ferðast eftir tað, sum hendi tann 11. september í fjør. Kortini kunnu teir á havnarskrivstovuni fegnast um, at "Queen Elizabeth" hevur biðið um bryggjupláss í summar, og at 30 onnur skip, sum eru størri enn [...] Bergen besta havnin Fimm reiðarí, sum reka ferðamannasigling í Atlantshavinum, hava valt Bergen sum ta bestu javnina í Norðurevropa. At Bergen er væl umtóktur, sæst eisini í yvirlitinum hjá havnarskrivstovuni [...] Pengatrot Sjúkrahúsfelagsskapurin í Keypmannahavn, sum umfatar øll sjúkrahúsini í høvuðsstaðarøkinum, er í fíggjarligum trupulleikum. Blaðið Dagens Medicin skrivar, at felagsskapinum tørvar 700 mió. krónur
fíggjarlógina í ár til endamálið, og sjálvur ivast hann ikki í, at okkurt fer at koma burturúr. Í dag búgva 1450 fólk í Aremark, og borgarstjórin væntar, at tey verða 50 fleiri, tá árið í ár er at enda [...] ein nýggj kanning, at talið á ungum roykjarum í Danmark veksur. Tað er heilsustovnurin hjá ST, WHO, sum hevur gjørt kanningina. Í árunum frá 1993 til 1996 royktu 23 prosent av teimum ungu í Danmark, men [...] stóri uggin í tí, vísir kanningin, at tað er ikki bara í Danmark, at gongdin er so. Myndin er tann sama í Noregi, Eysturríki, Kekkia og Bulgaria. Svøríki og Ísland vísa seg hinvegin at vera undangongulond
fer at leggja fram eitt uppskot, sum skal gera tað møguligt hjá handlum at hava opið alt samdøgrið. Laila Dåvøy, ráðharri sigur, at ætlanin er at strika reglurnar, sum áseta, nær ein handil kann vera opin [...] starvsfólk hansara einast um tað, kann handilin vera opin alt samdøgrið. Tey, sum eiga handlar, fegnast um uppskotið, men tey, sum arbeiða í handlunum, eru alt annað enn fegin. Stjórnin hevur boðað frá, at [...] opnir sunnu- og halgidagar. Veljarar flyta Borgarliga stjórnin í Danmark hevur júst somu undirtøku í dag, sum hon fekk á valinum í november. Sambært einari nýggjari kanning høvdu Vinstri, Teir Konservativu
er hetta fyri tað mesta av sama slagi geografiska "fylkingin", "greinarnar av sama buli" sum mótmæltu "ørðskapin" at fáa Vága- og Norðoyatunniin framdar. - Tað vóru nøkur sum vitstu, at hesir báðir tunlar [...] nýtímans landi at vera - hóast vit bygdu "Smyril", sum longu er stívliga 20 ára gamal, men sum suðuroyingar hava verið glaðir fyri, sum ein nýmótans ferja, er í dag við at fara inn í helmingin av tíðini av tílkum [...] "Suðuroyðartunnilin" stendur fyri, um hann fellur ella, tey, sum síggja "meiri klárt inn í framtíðina" og ynskja, at hann gerst veruleiki, sum bæði vinnuliga og mentanarliga verður til dygt gagns fyri allar
hvør sjálvur meta um tað, sum í teimum stendur. Tað kann vera logiskt at byrja við upprunanum, so sum við sjálvum navninum eftir teirri stóru Gjónni. Tað er sjálvandi rætt, sum rithøvundurin skrivar, at [...] sær út sum ein skipari. Hjá Gjáarfólki ber heldur ikki til at sleppa uttan um vanlukkuna við ?Acorn?, sum Karl Anton Joensen, faðir Biskups, førdi, tá ið teir á Suðurlandinum fingu ein stórsjógv, sum breyt [...] ein ritgerð enn ein bók. Grundarlagið Hetta virðismikla rit, sum ikki bara kann frøa Gjáarfólk, er ikki skrivað burtur úr ongum. Nærlagdur, sum rithøvundurin er, hevur hann farið um umfatandi søguligt k
