Fýra stig til Víking og fýra stig til B36

Vit taka stutt samanum teir tríggjar innanhýsis dystirnar millum Víking og B36 hetta kappingarárið

Tað stendur upp og niður í teimum trimum innanhýsis uppgerðunum í Betrideildini hjá monnum millum Víking og B36.

 

Víkingur vann ein dyst, B36 vann ein dyst, og triði dysturin teirra millum endaði við javnleiki. 

 

Sostatt var samlaða úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum fýra stig til Víking, og fýra stig til B36. 

 

Samlaða málúrtøkan í hesum trimum dystunum gjørdist 5-4 til Víking.

 

B36 – Víkingur 1-1 (1-0) - 28. september

 

1-0: Símun Sólheim 25.

 

1-1: Jákup Johansen 53.

 

Víkingur - B36 4-2 (1-1) - 10. august

 

1-0 Jørgen Nielsen 11.

 

1-1 Símun Sólheim 43.

 

2-1 Poul Kallsberg 46.

 

3-1 Jørgen Nielsen 55.

 

4-1 Stefan Radosavljević 61.

 

4-2 Hannes Agnarsson 83.

 

B36 - Víkingur 1-0 (1-0) - 3. apríl

 

1-0 Bergur Jákupsson Poulsen 14. 

 

Kelda: FaroeSoccer