FÓTBÓLTUR: Mest óvæntaða úrslitið í donsku Superliguni hetta vikuskiftið kom í Parkini, har FC Keypmannahavn spældi ímóti botnliðnum OB.
OB, sum bara hevur tapt í ár, og var langt aftast undan hesum umfarinum, vann dystinum móti oddaliðnum 2-0. Erik Bo Andersen, sum júst er komin heim úr Skotlandi, har hann hevur spælt við Glasgow Rangers, skoraði fyrra málið hjá OB.
Donsku fjølmiðlarnir lata ikki væl at dystinum, men OB hevði munin. FCK fekk ikki sítt spæl at ganga og tapti tí.
Brøndby, sum hevur tikið seg fram við risafetum seinastu umførini, eru nú við heilt har frammi. Brøndby vann á AB, meðan bæði FCK og Silkeborg taptu.
OB liggur hóast sigurin á FCK framvegis væl aftanfyri hini liðini, tí nærmastu liðini, Herfølge og Århus Fremad, vunnu bæði um vikuskiftið. Herfølge vann á Vejle og Århus Fremad á Ikast. Gamla felagið hjá Toda Jónssyn, Lyngby FC, fekk ein dyggan frammaná, tá AaB vann 5-0 á teimum.