?0 á Sumba, sum framvegis er í vanda fyri at flyta niður.

Fýra jugoslavar vóru á gestandi liðnum. Ein jugoslavi, ein pólverji og tveir danir vóru á heimaliðnum. Men sjálvt um tað bara vóru fýra sandoyingar á B71 liðnum, so var ikki minni lagt í fyri at tryggja framhaldandi 1. deildarfótbólt á Sandi. Spenningur var í alla tíðina. Spælið var ikki altíð so rudduligt. Sandoyingar halda sjálvir, at vat spæli viðvíkur mundi hetta vera eitt tað vánaligasta avrikið hjá teimum í ár.

Kortini var tað rættuliga undirhaldandi, tí bæði liðini høvdu fleiri stórar málmøguleikar.

B71 fekk hol á í 17. minutti. Miðverjin, Bergleif Sólsker, varð skrásettur fyri málið. Hornasparksinnlegg kom úr vinstru, bólturin varð beindur út í hitt borðið, og tá hann kom innfyri aftur, var Bergleif fyrstur at seta krúllin undir hann.

Sumbingar fingu undan steðginum ein risa møguleika at javna. Í besta Jesper Olsen stíli spældi B71 verjan, har Jógvan Jón Petersen var aftastur og Bergleif Sólsker og Bernhard Petersen eftiransarar, Sasa Tomajek púra blankan. Sum so mangan áður var Valdemar Nowisci tryggur aftasti skansi hjá B71, og hann megnaði at byrgja uppfyri, so verjubrølarin ikki gjørdist til meiri enn ein kvøkkur.


Avgjørt síðstu løtuna

Í 2. hálvleiki trýsti Sumba heilt nógv fyri at fáa útjavnandi málið. Teir fluttu fólkið langt fram, og teir høvdu fleiri upplagdar møguleikar at skora, men teir fingu ikki mál. Bæði tí at Valdemar stóð seg væl, og tí sumbingarnir ikki vóru nóg neyvir, tá teir vóru komnir í góðar støður.

At Sumba legði so stóra orku í álopspartin hevði við sær, at tað var opið í verjuni. Heimaliðið kom tískil fleiri ferðir í yvirtalsstøður, men teir megnaðu ikki at fáa mál, tí ofta var næstsíðsta sendingin ikki nóg neyv.

Fróði Mortensen var hesa ferð í Sumbiar málinum. Hann helt tætt, inntil tað restaðu tíggju minuttir. Tá metti Niklas á Líðarenda, at Jan Poulsen hevði spælt bóltin við arminum í brotsteiginum, og liðformaðurin, Eli Hentze var tryggur úr ellivu metrum. Hann var saman við Michael Jørgensen hangandi álopsmaður aftanfyri Høgna Hansen, sum var einsamallur heilt á toppinum.

Høgni Hansen staðfesti heimasigurin sjey minuttir undan leikloki. Uppspæli var í vinstru, og í staðin fyri at senda tætt inn undir málið valdi Alex Nielsen at senda eitt sindur út frá til Høgna Hansen, sum var í góðari støðu, tá hann takkaði fyri møguleikan og skoraði til 3?0.

jh


B71-Sumba 3-0 (1-0)

1-0: Bergleif Sólsker 17

2-0: Eli Hentze 80 (br.)

3-0: Høgni Hansen 83


B71:

Waldemar Nowiscki ? Bernhard Petersen, Jógvan Jón Petersen, Bergleif Sólsker ? Bjørn Thorsteinsson, Kári Nielsen, Julian Florescu, Alex Nielsen ? Eli Hentze, Høgni Hansen, Michael Jørgensen


Sumba:

Fróði Mortensen ? Mortan úr Hørg, Marlon Kjærbo, Bergur Vinther ? Hallur Dam Joensen, Jan Poulsen, Hans Jákup Thomsen, Spasojé Biberdzic, Nicola Biberdzic ? Nebosja Velkovic, Sasa Tomajek