Í 2022 gjørdu Nes kommuna og Bústaðir rammuavtalu um eitt grundøki oman fyri kommunuskrivstovuna á Toftum. - Avtalað varð, at Nes kommuna gjørdi grundøkið byggibúgvið og síðan seldi tað til Bústaðir, sum [...] beint við kommunuskrivstovuna hjá Nes kommunu. Íbúðirnar verða umleið 50 fermetrar. Aftrat íbúðunum verða felagshølir, starvsfólkarúm, goymsla, tøknirúm og annað. Í Nes kommunu vita tey at siga, at aftan [...] Súni í Hjøllum, borgarstjóri, greiddi frá upprunaligu tilgongdini hjá Nes kommunu í samband við at útvega grundøkið. Vegna býráðið í Nes kommunu takkaði hann fyri góða samstarvið við Almannaverkið og Bústaðir
síðstu viku at tað kom fram, at Sunda kommuna hevði selt einum felag undir stovnan eitt 4.000 fermetra stórt grundstykki í Saksun fyri góðar 200.000 krónur. Men ein kommuna kann ikki selja fastognir uttan at [...] at lýsa tær alemnt til sølu. Tí er tað beinleiðis brot á grein 44 í kommunulógini, sum Sunda kommuna hevur gjørt. Men hendan avgerðin verður nú eftir øllum at døma broytt, hóast keyparin hevur goldið fyri
Í samband við sólarmyrkingina í morgin, heitir Nes kommuna á allar íbúgvar í kommununi um ikki at fara við bili eftir Agninum, men í staðin njóta sólarmyrkingina til fóts. Hetta fyri at minka trýstið á [...] nógva ferðslu, og tí er vandi fyri, um nógv ferðsla verður, at ferðsluruðulleiki kann koma í. Nes kommuna heitir tí á allar borgarar í kommununi um ikki at fara við bili eftir Agninum, men heldur at fara [...] íbúgvum í kommununi til morgunmatar í B68-húsinum, og húsið læt upp longu klokkan 07.30. Gøtuljósini í Nes kommunu verða sløkt, meðan sólarmyrkingin er.
Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, sum vígdi tey bæði. - Vit ynskja brúðarparinum hjartaliga tillukku, alt tað besta og blíðan byr á lívsleiðini. Soleiðis skrivar Nes kommuna á sínari heimasíðu nú s
oktober 2020, eru tað 100 ár síðani at Hovs kommuna gjørdist sjálvstøðug kommuna, tá kommuna fór burturúr Porkeris og Nes-Porkeris sókn, og gjørist sjálvstøðug kommuna og sókn. Korona-støðan førdi við sær, at [...] at 100 ára dagurin í Hovi varð hildin heldur annarleiðis. Tí Hovs kommuna hevur í dag givið hvørjum húski eina lagkøku, umframt at allir borgarar fingu eitt gávukort á 3-rættir, veit Suðurrás at siga.
Fyri nøkrum árum síðan gjørdu Nes og Runavíkar kommuna í felag eina gongugøtu um Innara Toftavatn. Átakið hevur verið til gleði og gagns fyri mong, sum hava vitjað um hesar leiðir. - Fleiri av okkara borgarum [...] Toftavatn er. Tað staðfesta tey í Nes kommunu á síni heimasíðu í dag. Tey vísa á, at í áarførinum fyrr í vikuni fekk gøtan nakað av skaða, sum arbeiðsmenninir hjá Nes kommunu beinanvegin fóru í holt við [...] Jan Petersen, arbeiðsformann hjá Nes kommunu. - Millum ár og dag hava teir báðir arbeitt nógvar tímar á gøtuni við Toftavtatn, og tað eru vit í Runavíkar kommunu og Nes kommunu teimum sera takksom fyri
. Nýggjastu størri útstykkingarnar, sum Sjóvar kommuna hevur framt, eru 11 grundstykki á Fríðufløtum og 42 grundstykki við Hálsatjørn. - Hesi grundstykki hava gingið sum heitt breyð, og øll tey hesi 53 [...] náttúruvakrir blettir, sum ríka kommununa og gera, at Sjóvar kommuna er tað, hon er. Borgarstjórin vísir á, at kommunan eisini hevur nøkur grundstykki tøk Innan Glyvur - í Geilini, sum tað verður rópt. - Vegurin [...] Sjóvar kommuna hevur seinnu árini gjørt nógv fyri at fáa fólk at seta búgv í kommununi, og alt bendir á, at hetta hevur givið úrslit. Tá Artur Johansen tók við sum borgarstjóri í kommununi hin 1. januar
Nes kommuna hevur gjørt av, at rennibreytin á Svangaskarði verður reinsað, og hetta arbeiði skal gerast fyrst í oktober. Rennibreytin bleiv gjørd til Oyggjaleikirnar, sum vóru í Føroyum í 1989, og tað [...] tað týska fyritøkan Polytan sum leveraði rennibreytina, og sum stóð fyri arbeiðnum. Nes kommuna visir á, at rennibreytin seinast varð reinsað fyri umleið 10 árum síðani, og nú er aftur stórur tørvur á at
treytað av, at tað í økinum búgva í minsta lagi 3.000 íbúgvar. Nes Kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at Rúnavíkar, Sjóvar og Nes kommuna tíðliga í komandi ári fara at greina, hvørjar tænasturnar á eldraøkinum
ítróttarøki. Eisini er skjótt at leggja sær leiðina niðan í náttúruvakra økið kring Toftavatn, skrivar Nes kommuna. Nógv hava tikið av hesum serstaka møguleika, og flestu íbúðirnar eru longu umbidnar. Teir báðir [...] fullari ferð at fáa teir lidnar. Væntandi verður tann fyrsti liðugur síðst í hesum árinum, skrivar Nes kommuna. Tá ið allir fýra íbúðarbygningarnir eru lidnir í 2022, eru 34 nýggjar íbúðir á Toftum. 10 leiguíbúðir