Fyri fáum vikum síðani kom ein komet inn í sólskipan okkara. Kometin er tann triðja, sum vit vita um, sum frá øðrum sólskipanum er komin inn í okkara sólskipan. Tað var fylgisveinurin ATLAS sum fyrst sá hesa, og hevur hon fingið heitið 3i/ATLAS. Kometin verður mett at verða minst líka stór sum oyggin Manhattan, sum er um 21 kilometrar long.
Tað løgna við 3i/ATLAS er at hon háttar sær ikki sum aðrar kometir, ella halastjørnur. Í staðin fyri at hava ein langan lýsandi “hala”, sum vanligt er, lýsir hon upp framman fyri, og litur hennara, sum í fyrstani var bláligur,skifti til grønt. Hartil hava NASA og granskarar á til dømis Harward roknað út, at 3i/Atlas er ikki tengd at tyngdarkraftini sum aðrir lutir eru, og hon hevur bæði broytt kós, og sett ferðina niður. Ferð hennara er yvir 200000 km/t, og hon gevur eitt signal við púra jøvnum millumbilum.
##med2##
Í NASA er tøgn. Har standa granskarar spyrjandi. Teir royna at rokna út, hvat hetta er sum er komið inn í sólskipan okkara.
Eitt annað sum er ógvuliga áhugavert er at 3i/ATLAS er í linju við banan, ella diskin, sum Jørðin og hinar gongustjørnur okkara ferðast eftir.
Annars verður sagt, at ein onnur komet, ein sum er um 100 ferðir størri enn 3i/ATLAS, er eisini komin inn í sólskipan okkara. Hon verður nevnd Swan.
Alt hetta fær ein at hugsa, um hetta kann verða tað sum skrivað stendur um í opinbering Jóhannesar, har vit kunnu lesa í kapitli 8 frá versi 8 har tað stendur:
Annar eingilin blásti í lúður; tá varð eins og stórt, brennandi fjall kastað í havið. Og triðingurin av havinum varð blóð. Triðingurin av hinum livandi skapningum, sum í havinum vóru, doyði, og triðingurin av skipunum gekk burtur.
Triði eingilin blásti í lúður; tá fall niður av himli stór stjørna, brennandi sum kyndil; hon fall á triðingin av áunum og á vatnkeldurnar. Navn stjørnunnar var Malurt. Og triðingurin av vøtnunum varð malurt, og nógv fólk doyði av vatninum, tí tað var vorið beiskt.
##med3##
Hvussu verður við hesum fremmandu kometum, ella stjørnum, vita vit ikki enn. Vit vita tó við vissu, at tað sum Gud vísti Jóhannesi, kemur at henda.
Í apostlasøguni í kapitli 2 stendur:
“Eg skal lata undur henda á himli uppi, og tekin á jørðini niðri, blóð, eld og roykskýggj. Sólin skal umskiftast í myrkur, og mánin í blóð, áðrenn dagur Harrans kemur, hin stóri og dýri. Og so skal verða, at hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur.”
Birgir Jakobsen