KÍ-B36 2-1 (1-0)
Bæði KÍ og B36 vóru fyri eyðmýkjandi tapum í næstseinasta umfari, og hóat bæði feløgini so fegin vildu reisa seg í hesum dystinum, var tað heimaliðið, sum stóð eftir sum vinnari.
Eftir ein javnan fyrra hálvleik, tók KÍ alsamt meira yvir í seinna hálvleiki, og seinasta kortertið var talan um veruligt trýst á B36-málið við nógvum hornaspørkum og trunkaspølum.
Tá fimm minuttir vóru eftir at spæla fingu B36'arnir eina ávaring um, hvat kundi henda. Eftir eitt hornaspark kom bólturin út í brotsteigin, har aftasti maður hjá KÍ, Jan Andreasen, stóð. Hann smekkaði til móti málhorninum, men onkursvegna fekk Jens Kristian Hansen høvdið á bóltin og bjargaði til horna.
Støðan, sum hevði við sær sigursmál, var lík hesari. Enn einaferð varð hornaspark úr vinstru. Arnold Joensen legði innfyri, ein B36-spælari fekk høvdið á bóltin, men uttan fyri brotsteigin stóð vælspælandi Marek Vierzbicki klárur at taka ímóti. Hann bíðaði eftir røttu løtuni og so fluktaði hann bóltin beinleiðis í málið. Eitt framúr mál, sum kom bara tveir minuttir fyri leiklok.
Soleiðis sum leikgongdin var, eftir at B36 hevði javnað í seinna hálvleiki, var tað uppiborið, at tað vóru greipuvinnararnir frá í fjør í vunnu dystin.
Liðni broytt
Bæði KÍ og B36 vóru noydd at gera fleiri broytingar til dystin. Hjá heimaliðnum vóru tað trý leikbann sum argaðu, og hetta fekk Tomislav Sivic at seta tríggjar spælarar, sum hava sína styrkju á jørðini, á fremstu plássini á liðnum. Í álopinum vóru Hjalgrím Elttør og Eyðun Klakstein og á fremsta miðvallarplássinum Arnold Joensen.
Jan Joensen var viðaftur frá byrjan, og hann stóð seg væl í dystinum við landsliðsmannin, Jens Kristian Hansen. Heðin á Lakjuni var fluttur á vongverjan í vinstru og kom fleiri ferðir við ferð fram.
Hjá B36 vóru allir teir útlendsku spælararnir burtur, umframt at Jørgin Meitelberg var farin av landinum. Tí stillaði Piotr Krakowski við fleiri nýggjum monnum á liðnum. Herbert í Lon Jacobsen og Fróði Clementsen vóru stopparar, og í vinstru síðu var Dánjal Petur Johansen við frá byrjan. Jens Kristian Hansen var hesaferð á miðvøllinum, og Magni á Lakjuni var fluttur fram í álopið, har hann hevði nógvar tættar nærdystir við Andrzei Pacek hjá KÍ.
Fyrstu trý korterini gekk nógv aftur og fram, og onkrir smáir møguleikar vóru at gera mál. Arnold Joensen hevði besta møguleikan, eftir at skjótt uppspæl millum Eyðun og Hjamgrím hevði við sær, at Arnold gjørdist púra leysur uttan fyri brotsteigin. Hann dróg inn móti málinum, men tá hann royndi at senda í handaru síðu, bjargaði Tróndur Vatnhamar sera væl.
Í hinum endanum kom B36 nær eftir hornaspark. Jens Kristian Hansen hevði høvdið á bóltinum, sum fór í bleytan boga og endaði á tvørstongini, áðrenn KÍ-spælararnir við neyð og deyð fingu rudda burtur.
KÍ tók yvir
Nærdystirnir millum spælararnar vóru stundum harðir, og longu í fyrra hálvleiki vóru fleiri gul kort á lofti. Í einu støðuni fekk KÍ fríspark inni í brotsteiginum hjá B36, men skotið hjá Arnoldi fór fram við málinum.
Einasta málið í fyrra hálvleiki kom 10 minuttir fyri steðgin. Hjalgrím tveitti innkast í høgru til Eyðun, sum sendi bóltin inn til aftaru stong. Har var Heðin á Lakjuni hægri enn Bjarni Prior og stútaði bóltin inn við nærmaru stong.
KÍ helt leiðsluna restina av hálvleikinum, men tað gingu ikki nógvir minuttir eftir steðgin fyrr enn B36 hevði javnað. Málið kom eftir hornaspark í vinstru, sum Jákup á Borg sendi tætt inn við málið. Har var eitt sindur av aftur og fram, men Egil Zachariasen hevði seinasta fótin á bóltinum, sum smeyg sær um málstrikuna.
Restina av dystinum var tað heimaliðið, sum tók alt meira yvir. B36 dúvaði meira upp á kontraálop, har Magni á Lakjuni og Jákup á Borg tó høvdu truplar umstøður ímóti KÍ-verjuni. B36 kom tó nakrar ferðir í nánd av KÍ-málinum, men tað var serliga eftir høgar bóltar eftir fríspørk ella hornaspørk.
Í hinum endanum royndi KÍ at bróta ígjøgnum eftir jørðini, men sum oftast endaði tað vi hornaspørkum. Í einu støðuni hevði Heðin á Lakjuni tó eitt frálíkt skot móti handara stólpa, sum Tróndur Vatnhamar bjargaði sera væk.
Tíðin gekk undan hjá heimaliðnum, sum hevði stuðul frá nógvum áskoðarum í góðveðrinum, men so var tað, at Marek Vierzbicki, sum mundi verða bestur á heimaliðnum, smekkaði til.
KÍ-B36 2-1 (1-0)
1-0: Heðin á Lakjuni 30.
1-1: Egil Zachariasen 48.
2-1: Marek Vierzbicki 87.
Dómari: Suni Johansen
KÍ:
Zoltan Kujundzic - Andrzei Pacek, Jan Andreasen, Niclas Niclasen - Harley Bertholdsen, Marek Vierzbicki, Arnold Joensen, Jan Joensen, Heðin á Lakjuni - Hjalgrím Elttør, Eyðun Klakstein
B36:
Tróndur Vatnhamar - Fróði Clementsen, Egil Zachariasen, Herbert í Lon Jacobsen - Bjarni Prior, Mikkjal Thomassen, Jan Guttesen, Jens Kristian Hansen, Dánjal Petur Johansen - Magni á Lakjuni, Jákup á Borg