ÚTOYGGJ ´07: Felagshús til fleiri endamál í Fugloy

Hóast stóru fráflytingina hava fólk í Fugloy ikki mist vónina og hugin at seta verkætlanin í gongd. Ein ætlan um eini hús til mong sera ymisk endamál er í umbúna.

Á stevnuni ?Mín oyggj - mín framtíð?, sum er í Norðurlandahúsinum í dag legði Marianna Debes Dahl fram hesa ætlanina um eitt sonevnt fjølbýli.

Í fyrstu syftu var hugsað um at gera eitt sambýli, men so líðandi komu aðrar ætlanir við: Hví ikki gera ein ætlan sum byggir á tað gamla mynstrið frá bóndasamfelagnum, har øll ættarliðini eru undir somu lon.

Hugsað verður tí um at hava bæði skúlastovu, barnagarð, sambýli og møguleikar fyri gisting hjá fremmandafólki á einum og sama staði.

Ætlanin kemur at kosta einar 12 mió kr. Roynt hevur verið at fáa fígging til verkætlanina frá myndugleikunum. Fugloyar kommuna hevur hinvegin víst ætlanini stóran áhuga, og ætlar at brúka 50% av síni ogn til endamálið.