Tað var ein hørð útpurring, tá danski fíggjarmálaráðharrin Mogens Lykketoft ringdi ein týsmorgun í mai mánað og boðaði frá, at hann kom til Føroya seinni í somu vikuni. Nú skuldi endi fáast á tí stóra og skaðandi bankamálinum millum ríkispartarnar.
51 ára gamli Kartin Hansen hevði bert virkað ein dag sum landsstýrismaður við fíggjarmálum, tá telefonin ringdi henda týsmorgunin. Og longu nú skuldi standa á gomlum nøglum. Milliardir stóðu upp á spæl, og her stóð hann - ein sýslumaður í farloyvi - mitt í rokanum. Kortini kom hetta ikki óvart á mannin, sum fekk gott í tjóðveldisbeinið longu frá barnaárunum. Faðir hansara Frederik Hansen - kallaður strejku Frederik, í sambandið við útróðarmannaverkfallið í 1954 - var í mong ár tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin.
- Ja, politikkur hevur altíð verið partur av mínum lívi, hóast tað ofta hevur verið aftan fyri leiktjøldini, sigur Kartin, sum fór til skips longu 14 ára gamal og framvegis dámar at fara til útróðrar. Men tað er ikki so ofta nú, sum fyrr. Somuleiðis fær bóndalívið í Mikladali framvegis ávísan prioritet, sjálvt um arbeiðsstaðurin eitur Argir og bústaðurin framvegis er í Klaksvík.
- Kanska fái eg mær eitt kamar í Havn. Men eg verið búgvandi í Klaksvík. Har er mín familja, og tað er har eg kenni meg heima, sigur landsstýrismaðurin, sum framvegis er valdur í Klaksvíkar Býráð, men er farin í farloyvi í sambandi við nýggja starvið.
Sunn fornuft
Nýggi føroyski fíggjarmálaráðharrin hevur ikki nakra akademiska útbúgving innan búskap í viðførinum, nú hann eftir egnum ynskjum saman við restini av sjálvstýrissamgonguni millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin setir kós móti einum suverænum føroyskum stati. Men tað leggur hann onki í.
- Mín sannføring er tann, at tú sum fíggjarmálaráðharri ikki nýtist at vera fíggjarfrøðingur fyri at taka avgerðir. Fíggjarfrøðingarnar hava eg rundan um meg í umsitingini, og tað er ikki mín uppgávu at sita og eftirrokna teimum tølum, tey koma við. Eg havi fult álit á teimum. Mín uppgávu er at stinga út í kortið politisku kósina og leggja rygg til tá á stendur. Sjálvur eri eg av tí sannføring at sunnfornuft er tað týdningarmiklasta amboðið, tá tú skalt reka politikk. Eisini fíggjarpolitikk. Tað er ikki altíð so torskilt, sum onkur vil gera tað til.
Kartin hevur alt gott at bera føroyska embætismannaveldinum higartil. Hann leggur serliga dent á, hvussu væl varð arbeitt í Danmark, tá samráðingar vóru við donsku stjórnina.
- Góða fyrireikingararbeiðið hjá føroysku tænastumonnum sera týðandi. Tað merktist væl undir samráðingunum. Vit høvdu avgjørt tað longra stráið, og vit fóru ongantíð eftir hæli undir samráðingunum. Og tað var ikki minst góðu fyrireikingunum á embætismannastigi fyri at takka.
Kartin er útbúgvin politistur, og gjørdist sýslumaður í Klaksvík í 1985. Áðrenn hevði hann arbeitt sum politistur í Havn og í Klaksvík. Kartin var somuleiðis í ellivu ár formaður í Føroya Politistafelag, og fekk frá 1982 til 86 illa sperda 14. september úr armóðini, tá hann eitt skifti arbeiddi og síðan var nevndarformaður í felagnum, sum rak 14. september. Og millum mangt annað hevur Kartin eisini verið formaður í IRF seinastu seks árini. Her vísir hann á, at tá hann kom til var undirskot og IRF var ikki júst elskaður felagsskapur. Seinastu árini hevur verið yvirskot, og friður hevur valdað.
Og sjálvur kennir Kartin eisini frið á sær, hóast hann pr. definitión er komin í ein heitan sess.
- Eg havi tað soleiðis, at tú skalt gera upp við tá sjálvan áðrenn tú tekur ábyrgd á teg. Er tú til reiðar at rinda prísin, so er onki at ivast í. Og eg ivaðist ikki, tá fyrispurningurin kom, um eg vildi vera landsstýrismaður við fíggjarmálum.
- Eg havi tað eisini soleiðis, at eg taki ikki arbeiðið við mær heim. Tá eg farið út gjøgnum hesar dyr klokkan 18 um kvøldið, so fara eisini dyrnar aftur uppi í mínum høvdi.
Fastur gestur í Betesda
Kartin kemur sjálvur inn á, at ein orsøk til, at hann ikki óttast stórar avbjóðingar er hansara Guðstrúgv. Og Kartin ynskir ikki at broyta gerandisdagin hjá sær meira enn neyðugt, hóast hann nú telist millum landsins hægstu menn, og brádliga er vorðin partur av ráðandi stættini.
- Fyri meg er tað týðandi ikki at missa sambandið við tey fólk, eg higartil havi verið saman við í gerandisdegnum. Fyri meg er tað týðandi, at hetta er ikki ein stremban eftir status. Minst líka stórur partur av mínum vinfólki eru eitt nú sjómenn og vanligt arbeiðsfólk. Vanliga vitji eg eisini ofta í samkomuni í Betesda, og har frá koma eisini nógv av mínum vinfólkum. Tað er ótrúliga týðandi fyri meg, at hetta framvegis er tað grundleggjandi í mínum lívi. Harrin hevur jú skapt alt, og hann gevur mær eisini kraft. Hetta er eisini tað, ið ger, at eg taki tað so róligt. Hetta merkir kortini, at Guð tekur avgerðir fyri meg. Vit menniskju eru sett í heimin at taka avgerðir. Men tá eg taki avgerðir, so má eg eisini lurta eftir míni egnu samvitsku.
