effektiviserast og rationaliserat og tann vegin gerast bíligari. Men hann vil ikki hoyra talan um, at hetta merkir tað sama sum uppsagnir, og hann ávarar ímóti at gera alt upp í krónum og oyrum. Tann hugburðurin [...] meg í umsitingini, og tað er ikki mín uppgávu at sita og eftirrokna teimum tølum, tey koma við. Eg havi fult álit á teimum. Mín uppgávu er at stinga út í kortið politisku kósina og leggja rygg til tá á [...] tað longra stráið, og vit fóru ongantíð eftir hæli undir samráðingunum. Og tað var ikki minst góðu fyrireikingunum á embætismannastigi fyri at takka. Kartin er útbúgvin politistur, og gjørdist sýslumaður
ikki liðugt umvældur enn, og tí eru Hans Eiler, konan, Linda og børnini, Hans Martin og Helena Charlotta ikki flutt inn enn. Arbeiðið verður liðugt einaferð síðst í næstu viku, og tá vænta tey at flyta inn [...] liðug, og hana hevur Hans Eiler brúkt síðani mikudagin, tá ið hann alment byrjaði í starvinum. Verða kendur við fólkið Klaksvíkin er ikki nakað nýtt og ókent økið fyri Hans Eiler. Sum smádrongur og seinni [...] at fólk á staðnum skulu koma at kenna okkum. Eg eri settur sum prestur fyri øllum í prestagjaldinum, og eg ynski eisini at vera prestur fyri øllum. Tí fari eg heldur ikki uppí nevndir av ymiskum slag
sum er millum Føroyar og Bretland og markið, men hinvegin eigur ein ikki at vera blindur fyri, at teir kunnu brúka hesa støðu millum Føroyar og Bretland til at tæna norskum ídnaði og áhugamálum. Teir vita [...] við sær og tær krevja tí eisini nýggjar avgerðir. Ein kann siga, at viðurskifti okkara við bæði Noreg og Stórabretland eru inni í eini broytingartíð, sum krevur nýggjar tankar, nýggjan hugburð og broytingar [...] heilt órímuligt og imperialistiskt, so vil tað vera so sum so við samvinnu millum føroyingar og bretskan oljuídnað. TAÐ er tí ikki sørt av lagnunnar speisemi, at samráðingarnar í London og vitjan løgmans
fyrsta at fáa øði í fakfeløgini og harnæst at traðka landsstýrismannin úr einum fakfelagsflokki so dyggiliga á tærnar. Men ikki gongur altíð, sum prestur prædikkar. Og vónandi hevur Bjørn á Heygum við [...] uppskotið hjá Bjørn á Heygum og Óla Breckmann um arbeiðsrætt. Í útvarpinum í gjár mátti seinni av uppskotsstillarunum leggja seg fyri knøini á landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum og biðja um umbering. TEIR [...] vera í, at tingmenn leggja uppskot fram, eins og landsstýrismenn gera tað. Her hugsaði Bjørn ov stutt. MEN so kom landsstýrismaðurin fram í útvarpinum og segði seg einki kenna til málið, hóast her var
stýra peningarenslinum og sum ráðgeva í peninga málum. Lóg um landsbankan varð samtykt í 1978, men bæði Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin settu føtur í spenni at stovna landsbankan. OG teimum á baki kom bergmálið [...] í bankanum fyri at hava lænt til vitleysar íløgur og fyri at hava verið við til »skattasirkussið«. Harafturat fáa fyrrverandi løgmenninir, Atli Dam og Jógvan Sundstein, eisini av at vita fyri búskapin [...] peningur floymdi til landið, so umsetningurin í bankunum øktist 25 prosent ár um ár. POLITIKKUR er at skipa dagsins samfelag og skipa tað til komandi tíðir. Men í politiska kjakinum hoyrir eisini tað farna við
flokki, sum umsitur fíggjarmál og sum sigur seg vera so ábyrgdarfullan, at tingmenn og borgarstjórar koma við teimum størstu krøvunum. MÁLIÐ um íløgustuðulin er eitt stórt og principielt mál. Talsmaðurin [...] er ímóti, og at hetta í síðsta enda hóvar leiðsluni í fólkaflokkinum, tí við at brúka henda politiska framgangsháttin, fær hon bæði í posa og sekk. John Petersen hevur staðið fastur við sítt og harvið skapt [...] einari rødd í Tinganesi og eini aðrari í tinginum ? alt eftir sama leisti: hvussu kanst tú bjarga tær flestar atkvøður við at vera bæði fyri og ímóti ? innan fyri sama flokk. Og tað ber ótrúliga væl til
at loysa frá Danmark, og minni enn 20 prosent vilja halda fast við sambandið undir heimastýrislógini. Bæði Sambandið og Tjóðveldið hava hildið fast við síni víðgongdu sjónarmið, og ynskja veljararnir veruliga [...] heilsuverk og skúlaverk, hóast næstan ein milliard varð spard á fíggjarlógini. SJÁLVANDI er politikkur Javnaðarfloksins at styrkja vælferðarsamfelagið, men tað gerst ikki uttan ein dyggan vinnupolitikk og øktar [...] JAVNAÐARFLOKKURIN byggir sína stevnu á samhaldsfasta samfelagið, har pláss er fyri øll og øll hava javnbjóðis kor, og eina nýggja sjálvstýrislóg innan ríkiskarmin, eina lóg, sum skal geva føroyingum fult
verður farið ov langt á loysingaleið og hinumegin, at borgarligur politikkur ikki fær ov lætt spæl. Uppaftur ein møguleiki er tjóðveldisflokkur, javnaðarflokkur og sjálvstýri. Men ivasamt er um hesir fáa [...] við minnilutalandsstýrum. Og loksins at onkur av hinum smáu flokkunum eru við til at fáa eina av teimum mongu kabalunum at ganga upp. TAÐ skulu og eiga at takast stórar og álvarsligar avgerðir í føroyskum [...] sjálvstýri, størri sjálvsábyrgd, einum sosialum meira tryggum og rættvísum samfelag, einum sunnari vinnulívi - og sum haraftrat vilja varðveita og menna okkara mentan í góðum samljóði við umheimin.
ósmædni, og herfyri samtykti landsfundur floksins, at hann skuldi virka fyri »fullveldi« í næsta valskeiði. Hetta kann flokkurin jú gera, tí hann er jú tilvitandi um, at so leingi, at Sambandið og Tjóðveldið [...] meginpartin av síni agitatión ímóti tí vælferðarpolitikki, sum fakfeløg og javnaðarflokkar hava stríðst fyri í skjótt eina øld. Ein politikkur, sum hevur reist vanliga føroyingin, so hann í dag frælsur kann smíða [...] veljarakanningini, sum sjónvarpið hevur gjørt, verður Fólkaflokkurin størsti flokkurin á løgtingsvalinum og fær 23-24 prosent í sín lut. ENN hevur sjónvarpið ikki kunngjørt, hvussu veljaraflytingin er millum
Leygardagin kl. 16.00 verður jólatræið á Vaglinum í Havn tendrað. Havnar Hornorkestur spælir, og Kjartan Mørkøre, prestur, og Leivur Hansen, býráðsformaður, tala. Eftir at jólatræið er tendrað, umleið kl. 16.30 [...] Tórshavnar Musikkskúla á Káta Horninum. Hini jólatræini í kommununi, á Argjum, á Hvítanesi, í Kaldbak og í Norðradali verða tendrað eina viku seinni, t.v.s. leygardagin 6. desember.