Eldraøkið skal eftir ætlan leggjast út til kommunurnar at umsita 1. januar 2015. Tá eldraøkið er lagt út til kommunurnar at umsita, eru tað kommunurnar, sum hava ábyrgdina av heimatænastuni, eldrarøkt v.m.
Møguleiki er at gera kommunalar samstarvsavtalur í samstarvsøkinum, treytað av, at tað í økinum búgva í minsta lagi 3.000 íbúgvar.
Nes Kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at Rúnavíkar, Sjóvar og Nes kommuna tíðliga í komandi ári fara at greina, hvørjar tænasturnar á eldraøkinum skulu verða, og hvussu tær skulu skipast. Útgreiningararbeiðið skal enda við eini samstarvsavtalu, sum skal verða klár at undirskriva fyri 1. mai 2014, verður skrivað á heimasíðuni.
Frammanundan samstarva kommunurnar kring Skálafjørðing um eitt nú barnaverndartænastuna og tilbúgvingina (Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið).