Tað verður torført hjá Royn

2. deild: B36 fekk uppreisn eftir tapið seinasta vikuskiftið, og nú verður tað torført hjá hvalbingum at vera verandi í deildini

Royn-B36 0-1 (0-0)


Kravið hjá Royn undan dystinum var avgjørt ein sigur, tí umframt at liggja á aftasta plássi, so hevur liðið eisini eina sera torføra skrá í dystunum, sum eftir eru. Hetta var eisini næstseinasti dysturin heima á grasinum í Hvalba.

Tað gekk tó ikki, tí B36 tók øll stigini við sær norðuraftur. Einasta málið gjørdi Tórálvur Poulsen beint eftir steðgin, og tað var nóg mikið at tryggja B36 sigurin.

B36 broderaði seg ígjøgnum í vinstru síðu, og tað endaði við, at Tórálvur Poulsen kom at standa púra leysur við málverjanum beint undir málinum. Hann trillaði bóltin kalt framvið málverjanum til 1-0.


Vindurin darvaði

Serliga í fyrra hálvleiki var sera nógvur vindur tvørturum vøllin, og hetta darvaði spælinum sera nógv. Havnarmenninir høvdu eisini torført við at venja seg við undirlagið, sum kanska var heldur ójavnari, enn teir eru vanir við. Tí var lítið av skipaðum spæli at síggja og fáir málmøguleikar.

B36 hevði teir stóru møguleikarnar í fyri steðgin. Tvær ferðir skuldu teir havt sett bóltin í netið. Fyrst fekk Tórálvur Poulsen eina sending frá miðvøllinum, og hann gjørdist púra leysur. Hann dróg heilt nær málinum, men málverjin bjargaði sera flott tí harða skotinum.

Kanska størsta møguleikan í øllum dystinum hevði Bárður Olsen hjá B36. Málverjin hjá heimaliðnum hálvbjargaði einum langskoti, og B36 framherjin var fyrstur á bóltinum, men beindi hann uppum úr 5-metra fjarstøðu.

Royn hevði lítið at bjóða uppá fyri steðgin, og ongan veruligan málmøguleika fingu teir.

Móti endanum av dystinum legði Royn trýst á B36 fyri at at fáa útjavnandi málið, men allar royndirnar miseydnaðust. Eini tríggjar vandamiklar royndir stóðust av trýstinum, men málverjin hjá B36 noyddist ikki at gera nakra stóra bjarging.

Fyrrverandi landsliðsspælarin Jákup Símun Simonsen sat á beinkinum hjá B36 henda dagin, og hann spældi tað seinasta korterið. Hann vísti eisini, at hann ikki heilt hevur gloymt bóltkynstrið, men hann er ikki beinleiðis í landsliðsvenjing.

Royn er nú trý stig aftanfyri HB, sum er næstniðast. Enn eru ikki allar vónir brostnar, men tað verður torført. Royn hevur tveir útidystir móti ÍF og TB, sum bæði eru topplið, og ein heimadyst móti NSÍ. Hvalbingar skulu vinna onkran av hesum dystunum fyri at yvirliva.

Hinvegin hevur B36 nú aftur møguleikan at fáa heiðursmerki. Fýra stig eru fram til TB og ÍF á øðrum og triðja plássi. B36 hevur bara dystir í Havn eftir, og har standa teir seg vanliga sera væl.


Royn-B36 0-1 (0-0)

0-1: Tórálvur Poulsen