Var bara ein rotta

Vanliga eru IRF-bilarnir afturlatnir, so rottur ikki kunnu koma úr teimum



Søgur hava seinastu dagarnar gingið í Klaksvík um, at tað yður við rottu umborð á strandfaraskipinum Dúgvuni.

- Tað passar ikki, men týsdagin var ein rotta umborð, sigur Sámal Jákup Hansen, skipari á Dúgvuni.

IRF flytir sínar bilar um Leirv-iksfjørð við Dúgvuni ella Ternuni, tá hon røkir siglingina. Vanliga eru teir bilarnir væl afturlatnir, men henda dagin skuldi ein lastbilur hjá IRF til Leirvíkar við dekkum og tílíkum.

Umborð kemur hesin bilurin at standa beint við síðuna av einum bili við alifóðri. Deymurin frá einum slíkum bili er júst slíkur, sum rottum dámar, so ein rotta, sum helst hevur verið í lastbilinum, kom fram og sprakk upp á eina hill.

Maskinmeistarin umborð var kvikur, fór eftir rottuni, sum har fekk sín bana.

- Onkur helt seg hava sæð eina aðra rottu eisini, men svit sóu bara eina, og hon er ikki til meira, sigur Sámal Jákup.