Hann byrjaði við fyrsta ørindinum í sjóferðarsálminum hjá Mikkjali á Ryggi, Slættasti sjógvur og brattastu bylgjur. Myndin av havinum og mánnalívinum, har lýst verður, hvussu sera tætt knýtt hetta fólkið hevur verið at havinum.
- Tað hevur mangan verið havt á muni, at tað er nakað serstakt við fólki, sum livir nær náttúruni. Har kristindómurin er boðaður, eru strandarfólkið og oyggjafólkið mira heft at kristintrúgv síni, og onkuntíð hevur stórbýarfólkið kanska havt bros á varrum yvir tað góðtrúna bygdarfólkið.
- Vit liva so nær teimum øgiligu kreftunum, sum bera okkum ónt og gott. Vit uppliva, at Jesus kemur og hóttir á bylgjunum, so tað verður silvitnislogn, eisini í lívi hins einstaka. Vit uppliva, at tað sum tóktist vakurt og sterkt munar lítið, tá ódnarstormarnir leika. Vit uppliva, at júst sum eydnan tóktist blíð, og silvitnislogn var, so langt eygað rakk, so raka lívsins stormar okkum við ófatiligari megi, og vit eru um at verða tikin av fótum. Nei, havidýpi er ikki bygt á bjálkum, langt frá tí, segði Hilmar Danielsen.
Hann umrøddi vanlukkuna, tá Ernestina fórst í 1930 í Íslandi. Tað var ein bardagi millum manning og eitt uppøst hav. Tað var eitt undur, at nakar kom livandi frá hesi hending og eitt bragd, sum Ziska á Fløttinum gjørdi.
- Hetta sigur eisini eitt sindur um, hvat okkara sjófólk hevur gingið ígjøgnum, fyri at vit føroyingar skulu yvirliva á hesum kørgu klettum.
- Eisini hetta seinasta ár hevur tað hent, at sorgarboð eru farin um landið, tí at ein av okkara landsmonnum fórst á sjónum. Og eisini bygd okkara má enn einaferð ásanna, at tað kostar at liva so nær havinum.
- Orð siga so lítið í sorgini, men orð eru tað einasta, vit eiga til ugga og troyst, tá tey tungu boðini raka. Og vit kunnu so lítið annað gera enn at leita til hann, sum troytaði einkjuna i Nain. Vit fáa ikki tey mistu aftur, men vit kunu fáa stuðul í sorgini - stuðul sum kann hjálpa okkum ígjøgnum ta tungu tíðina við einsemi og hjálparloysi, segði Hilmar Danielsen m.a. í røðu síni.