halli og húsagangi. At allir fiskimenn stríðast sum ungir í lastini og á dekkinum, frammi undir bakkanum og uppi í nótapavninum, við línurulluna og í egningarskúrinum, á trolbananum og við blóðgingarkarið [...] latast í skattalætta osfrv. Nógv mjúk orð og fagrar grundir fyri, at embætismenn sum Kári og Johnny (vegna »Føroya fólk«) nú skulu fáa sínar byrokratisku kløur í tey virði, sum skipsfiskimenn í 120 ár [...] og kaldir, móðir, burtur heimanífrá í dagar, vikur og mánaðir, ja við lívinum í váða, hava drigið upp úr sjónum og sjabbað til lands. So frægur dynamikkur hevur verið í høvuðsvinnu Føroya og teimum, sum
mánaðir áðrenn fráferðina, so í allar mátar var talan um ein serligan túr. Tá Sára kom umborð hevði Emma Mærsk verið á ferð í fimm vikur. Hon legði frá bryggju í Århus í septembur 2006 við kós ímóti Asia [...] fylgja við í hansara arbeiði,” sigur Sára. Nógv tíð fór eisini við at njóta útsýnið frá brúnni, ið er 70 metrar høg. Í fyrstuni var Sára tó ikki so djørv, men sum tíðin leið bleiv hon kanska í so djørv. [...] uppliva tær næstu seks vikurnar, men tá hon umleið eitt døgn seinni stóð á bryggjuni í Singapor, ivaðist hon ikki í, at hon var partur av nøkrum serligum. Tað var ikki bert heimsins størsta bingjuskip
Europe fjeppari um ein háls, sita í hugnaligu stovuni uppi í Ovaru Gøtu. Framman fyri henni liggur bókin "mine venner". Bókin er úr 80?unum, og Vanja hevur skriva Europe upp í hana. Við eini barnsligari skrift [...] hon er fyri, at Europe koma til Føroyar. Karmarnir fyri samrøðuni eru Mentanarhúsið í Fuglafirði, Vanja er dómari í Barnaprixnum, og aftan á kappingina hitti eg hana á loftinum. "Eg dyyyrki Europe!!! Hálvgum [...] Føroyar. Hon var í handlinum Hjá Eli. Hon rann yvir til blaðið, tók tað og rann til kassan at keypa tað. "Eg skal hava hetta!!! Europe koma til Føroyar!!!" Hon skundaði sær heim, fór beint í telefonbókina
doyði. Tá var eg einsamallur í húsi eina tíð. Mostir mín Ella, sum var ógift, var tá hjá systir síni í Vík. Hon kom so í húsið við mær í nøkur ár. Mamma fekk krabbamein í lunguni, sum spreiddi seg skjótt [...] sildina í gjónni í Elduvík. Sild var eisini góður matur. Vit høvdu sildatunnu í kjallaranum. Vit speigaðu sildina, og hon var eisini góð til døgurðamat saman við eplum. Onkuntíð var eisini grind í Funn [...] hvítingi uppi í. Bátin, vit brúktu, hevði Sjúrður vunnið á lutaseðli fyri sjúkrakassan í Oyndarfirði. Hann keypti páhangara, og var hetta ein góður lætti. Eg plagdi eisini at ísa hýsu við kava í tunnu.
