Tendra jólatræið í Havn leygardagin

.

Leygardagin kl. 16.00 verður jólatræið á Vaglinum í Havn tendrað. Havnar Hornorkestur spælir, og Kjartan Mørkøre, prestur, og Leivur Hansen, býráðsformaður, tala.

Eftir at jólatræið er tendrað, umleið kl. 16.30, syngur barnakór hjá Tórshavnar Musikkskúla á Káta Horninum.

Hini jólatræini í kommununi, á Argjum, á Hvítanesi, í Kaldbak og í Norðradali verða tendrað eina viku seinni, t.v.s. leygardagin 6. desember.