Serligi sendimaðurin hjá USA í Ukraina, Keith Kellogg, sigur, at amerikanski forsetin, Donald Trump, helst fer at geva Ukraina loyvi til at brúka amerikansk vápn til álop langt inni í Russlandi.
Rakettirnar, sum Ukraina ynskir at keypa úr USA, eru av slagnum, Tomahawk, og tað er Donald Trump, sum skal taka endaliga støðu til, at hann vil lata Ukaina hesar rakettir.
Tomahawk-rakettirnar kunnu raka mál bæði í Moskva og ST. Pætursborg, og sleppur Ukraina at keypa hesar, verður hetta mett av Russlandi, sum ein herðing av krígnum landanna millum.
Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, hevur eisini víst á, at Ukraina ynskir at keypa hesar rakettir fyri at standa ímóti áhandandi hernaðarliga trýstinum úr Russlandi - hálvt fjórða ár eftir russisku innrásina.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur heitt á USA um at selja evropeiskum londum rakettirnar, sum londini síðan kunnu lata víðari til Ukraina.
- Vit hygga eftir einari røð av fyrispurningum úr Evropa, segði amerikanski varaforsetin í gjár, og hann legði aftrat, at tað verður Donald Trump, sum kemur at taka endaligu støðuna um rakettirnar.
Í síðstu viku skrivaði Donald Trump á Truth Social, at hann heldur, at Ukraina - við hjálp úr ES - er í einari slíkari støðu, at landið kann vinna alt landaøkið aftur, sum russiski herurin hevur tikið.
Amerikanski forsetin legði aftrat, at spurningurin er, um ukrainski herurin kanska eisini kann megna at taka land frá Russlandi.
- Vit fara at halda fram við at veita Nato vápn, sum verjusamgongan kann brúka til slík ynskir, skrivaði amerikanski forsetin á Truth Social.
##med2##
Tomahawk eru krússararakettir, sum røkka millum 1700 og 2500 kilometrar, og hetta høvdu verið góð vápn móti áhaldandi russisku dronu-og rakettálopunum.
Donald Trump hevur áður víst aftur ukrainska ynskinum um langtberandi rakettir, men í seinastuni er hann vorðin ørkymlaður av, at Vladimir Putin ikki vil gera eina friðaravtalu við Ukraina.
Meira um hetta kann lesast á tv2.no í dag.












