samband við teir. ? Tað bleiv tó ongantíð til meira enn »snúsarí«, sigur Julian Johnsson, sum ikki dylur fyri, at dreymurin er at koma enn longur fram sum fótbóltsspælari. ? Men eg havi tað fínt her í Kongsvinger [...] Føroyum). Tað er eitt sindur torført hjá mær at skula siga venjaranum frá so stutt áðrenn, at eg ikki kann vera við, og tað var eisini trupult, tá vit skuldu til Estlands, sigur hann. ? Í løtuni havi eg tvey [...] at tað hevði verið so nógv lættari, hevði hann fingið boðini í telefonini ella okkurt tílíkt. Sum nú er, situr hann í eini sera truplari støðu. Halda ikki nógv um føroyska landsliðið ? Tað ger tað ikki
niðursetandi. Men tá ein partur av atfinningunum gongur móti undirritaða og tí blað eg havi ábyrgdina av, so kenni eg tað sum mína skyldu at koma við nøkrum viðmerkingum. At leggja okkum undir at borðreiða [...] standa sína roynd einsamalt. Til tað sigur Finnur Helmsdal, at medvit og krittiskur sansur hjá blaðstjóranum tykist vera farið fullkomiliga fyri bakka. Eg kann bert til tað siga, at her er talan um eina sakliga [...] eins og politikarar gera tað. Vit mugu eisini minnast til, at umstøðurnar hjá fjølmiðlafólki og fjølmiðlunum sum heild framvegis eru sera avmarkaðar. Tøka peningaorkan ger, at tað ber ikki til í dag at seta
-umfar eigur at áseta eitthvørt hesum viðvíkjandi. Eg eri samdur við løgmanni í, at tað er ógvuliga ivasamt, um tað er skilagott at áseta við lóg, hvar í landinum ein útgerðarstøð skal liggja í einum [...] onkrum oljusamtaki, ið er farið undir virksemi í Føroyum, um at tað ikki verður rúm fyri at skatta oljufeløgini. Til hetta er at siga, at tað ivaleyst verður landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum ñ helst [...] um kolvetnisskatt. Síðan er tað møguliga onkur misskiljing, tí á fundi við okkum legði umboðsmaðurin fyri oljusamtakið dent á sambandið millum oljuprísir og skattareglur. Tað var ikki soleiðis, at samtakið
Hellunum, Altarið, og møguliga annað sum eg nú havi gloymt. Segði mær eisini at brekkan niðan frá Hellunum kallaðist Sproyngisbrekka, av tí at hon var so brøtt, so tað var ikki sørt, at eg stúrdi fyri at ganga [...] hesa brekku á heimleiðini, men tá til stykkis kom var tað yvirkomuligt. Stíðan vóru mangir túrar um Skarðið, ógvuliga ymiskir túrar. Í góðum veðri var tað ein lekidómur fyri sálina at ganga her. Mobiltelefonin [...] hálsilsku, bað meg heldur tosa við Alexander Abrahamsen, um hann kundi koma við mær. Jú, tað vildi hann fegin, men helt tað var betur teir vóru tveir. Hann fekk so Edvard Skarðsá at koma við. Eg minnist, hvussu
So leingi tað ikki er yvirdrivið er tað heilt í lagi. Alt ljóðar so ljósareytt, men veruleikin er, at tað er beinhart. Skal man vera við ræður um at hava eitt stórt yvirlit, tí tað er tú tað snýr seg um [...] og sungu saman og tað riggaði bara heilt væl. - Vit hava tað ótrúliga gott saman hóast vit eru ógvuliga ymiskar. Av tí at vit vilja at hetta skal eydnast leggja vit alt við eiga í tað. Vit geva og taka [...] sigur Sigrid. Grace Tað seinasta, sum er hent í lívinum hjá Sigrid tónleikaliga er, at hon er komin uppí bólkin Grace. - Positivu reaksjónirnar, eg havi fingið, hava gjørt, at eg havi útviklað meg, og tí
