Hví ikki selja embætið hjá Kára á uppboði?

 Latum okkum varðveita okkara fríu fiskivinnu, sum hevur roynst okkum so væl higartil, at hon sjálvt eitt vána ár til fiskiskap og fiskaprísir gevur 3,5 miljardir krónur og eitt gott ár 4,4 miljardir krónur í útflutningsvirði, skrivar Sámal Jacobsen, skipari í viðmerking til tað, sum Kári Petersen, búskaparfrøðingur førdi fram í útvarpinum á nýggjárinum um at selja fiskikvoturnar á uppboði

Sámal Jacobsen, fiskimaður og skipari





Nú fingu búskaparfrøðingarnir, Kári Petersen og Johnny í Grótinum, brell eftir at umsita fiskastovnarnar. Teir kappast við fiskifrøðingarnar um at sleppa at stýra fiskimonnum, fiskiskipum, ja allari fiskivinnuni. Teir ynskja at selja fiskiloyvi á almennum uppboði.
Endamálið við hesi árligu uppboðssølu av fiskiloyvum, siga teir, skal vera nakað so »samhaldsfast« sum:
 at fáa meiri »dynamikk« í fiskivinnuna.
 at øll skulu kunna bjóða upp á fiskiloyvi »á jøvnum føti«,
 at loyvini ikki longur skulu latast »persónum við framíhjárætti«,
 at »nýggj fólk« skulu sleppa inn í vinnuna,
 at fiskivinnan skal fáa meiri »vanlig yvirskot«,
 at »íløgumynstrið skal gerast meiri fjølbroytt«,
 at landskassin skal tjena 300 mill. kr. um árið frá loyvissølum,
 at hesar milliónir skulu latast í skattalætta osfrv.
Nógv mjúk orð og fagrar grundir fyri, at embætismenn sum Kári og Johnny (vegna »Føroya fólk«) nú skulu fáa sínar byrokratisku kløur í tey virði, sum skipsfiskimenn í 120 ár, vátir og kaldir, móðir, burtur heimanífrá í dagar, vikur og mánaðir, ja við lívinum í váða, hava drigið upp úr sjónum og sjabbað til lands.
So frægur dynamikkur hevur verið í høvuðsvinnu Føroya og teimum, sum eiga, reka og manna føroysk fiskiskip, at Føroyar hava ráð til eitt risa tal av embætisfólki. Teir hava fyri eitt pappírsprógv so trygg størv fyri so góða løn, at bert fiskimenn við bestu skipum hendinga ár forvinna makan. Teir flestu liggja niðri á hálvari akademikaraløn.

Veruleikin, sum hann er
Lat meg fyri rættleikans skuld endurtaka nøkur ting, sum eg sjálvur og aðrir nógv kønari fiskimenn hava sagt ferð eftir ferð:
 At fiskimenn kappast ímóti veðri og vindi, móti tekniskum avbjóðingum og trupulleikum, móti rentum og avdráttum, móti kassakredittum og útgerðarlánum hvønn dag fyri at sleppa undan halli og húsagangi.
 At allir fiskimenn stríðast sum ungir í lastini og á dekkinum, frammi undir bakkanum og uppi í nótapavninum, við línurulluna og í egningarskúrinum, á trolbananum og við blóðgingarkarið, áðrenn vit gera okkum tankar um ella eiga nóg mikið til at seta pening í bátar og skip.
 At tað tekur tíð, áræði og hegni at blíva yvirmaður á brúgv ella í maskinrúmi, júst sum tað krevst heppin hond fyri at blíva eigari av báti, skipi og fiskiloyvi. Akkurát tað sama, sum tað krevur treysti, ágrýtni og royndir at ogna sær ein handil, eitt handverks-, ídnaðar- ella fiskavirki. (Hvør kann bara traðka inn á ein bóndagarð og reka hann við skili og avlopi? Ella heldur Kári, at »nýggir menn« kundu gjørt hansara arbeiði?).
 At tað kostar milliónir at keypa ella byggja bát ella skip.
 At eingin hevði gjørt íløgur í skip uttan vissu fyri at sleppa at fiska.
 At eingin »nýggjur« ella »gamal« fær fígging til at útvega sær skip uttan fiskiloyvi.
 At fiskivinnan (tó við fleiri undantøkum) frá mitt í 90-árunum til 2002 gav avlop, tí
1) flestu skip vóru at sanerað,
2) fiskiskapurin góður, og
3) fiskaprísirnir sum heild hækkandi.
 At fiskivinnan annars gongur upp og niður so ógvisliga, at tú ikki hevði havt eina vón um á uppboði at keypa fiskiloyvi fyri "rættan" prís.
 At »rætti« prísurin á uppboði fyri fiskiloyvi eitt ár fram er so vónleyst trupul at rokna út, at sjálvt fullroyndir fiskimenn høvdu verið um ein háls í heilum.
 At flestu feløg longu hava keypt sær fiskidagar, kvotur og loyvi fyri dýran pening, sum so skal gjaldast aftur, um eigararnir gera av at selja skip og loyvi.
 At allur fiskiflotin javnan í vanligum tíðum gongur við smáum avlopum samanlagt og enntá ofta við dundrandi halli.
 At landskassin hevði staðið eftir við upptøkuni, um hall og húsagangir høvdu verið meiri enn eitt ár á rað.

