Nes kommuna hevur gjørt av, at rennibreytin á Svangaskarði verður reinsað, og hetta arbeiði skal gerast fyrst í oktober.
Rennibreytin bleiv gjørd til Oyggjaleikirnar, sum vóru í Føroyum í 1989, og tað týska fyritøkan Polytan sum leveraði rennibreytina, og sum stóð fyri arbeiðnum.
Nes kommuna visir á, at rennibreytin seinast varð reinsað fyri umleið 10 árum síðani, og nú er aftur stórur tørvur á at fáa hana reinsaða fyri ókrút og annað.
- Í hesum sambandi er avtala gjørd við Polytan, sum fyrst í oktober kemur á Toftir við serbygdum reinsibili til at gera arbeiðið, sum helst fer at taka einar tveir dagar, sigur kommunan.
Tað er eisini Polytan, sum hevur leverað báðar fótbóltsvallirnar á Svangaskarði.