Øðrvísi ferðslumynstur

Ferðslumynstrið til og frá flogvøllinum er broytt, síðan Vágatunnilin vaðr tikin í brúk. Nógv fleiri fólk hava ferðast við egnum bili, og fólk støðast eisini longri á farstøðini á flogvøllinum. Eisini hýruvognar verða nýttir at fara úr Havn á flogvøllin við

Ferðslumynstur

Vágar:
Tað eru nógv fleiri fólk í longri tíð á flogvøllinum i samband við komu og fráferð hjá flogførunum, enn tað var, áðrenn Vágatunnilin varð tikin í brúk.
Gongdin higartil hevur verið sum væntað, siga tey av flogvøllinum. Fólk koma fyrr og fara seinni heim aftur í samband við, at flogførini koma og fara.
Fyrr var soleiðis, at øll komu í senn. Bæði tey, sum komu við egnum bili, og so tann stóri bólkurin, sum ferðaðist við flogrutuni hjá Bygdaleiðum.
Nú tunnilin hevur gjørt tað nógv lættari at ferðast, eru nógv fleiri, sum hava valt at koyra við egnum bili. Mangan eru so eisini fleiri við ella eftir teimum, sum fara ella koma við flogfarinum. So talið av fólki, sum kemur á flogvøllin er vaksið munandi hesa tíðina, siga tey av flogvøllinum.
Nú ikki er neyðugt at laga seg eftir ferðaætlanini hjá Ternuni, sæst skilliga, at fólk hava betri tíð. Fleiri verða sitandi, eftir at tey eru komin í land av flogfarinum. Og alt fleiri velja at koma í góðari tíð fyri at sleppa undan at standa í langari bíðirøð til at kekka inn. Tey vilja heldur nýta tíðina yvir einum kaffikoppi inni á farstøðini.
Men tað hevur verið soleiðis nú um høgtíðirnar, at tað er veri enn so altíð, at øll, sum hava verið á flogvøllinum, hava fingið sess við borðini.
Nú hava nógv fólk havt frí og sostatt góða tíð at koma bæði við og eftir ferðafólki. Ofta fleiri í felag eisini. Og tá so eini tvey flogfør í senn hava staðið á vøllinum, hevur verið heilt trongligt, verður sagt av flogvøllinum.

Eisini hýruvognar
Eitt annað fyrbrigdi, sum í nógv størri mun enn fyrr er komið upp nú, er at fólk fara úr Havn vestur í Vágar við hýruvogni.
Av bilstøðini Auto í Havn verður sagt, at har hava tey merkt týðuligan vøkstur í túrum vestur í Vágar, síðan undirsjóvartunnilin varð tikin í brúk.
Fyrr hendi tað seg bara, at onkur fór líka á flogvøllin við hýruvogni. Men í dag er tað als ikki óvanligt, siga tey. Og heilt bíligt er tað heldur ikki. Túrurin kostar úr Havn 526,- krónur umframt bummgjaldið, so samlaði kostnaðurin fyri at leiga ein hýruvogn úr Havn á flogvøllin verður 714,- kronur.
Men eisini aðrar tíðir, enn tá flogførini koma og fara, leiga fólk hýruvogn vestur í Vágar, siga tey hjá Auto. Tað kemur eisini fyri, at onkur fer vestur eitt vanligt kvøld soleiðis mitt í viku at vitja fólk við hýruvogni, siga tey.

Færri við bussi
Eisini tey, sum koyra bussarnar á flogleiðini hjá Bygdaleiðum, merkja týðuliga eitt broytt ferðslumynstur.
Ein bussførari, Sosialurin tosaði við á flogvøllinum mikudagin, metti, at ferðafólkatalið við bussinum millum flogvøllin og Havnina, mundi vera farið niður í helvt ella so í mun til tað, sum var áðrenn undirsjóvartunnilin lat upp.
Hendan dagin var bussurin næstan tómur, tá hann fór av flogvøllinum. Seks fólk vóru við frá flogfarinum hjá Maersk Air, sum komið var úr Kastrup. Tó skal sigast, at tað vóru bara 17 ferðafólk við flogfarinum, og ein annar bussur fór eisini av flogfvøllinum til Leirvíkar samstundis, sum Havnarbussurin fór.
Men hendan gongdin hevur veruliga verið, síðan latið varð upp undir Vestmannasundi, segði bussførarin. Hann metti kortini, at tað, at nógv fólk hevur havt frí um jólini og hevur viljað roynt undirsjóvartunnilin, hevur gjørt, at munurin hevur verið so ógvusligur.
Hinvegin hava tað eisini verið dagar nú um høgtíðirnar, at ein bussur ikki hevur klárað at tikið øll ferðafólkini, segði hann.
Sagt verður av avgreiðsluni hjá Flogfelag Føroya á flogvøllinum, at áðrenn tunilin lat upp, mundu fleiri enn 90 prosent av teimum, sum komu við flogfarinum, fara av flogvøllinum við bussi. Men so er ikki í dag.

Róligari ferðsla
Í bygdunum í Vágum, sum liggja á farleiðini millum meginøkið og flogvøllin, siga fólk, at tey merkja eitt broytt ferðslumynstur, síðan undirsjóvartunnilin lat upp.
Tann til tíðir svakliga koyringin báðar vegir, er hildin uppat, og ferðslan glíður meira róliga gjøgnum bygdirnar.
Fyrr var tað soleiðis, at fólk skundaðu sær av Oyrargjógv á flogvøllin fyri at sleppa at kekka inn sum skjótast. Og ikki minni var ferðin hinvegin aftur fyri at sleppa umborð á Ternuna.
Tað gjørdi av og á, at heldur ivasamar yvirhálingar vórðu gjørdar. Eisini millum hús.
Í dag fara fólk hóvligari avstað, og sonevndu ferðgáarnir, sum settir eru upp, gera eisini sítt til, at munandi økta ferðslan mekist nógv minni enn fyrr.