Yvirskot
Kartin Hansen leggur dent á, at alt tað, ið verður gjørt, nú arbeiðið við fíggjarlógini fyri 1999 longu er farið í gongd er við tí fyri eyga, at føroyingar fult út skulu ráða í egnum landi.
Sum nakað nýtt heldur fíggjarmálastýrið nú til á Argjum. Um tað eru glashúsini, ið eru orsøkin til varsemið, tá prátið kemur inn á, hvussu pengar skulu brúkast, og hvar pengar skulu sparast á komandi fíggjarlógini, er ikki lætt at vita. Kortini er Kartin ikki bangin fyri at staðfesta, at yvirskot skal ið hvussu er verða á fíggjarlógini fyri 1999.
Hvussu stórt vil hann ikki siga nakað um enn. Tá vit fiska eftir, um tað skal vera trísiffra, er svarið:
- Tað hevði verið ynskiligt.
Samstundis ger Kartin vart við, at yvirskotið upp á stívliga 160 milliónir á fíggjarlógini fyri 1997 var nakað serligt, tí Føroya Banki afturførdi meginpartin av hesum pengum. Og hetta fer ikki at henda á hvørjum ári.
Almennar íløgur vera heldur ikki serliga frammaliga á skránni, sum er.
- Mín hugsan er tann, at tá íløguhugurin í privatu vinnuni er góður, eigur tað almenna at halda aftur, og ikki gera íløgur í meira enn hægst neyðugt. Privati íløguhugurin er góður nú, í tí skulu vit halda aftur. Vit skulu heldur leggja til síðis til verri tíðir.
Fíggjarmálaráðharrin viðgongur eisini, at nýggja avtalan við donsku stjórnina gevur honum góðar treytir at arbeiða undir. Avdráttur til rentur og avdrøg er fastsettur til 323 milliónir krónur næstu 20 árini. Uttan avtaluna høvdu bara rentuútreiðslurnar skjótt táttað upp móti hálvari milliard árliga! So á tí økinum er talan um góðar arbeiðstreytir.
Effektivisera almenna sektorin
Kartin Hansen er eisini av tí fatan, at almenni sektorurin eigur at effektiviserast og rationaliserat og tann vegin gerast bíligari. Men hann vil ikki hoyra talan um, at hetta merkir tað sama sum uppsagnir, og hann ávarar ímóti at gera alt upp í krónum og oyrum. Tann hugburðurin er vandamikil, heldur Kartin.
- Lat meg siga tað soleiðis, at vit eru 45.000 fólk í Føroyum, og vit sum eru í almennum starvi eiga til eina og hvørja tíð at spyrja, hvat vit kunnu gera fyri tey 45.000 fólkini, ið hava ein tørv. Tað má ongantíð blíva øvugt; at tú spyrt, hvat fólkið kann gera fyri tað almenna.
Spurdur á hvørjum vongi í Tjóðveldisflokkinum, hann stendur, sigur Kartin:
- Eg eri rættiliga í miðjuni. Spurningurin er eisini, hvat er vinstra og hvat er høgra. Hyggja vit at 80'unum, so var Fólkaflokkurin ofta tann dúgligasti at føra sosialistiskan politikk. Fyri meg snýr tað seg um, at ongin í hesum landi skal føla seg minni mentan. Vit skulu kunna lyfta tey veikaru upp, uttan at tað skal merkja, at tey sterkaru skulu trýstast niður. Og eg teljist eitt nú millum teirra, ið ikki trúgva, at tað sosialir trupulleikar verða loystir, um tú bert gert ein dýran stovn. Tann menniskjaligi parturin telur upp aftur meira.
Kortini er hann ikki ein maður sum sær út til at vera keddur av, at danski blokkurin upp á eina slaka milliard krónur er fastlagdur komandi trý árini og at hann sostatt fær frið meginpartin av hesum valskeiðnum at leggja ein langsiktaðan fíggjarpolitikk til rættist. Kartin Hansen dylir nevniliga ikki fyri, at hetta er neyðugt at hava fyri eyga, um Føroyar nakrantíð skulu gerast sjálvbjargnar.
Kortini merkir hetta ikki, at eitt nú undirsjóvartunnilin til Vágar verður av ongum. Kartin heldur seg loyalt til politisku semjuna um, at pengar skulu setast av á hvørjum ári.
- Men talan verður ikki um hundraðtals milliónir eftir stuttari tíð. Kanska einar tíggju milliónir í grunn um árið.
Hvat so við Norðoyggjum. Fáa tær nakran fyrimun, nú bæði løgmaður og fíggjarmálaráðharri sigla dagliga um Leirvíksfjørð?
- Tað er sjálvsagt fólkið í Klaksvík, sum í síðsta enda er atvoldin til, at eg nú eri vorðin landsstýrismaður. Eg umsitið tó fíggjarmál fyri allar Føroyar. Men tað er greitt, at eg eisini fari at hava eitt vakið eyga við Norðoyggjum, og eru tað øki, har tær eru afturúrsigldar, so má syrgjast fyri at dagføra tað, ið neyðugt er, sigur Kartin Hansen, og leggur tó dent á, at hetta ikki merkir, at undirsjóvartunnil til Klaksvíkar er á skránni.
- Men ferðasambandi frá og til Klaksvík er onki at reypa av. Tað kenna bæði eg og løgmaður til.
Sigur nýggi fíggjarmálaráðharrin við ikki sørt av einum smíli.