gavst, hendi eisini nakað tað sama við Islenders. Har helt Jógvan so fram, saman við t.d. Niels Símun Johannesen, Páll Kúrberg og Robert var eisini við eitt skifti. Jógvan minnist hetta tíðarskeið, sum stuttligt [...] javnlíkar framvegis leggja lunnar undir góðan dans. Yngra ættarliðið kennir hann sum lærara í alisfrøði í Hoydølum, men óivað eisini sum køna guitarleikaran, ið ikki setist aftur, tá sangur er á skránni. Tann nú [...] Vit búðu í Varðabú, har nógv børn á mínum aldri búðu, sum dámdu væl at syngja og spæla, minnist Jógvan, ið sjálvur lærdi seg nakað á guitaran, men sum eisini tók 7 undirvísingartímar hjá Simma í lítla húsinum
vórðu vit boðin út til “indjera wátt”, sum er eitt slag av tjóðarrætti í Etiopia. Hetta er breyð, sum verður gjørt úr einum korni, sum kallast teff. Deiggið, sum er tunt, verður gjørt við súrdeiggi dagin [...] tuberklar og smitta onnur. Tað sama er við AIDS, sum fyrr er greitt frá. Vit tosaðu um hetta og mangt annað. Eg legði til merkis ein eldri mann, sum fylgdi væl við tí, sum varð sagt. Hann setti eisini fleiri [...] teirra mat. Eitt dømi er reydlig rót, sum er skorin sundur og kókað, og mais, sum er steikt í eldi. Afturvið fingu vit kaffi. Tað vil siga bløð av kaffitrænum, sum var kókað saman við mjólk. Tað smakkaði
hús til mong sera ymisk endamál er í umbúna. Á stevnuni ?Mín oyggj - mín framtíð?, sum er í Norðurlandahúsinum í dag legði Marianna Debes Dahl fram hesa ætlanina um eitt sonevnt fjølbýli. Í fyrstu syftu [...] var hugsað um at gera eitt sambýli, men so líðandi komu aðrar ætlanir við: Hví ikki gera ein ætlan sum byggir á tað gamla mynstrið frá bóndasamfelagnum, har øll ættarliðini eru undir somu lon. Hugsað verður [...] hava bæði skúlastovu, barnagarð, sambýli og møguleikar fyri gisting hjá fremmandafólki á einum og sama staði. Ætlanin kemur at kosta einar 12 mió kr. Roynt hevur verið at fáa fígging til verkætlanina frá
Í dag eru fimm ár liðin síðani Føroyar spældu fyrsta endaspælsdystin nakrantíð í hondbólti. Føroyar vunnu 31-28 á Chile í tí fyrsta dystinum. Føroyska U21-landsliðið vann seg í januar sama árið til HM [...] HM-endaspælið fyri U21-landslið, ið var í Algeria í juli sama árið. Úrslitini hjá Føroyum í HM-undankappingini á heimavølli í januar vóru: Føroyar – Sveis 28-24 Føroyar – Israel 31-25 Føroyar – Finnland [...] Algeria stóð liðið seg væl við tveimum góðum sigrum, og við heiðurligum avrikum móti krútsterkum liðum sum Noregi, Týsklandi og Fraklandi, har tað ikki slitnaði fyrrenn móti endanum av dystunum. Komandi summar
faktorar, sum eru týdningarmiklir. - Annar er, at vit halda fast um tað, sum vit hava verið góðir til. Altso at standa rætt á vøllinum í verjustøðu. - Hitt er so, at vit skulu betra tað, sum vit ikki hava [...] dystir hjá teimum, og eg vildi mett teir at vera á sama sum Sveis og Írland. Kanska ikki heilt á støði við Frakland, men at teir liggja soleiðis fyri, sum teir gera, sigur eisini nakað um styrkina hjá teimum [...] Landsdystur Undan venjingini, sum landsliðið hevði á Tórsvølli týsdagin, fingu vit orðið á hjálparvenjaran, Jógvan Martin Olsen. Hann ivast ikki í, at talan framvegis er um trupla uppgávu, um enn hon er