tilsamans, tveir vóru umborð í øðrum bátinum, og hinir umborð á hinum bátinum. Eg kom so heim í november í 1945 og fór yvir aftur at til jóla í 1946. Tá fór eg umborð á ein trolbát í Faksabuktini. Vit vóru 10 [...] gist eina nátt í Kangamiut. Og síðan í Napasok. Har varð flaggað fyri brúdleypi, so vit komu í brúdleyp. Seinni kom Føniks suður og útgerðin fekst í land. Sørvingarnir høvdu róð út i Tovkusak í 1939. Ein teirra [...] læra danir at fiska Í 1948 gekk eg eftir keiuni í Oyndarfirði. Eg hevði verið við »Sólbrún«, sum Jákup Andreas á Mýruni í Syðrugøtu førdi. Eg skuldi fara við aftur. Tá møtti eg Justines í Oyndarfirði, sum
gjørdist ein av slóðbrótarunum í saltfiskalínuveiðuni í Grønlandi. Thorvald var eisini slóðbrótari á einum øðrum øki. Longu í 1953 settu teir radara í Norðstjørnuna, sum fyrsta skip í flotanum, burtursæð frá [...] brestir, og alt í einum liggja allir tríggir mans í sjónum. Ingolvur hevði fingið fatur í stroppin á eini boyu, sum helt honum uppi. Útróðrarbáturin vendi so skjótt hann kundi, og hinir mennir í sjónum biðja [...] fyrstu ferð til skips í 1930 við Coraliu, har Mortan í Hvannasundi var skipari. Frá 1930 til hann fer á skiparaskúla í 1942 er hann millum annað við Maritanu, ið Óla Hans Olsen í Gøtu førdi, Dagny, Polarbjørn
lýsa hvalaveiðuni í Suður Georgia. Nakrar av teimum eru við í hesi greinini. Tummas var, sum tað ikki er ókent í ættini, sera fittur í hondunum. Hann kom seinni at hava eina smiðju í Grønuskriðu á Skipanesi [...] búgva í Gøtu, og hann gjørdist eisini limur í kommunustýrinum. Tá ið Jóan David, beiggi Tummas, bygdi úti á Fløtum í Norðragøtu, stóð Tummas fyri byggingini. Hann hevði nevniliga lært at smíða í Mikladali [...] hann fer at arbeiða í smiðjuni á bedingini á Skála. Tá var eingin vegur, men tað lá væl fyri at fara um fjørðin í báti. Til Suður Georgia Í 1913 tekur Tummas eitt stig, sum sjálvt í dag vildi verið hildið
syrgilig, sum tað kundi hugsast. Ingibjørg, dóttir Grækaris upp í Trøð í Kvívík, var komin til Hvalvíkar at hjálpa ommuni, Súsonnu í niðaru Geil, í handlinum. Skírismorgun fór hon við nøkrum vinkonum ein [...] sum at eitt menniskja liggur í trillubørini. Tá er tað Jóhannes, sum kemur heim við ta deyðu Ingibjørg. Hon kom tískil aftur til Kvívíkar í kistu. Aftur vanlukka í 1932 Í 1932 hendi aftur ein vanlukka [...] og hálvbeiggi Miu, umrødd í seinasta parti, skuldi vera bestimaður við “Lauru”. Hann var svágur skiparan, Jens í Toftum í Vági. Men Hendrik hevði fingið skiparakjans við skipi úr Havn og gav tí avboð við
Glyvrum. Fyrst fanst hann í ógvuliga opinskáraðari samrøðu her í blaðnum at, hvussu politierður gjørt í Føroyum. Sama dagin, sum samrøðan var í blaðnum, fór Tórbjørn til skips, men í kjalarvørrinum á markantu [...] nýggjum skipi. Sjófrágreið-ingin verður helst fyrst í komandi viku. Tá nógv stóð á Eina ferð áður hevur staðið heilt illa til hjá Tórbirni Jacobsen á sjónum. Tað var, tá hann sum 26 ára gamal á sumri í 1982 [...] stóð Norðvíkingur. Í seks tímar lá hann við fullari ferð fram og helt skipinum á landi, meðan maskinmeistarin var í lastini og sveisaði holið aftur. Tá hann var liðugur, og ódn var í brimi, setti hann fulla
m. Til Danmarkar í studentaskúla Sigmund í Dali fór 17 ára gamal í 1935 til Danmarkar á studentaskúla í Birkerød. Hetta var, áðrenn tað var møguligt at taka studentsprógv í Føroyum. Í 1938 tók Sigmund [...] var hann við í uppmátingararbeiði, sum varð gjørt í Thule í Norðurgrønlandi. Í hesum sambandi skuldi eisini gerast uppmátingararbeiði í Kanada, og tí var Sigmund eitt skifti eisini í Kanada og arbeiddi [...] hevði samband við leiðsluna í 1944, og hann lovaði at bera boðini víðari. Í juli 1944 varð Sigmund boðin á fund í eini íbúð í Bellahøj. Á hesum fundi vóru fleiri limir í 1944. Millum teirra var leiðarin