Grundstykki ganga sum heitt breyð

Verulig gongd er nú komin á søluna av grundstykkjum í nýggju útstykkingini við Lýðarsveg á Toftum.

Gongd er komin á søluna av grundstykkjum í nýggju útstykkingini við Lýðarsveg á Toftum, og nú eru átta grundstykki seld.

 

- Útstykkingin varð liðug í 2008, men tað vísti seg, at eftirspurningurin eftir grundstykkjum í Nes kommunu, eins og í restini av Føroyum, minkaði burtur í einki í 2008.

 

Nes kommuna veit at siga, at í eini roynd í at fáa gongd á søluna, tók bygdarráðið ta avgerð hin 1. desember í 2014 at lækka grundstykkjaprísin við 100.000 krónum - úr 297.500 niður í 197.500 krónur.

 

Tey 24 grundstykkini, sum í miðal eru 650 fermetrar til støddar, eru næstan byggibúgvin, men í 2014 vórðu bert tvey grundstykki seld.

 

- Nú er eftirspurningurin og áhugin fyri grundstykkjunum við Lýðarsveg vaksin, og Nes kommuna fær javnan fyrispurningar um hesi, veit kommunan at siga í dag.