rørur við okkurt í fólki. - Ofta vísir tað seg, at ringt er at siga, hvat fólk halda vera gott. Men tað vísir seg, at finna vit ein leik, ið hugtekur okkum, so er tað oftast okkurt, ið eisini hugtekur fólk [...] hvat hevur týðingin at siga? - Tað er ein kunstur at skriva sjónleik og tað at týða er ikki lættari. Pallmál skal vera gott føroyskt mál, ikki stirvið, men lætt. Her havi eg hug at nevna Ebbu Hentze, tí [...] Men heldur serstakt er tað, at øll systkini hava stóran alsk til sjónleik og at tey eru sera virkin og hava skeið og útbúgvingar á økinum. Eisini hava tey, meira og minni, øll valt hetta sum yrki. Axel
dugnaligur vinnulívsmaður og hevði gott hegni at leiða eina so sermerkta fyritøku sum AT?. Eg eri føddur nógv ár eftir at AT fór í søguna, men havi næstan bara hoyrt gott um abba mín, Hjalgrím á Heygum. Fyri [...] felagið. Um abbi var so vánaligur sum Karl gevur lesarinum fatan av, hví koyrdi nevndin hann ikki frá??. Tað var jú nevndin (Driftsráðið) í AT, ið hevði sett hann sum stjóra og sum tískil eisini kundi koyra hann [...] dámdi væl at at fortelja søgur og skapa hugna heima saman við ommu. Hann var ein maður sum gjørdi tað sum hann helt vera rætt og stóð við sínar gerðir. Hann kundi aldrin funnið uppá at stilla seg upp á
langi, tí tað var ikki sum fótur í hosu tá, at senda filmir millum lond. Mourentius hevur altíð havt gott orð á sær millum javnaðarfólk í Havn. Hóast hann fór úr flokkinum, vóru tey góð við hann. Tað, vit vita [...] blaðið tá kallaðist, frá útkomudegnum 24.mai 1927 til 1. november 1932. Tað eg sigi um Mourentius Viðstein verða brot, øðrvísi dugi eg tað ikki; æviskeið hansara Mourentiusar vóru ikki sørt brotspartar og lutir [...] tyngjandi. Hetta er alt í teimum kørgu 30?árunum. Tað var uppgávan hjá Mourentiusi, at blaðið gekk, eisini fíggjarliga. Í hesum trupla arbeiði, sum tað eisini tá var at fáa blað at bera seg, var óivað meira
Atli P. Dam Tað havi eg skilt soleiðis, at tað minni er um politikk Petur Mohr Dams, men meir um hann sum privatpersón og pápa. Um lívsins gongd í einum so politiskt merktum heimi, ja ein kann siga burturav [...] burturav politiskum heimi. Hvussu tað gekst hjá honum at fáa stundir til av vera pápi, og at hava ein gerandisdag saman við sínum. Afturlítandi kann eg vegna øll okkum systkin siga, at vit meta okkum at [...] grannar, har tilknýtið var út um tað vanliga. Mamma var fostrað í Skorti hjá Jacobinu og Cederfeldt, og pappa hevði fyrstu árini á Tvøroyri tilhald hjá Agnas, so alt tað umhvørvið gjørdist okkara, hartil
ger á vøllinum. Tað kann ikki vera skeivt, ella? Men tá ein gevur kort fyri tey smáu tingini tíðliga í dystinum, verða kortini tað litríkari og fleiri, sum dysturin líður. Hvussu kann tað henda ella bera [...] Jóannes Jakobsen, er rumeni ella dani er líkamikið. Tað man ikki hevur, ella ikki hevur tol at menna, tað keypir man bara. So kanst tú halda um tað, tú vilt, men eingin ivi er um, at fótbólturin á smáplássunum [...] ella danski topdómarin Peter Mikkelsen, kann tað vera ein trupuleiki at døma sama lið vikuskifti eftir vikuskifti. Trúgvi eisini at trupulleikin er, at tað eru ikki ov mikið av dómarum til 1. deild, og tí