Torvmold og lokkidorg
Annars skal eg rætta eitt falsum hjá Kára Petersen, tá hann sigur, at eingin útskifting er í fiskivinnuni. Meg lysti at vita, hvussu nógv gomul feløg eru farin og nýggj feløg eru komin síðan 1994. Tað vísir skjótt útskifti, nógva nýskapan og stóran dynamikk í okkara høvuðsvinnu.
Men tað áhugaverda er fjalda dagsskráin hjá Kára Petersen við uppboðssølu av fiskiloyvum. Her er meiri talan um brell eftir at seta klørnar í føroysku fiskivinnuna við, at hitt almenna leggur hald á kvoturnar og fiskiloyvini.
Vit minnast, tá partamnaðurin hjá Kára, Tummas Arabo, í 80unum vildi hava táverandi »verandi« fiskimenn vekk og»nýggjar« (t. e. teir ideologiskt og ikki teir fakliga kvalifiseraðu) til. Tann politiski »dynamikkurin« var høvuðsorsøkin til sorlið í búskapinum aftan á 1989.
Kári Petersen tystir eftir makt gjøgnum sítt almenna embæti. Tað fær hann, um hann byrokratiskt sleppur at umsita fiskatilfeingið og at kontrollera, hvør kann keypa fiskiloyvi.
Hatta við skattalættanum er torvmold og ein lokkidorg. Landskassin fær neyvan 1/10 av av teimum ætlaðu 300 milliónunum eitt miðal fiskiár. Flotin fer kollektivt á heysin, um boðini hava ligið ov høgt. Tær ætlaðu 300 miljónirnar verða brúktar til meiri útjavning og enn størri embætisvald.

Hvat er virðið á embætinum hjá Kára?
Tað var fjalda dagsskráin, tá teir fyri 12 árum síðan fingu flættað inn í lógina um vinnuligan fiskiskap, at fiskurin í sjónum er »ogn Føroya fólks.«
Men »Føroya fólks« í hesum føri eru ikki føroyskir fiskimenn. Heldur ikki meinigi føroyingurin. Enn minni tey, sum eiga og virka í vinnulívinum á sjógvi og landi. Nei, »Føroya fólk« í hesum føri eru tey embætisfólk, sum fáa fasta og trygga toppløn fyri at umsita, stýra, skatta og kontrollera »Føroya fólk«.
Fiskimenn, sum vága sína uppsparing, inntøku, sítt hús og heim og hava sett alt í bát, skip og fiskiloyvi, gera tað undir egnari ábyrgd. Víst kann tað eydnast summi ár, so at avlop verður og ríkiliga tað. Men tað miseydnast líka so javnan. Gongur heilt galið, missa hesir fiskimenn alt tað, teir hava vágað. Men júst hetta váðafýsni gevur neyðugan dynamikk og góðar inntøkur til land og fólk.
Men embætisveldið váðar einki. Embætismaðurin situr trygt á sínum almenna skrivstovukrakki fyri somu akademisku løn, um hann ger nakað til nyttu ella einki. Um hansara ráð til føroyingar kastar vinning av sær ella veldur tap og peningaspill.
Embætisveldið hjá Kára & Co. virkar uttan persónliga ábyrgd. Sjálvt størstu ólukkur og risa pengatap, sum teirra ráðgeving er orsøk til, kostar teimum einki. Byrokratiskir brølarar fáa bara fylgjur fyri hini (eitt nú fiskimenn), sum vána ráðgevingin gongur út yvir. Kári hevði fingið somu løn og sitið líka tryggur í embætinum aftan á eitt skrædl, sjálvt um hann við síni ráðgeving hevði verið atvoldin.
Kanska átti løgtingið heldur at umhugsað at selt øll størv hjá føroyskum embætisfólki á almennum uppboði hvørt ár. Ella kanska skuldu tey sloppið at bjóða fyri 5 ár í senn. Landskassin rindar í ár yvir 2 miljardir krónur í almennum lønum. Inntøkurnar frá hesum uppboði av almennum størvum kundi verðið latnar sum skattalætti. Har skuldi verið møguligt at spart 300 miljónir um árið.
Ná, men slík uppboðskipan verður helst, tá Føroya fólk ger av, at tey ikki longur hava ráð til eitt so dýrt embætisveldi.
Inntil tá skal áheitan mín á løgtings- og landstýrismenn skal vera: Latum okkum varðveita okkara fríu fiskivinnu, sum hevur roynst okkum so væl higartil, at hon sjálvt eitt vána ár til fiskiskap og fiskaprísir gevur 3,5 miljardir krónur og eitt gott ár 4,4 miljardir krónur í útflutningsvirði. Hesir útflutningur er grundarlagið undir 10 miljardum í BTÚ. Hann er breyð á borðið. Dagligt breyð og okkara høga livistøði er av sonnum »ogn Føroya fólks.«