heimsbardaga, tá ið teir sigldu vandasjógv tey árini fyri at bjarga konu og børnum mat í munnin. Løgmaður nevndi eisini, at júst í ár eru 40 ár liðin, síðan ?Stella Argus? gekk burtur við 22 monnum. Hetta var størsti [...] Tey virði, sum verða skapt í sjómansins hondum, koma okkum øllum til góða, segði Edmund Joensen, løgmaður. Havið er annað enn ævintýr og dreymar Hann nevndi, at flestu menn í Føroyum hava verið til skips [...] Tað var í 1949, at løgtingið samtykti, at 1. november skuldi verða hildin sum minningardagur teirra sjólátnu. Ein virðiligur siður - Við hesi avgerð varð ein virðiligur siður tikin upp, tí fáar tjóðir
so tað verður silvitnislogn, eisini í lívi hins einstaka. Vit uppliva, at tað sum tóktist vakurt og sterkt munar lítið, tá ódnarstormarnir leika. Vit uppliva, at júst sum eydnan tóktist blíð, og silvitnislogn [...] bygt á bjálkum, langt frá tí, segði Hilmar Danielsen. Hann umrøddi vanlukkuna, tá Ernestina fórst í 1930 í Íslandi. Tað var ein bardagi millum manning og eitt uppøst hav. Tað var eitt undur, at nakar kom [...] tey mistu aftur, men vit kunu fáa stuðul í sorgini - stuðul sum kann hjálpa okkum ígjøgnum ta tungu tíðina við einsemi og hjálparloysi, segði Hilmar Danielsen m.a. í røðu síni.
FÓTBÓLTUR: Mest óvæntaða úrslitið í donsku Superliguni hetta vikuskiftið kom í Parkini, har FC Keypmannahavn spældi ímóti botnliðnum OB. OB, sum bara hevur tapt í ár, og var langt aftast undan hesum umfarinum [...] umfarinum, vann dystinum móti oddaliðnum 2-0. Erik Bo Andersen, sum júst er komin heim úr Skotlandi, har hann hevur spælt við Glasgow Rangers, skoraði fyrra málið hjá OB. Donsku fjølmiðlarnir lata ikki
21 milliardir. Hetta komst serliga av støðuni í Jugoslavien og í Somalia. ST hevur friðarvarðveitandi eindir í ikki færri enn 15 londum. Úr einum kassa í annan Fyri at koma aftur til fíggjarstøðu ST?s [...] seinri eru ikki færri enn 185 lond umboðaði í ST. Stórsligin sjón at síggja - henda vakra heystardagin - øll hesi fløgg sum í húnarhátt veittraðu og boðaðu frá at júst teirra land var umboðað. Tá eyguni fullu [...] ) um nýggjan ST-bygnað - ein nýggjan ST-reform. Meðan starvsfelagar mínir heima í Føroyum í hesum døgum stríðast í fíggjarnevndini, við uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 1998, og helst við sveitta
lata dyrnar í Tilhaldinum í Tórsgøtu 21 upp fyri øllum pensionistum í Havn. Tað eru ikki meira enn nakrir fáir dagar, síðan hon varð sett í starv sum leiðari fyri Tilhaldinum, og hon hevur júst byrjað. Hetta [...] sett í verk við stuðli frá Almannastovuni. Tilhaldið verður í gamla Føroya Banka í Tórsgøtu, har Tekniski skúlin seinni var. Hvønn mikumorgun skulu Vanja og starvsnevndin fyri tiltakið hittast í hølunum [...] liggur eisini so væl fyri, mitt í býnum. Tilhaldið verður í stovuhæddini. Tað stóra rúmið, har bankin áður helt til, er ætlanin at býta upp, soleiðis at fólk kunnu sita í bólkum og takast við ymist. Hugsanin
inni í skipanini hjá Transocean varð lagdur á oljuráðstevnuni í Havn í mars í ár. Tá kom hann m.a. at tosa við ein av stjórunum í Transocean, Rickie Ricker, sum longu tá kundi síggja tað skilagóða í, at [...] at roynt seg í hesi vinnuni, nú alt bendir á, at tað verður eitt stórt boom í hesi vinnu. Bara Transocean skal seta fleiri hundrað fólk í arbeiði í næstum til at nøkta tørvin á boriarbeiði í Meksikanska [...] og aftur um trygd. Transocean leggur alla hugsandi orku í, at trygdin er ikki bert í lagi, men at hon er 100% í lagi. Her er als eingin slingur í valsinum. Øll, sum arbeiða á einum boripalli, frá vaskikonu
Í illverðrinum í september mánaða misti seismikskipið Geo Arctic kaðalútgerð fyri fleiri milliónir krónur. Seinni varð útgerðin tó funnin aftur og bjargað. Sosialurin skrivaði um hetta. Men tað, sum blaðið [...] annars fiskar svartkalva, tikin úr fiskiskapi og virkaði sum vaktarskip nakrar dagar. Og tað var júst í hesum tíðarskeiðnum, at kaðalútgerðin varð afturfunnin og dreggjað uppaftur. Fyri hetta arbeiðið [...] visti tá, var, at tað var føroyska skipið Thor úr Hósvík, sum bjargaði útgerðini. Partafelagið Thor í Hósvík, sum eigur millum annað Thor, hevði avtalu um vaktarhald hjá seismikskipinum Geo Arctic. Til
kappingarár. Jens Martin Knudsen hevur seinastu fimm árini spælt í GÍ, hóast hann er uppvaksin í NSÍ, men nú skiftir hann graslíkið í Gøtu út við gras í Íslandi. Fleiri føroysk feløg hava spurt seg fyri hjá málverjanum [...] tilboðið frá júst NSÍ. Jens Martin Knudsen hevur fingið við í sáttmálan, at hann hoyrir til í GÍ fram til 1. mai. Tað vil siga at ein stórur partur av fyrireikingunum til íslendsku kappingina fer fram í Føroyum [...] mai. Íslendska kappingin byrjar í vár, og heldur so fram uttan steðg fram til september mánaða. Eisini Øssur Hansen og Uni Arge tosa við íslendska felagið, og tað liggur í luftini, at tað Jens Martin verður
síðuna av einum bili við alifóðri. Deymurin frá einum slíkum bili er júst slíkur, sum rottum dámar, so ein rotta, sum helst hevur verið í lastbilinum, kom fram og sprakk upp á eina hill. Maskinmeistarin umborð [...] Søgur hava seinastu dagarnar gingið í Klaksvík um, at tað yður við rottu umborð á strandfaraskipinum Dúgvuni. - Tað passar ikki, men týsdagin var ein rotta umborð, sigur Sámal Jákup Hansen, skipari á Dúgvuni
sum er grundað millum undirvísingarstovnarnar í Føroyum og í okkara grannalondum ? í hesum førinum í Noregi, fer uttan iva at bera enn størri fruktir í framtíðini. Vit hava eisini grund til at frøast [...] Sum tykkum øllum kunn-ugt eru vit føroyingar í hesum døgum í ferð við at fyrireika okkum til eina møguliga oljuvinnu í Føroyum. Vit hava í hesum sambandi valt at fara hóvliga til verka og hvørki »kanna [...] Havn og í Klaksvík, Føroya Sjómansskúla, Maskinmeistaraskúlan og Stavanger maritime skole, sum var undirskrivað 26. februar í ár. Nógv fólk hava longu verið í okkara grannalondum á ymsum skeiðum, sum hava