Íbúðirnar verða partur av nýggja býlinginum, ið er staðsettur mitt í hjartanum á Toftum við sera góðum útsýni yvir Skálafjørðin. Stutt og skjótt er til handlar, skúla, barnagarð og ítróttarøki. Eisini er skjótt at leggja sær leiðina niðan í náttúruvakra økið kring Toftavatn, skrivar Nes kommuna.
Nógv hava tikið av hesum serstaka møguleika, og flestu íbúðirnar eru longu umbidnar.
Teir báðir íbúðarbygingarnir, sum Bústaðir í løtuni byggir á Toftum, er innilokaðar, og arbeitt verður við fullari ferð at fáa teir lidnar. Væntandi verður tann fyrsti liðugur síðst í hesum árinum, skrivar Nes kommuna.
Tá ið allir fýra íbúðarbygningarnir eru lidnir í 2022, eru 34 nýggjar íbúðir á Toftum. 10 leiguíbúðir, 8 lutaíbúðir og 16 eigaraíbúðir.