sett í millumlandasigling um summarið, fyrst yvir á Seyðisfjørðin og seinni eisini til Scrabster. Í 1980 samdist politiski myndugleikin um at keypa Teistan, sum kom til landið um summarið. Hetta árið fóru [...] burtur av og Smyril í uttanlandssigling. Hann sigur, at fyrsta royndin at sigla millum lond um veturin 1980/1981 gav so stórt hall, at rutan varð steðgað. - Løgtingsval hevur verið, og nú er nýtt landsstýri [...] sigling. Undirtøkan millum føroyingar var sera stór. Sum eg nevndi, lógu íslendingar eisini fram við, og her ráddi um at vera fyrstir á “bananum”. Óli sigur, at tað eydnaðist felagnum at keypa gomlu Norrønu
hugsavna okkum um at enda kappingarárið so væl sum tilber, og síðani fara vit at leggja ætlanir fyri nýggja kappingarárið, segði Zidane víðari. Zinedine Zidane, sum hevur fingið sáttmála fram til juni 2022 [...] Zidane er aftur í Real Zinedine Zidane var venjari hjá Real Madrid frá januar 2016 og fram til mai í ár, men nú tekur hann so aftur við sum venjari í felagnum, har hann sjálvur spældi. Tilboðið var ov lokkandi [...] hava vunnið, men tað vóru eisini ting, ið ikki gingu serliga væl. Í fjør duttu vit skjótt úr dystinum um meistaraheitið, sigur hann vísandi til kappingarárið, har teir í La Liga endaðu 17 stig aftanfyri FC
vísir á, at ár liggur mamma hansara á Landssjúkrahúsinum, so har verður eisini vitjað um jólini. - Og hvør veit, um vit ikki leggja leiðina fram við Mariukirkjuni til middnáttargudstænastu. Konan er av [...] gera vit, so bíðitíðin ikki gerst alt ov long. Fróði Ejdesgaard, sum er skipari á línubátinum Fiskivarða, sigur, at ein vitjan í kirkjugarðinum er eisini á skránni á jólum. - Konan er donsk, so fleskasteik [...] Keypir tú jólagávur? - Ja, eg keypi eina - og so oftast verður hon keypt 23. desember. Hetta er gávan til konuna. Hvar heldur tú jól í ár, og hvussu hava jólini verið hildin? - Jólini eru hildin heima
einsamallur um hetta. Í Danmark finst Landsfelagið Ímóti Summartíð, har hann er formaður fyri 1100 limum og 3716 vinum á Facebook. Rørslan hevur 12 ár á baki, og fær alla tíðina nýggjar stuðlar. - Um stutta [...] Í nátt verður farið aftur til summartíð, tá klokkan verður flutt ein tíma fram í nátt. Ein teirra sum ikki fer at gera tað og heldur ikki hevur gjørt tað tey seinastu 31 árini er danski Jørgen Bak [...] er ikki nakað ið ein soleiðis fer at flyta, greiðir hann donskum miðlum frá. Hetta merkir, at hann um summarið møtir ein tím fyrri til arbeiðis, ella tekur ein tíma frá ella leggur ein aftrat, tá hann
siga, at um tú súkklar 100 km í Føroyum, so skalt tú súkkla 150 km í Danmark, fyri at tað skal vera tilsvarandi hart. Um hesin faktorurin eisini er galdandi fyri hendan tvífalda jarnmannin, so skuldi eg [...] vanligur jarnmaður. - Eg hugsaði, um eg skuldi fara og gera ein jarnmann aftrat. Men so byrjaði eg at spæla við tankan um at gera okkurt, sum var enn meira ekstremt. Eg fór so undir at kanna, hvat tað kravdi [...] - Tað er eyka ekstremt at gera tað í Føroyum, tí her eru so nógvar brekkur, og haraftrat er nógvur vindur. Um eg hevði gjørt tað í Danmark, so hevði eg valt mær ein góðan dag, tá eingin vindur var, og
- Tá harðast leikaði á, og eg hugsaði um at gevast, vóru fleiri, sum bakkaðu meg upp. Ein segði, at um eg gavst í politikki, bara tí eg fekk eina harða byrjan, so fekk eg allar mínar veljarar uppá nakkan [...] tí vit hugsa altíð um tey sonevndu "normalu". Taka vit Marknagilsdepilin sum dømi, so kostar hann 400 milliónir. Og tað er ikki eitt einasta orð nevnt um umstøðurnar hjá brekaðum, orðblindum ella øðrum [...] - Vit hava eisini sæð fleiri dømi um, at fólk mugu berjast sum úlvur á skóg fyri at vinna sær nøkur - í míni verð - sjálvsøgd rættindi. Tá tey so endiliga fáa hjálp, so hoyra vit, hvussu fantastiskt tað
serliga tá fólk í handlum mugu góðtaka, at tað verður hildið eyga við teimum, so kunnu tinglimir eisini liva við tí. - Um so var, so høvdu fólk valt politikarar inn á ting, fyri tað realpolitiska arbeiðið, [...] gjørdist framsøgumaður í fíggjarmálum. - Eg var fegin um at fáa so stóra ávirkan, og slapp at siga og gera, sum eg helt verða skilabest, sigur Finnbogi Arge, um fyrstu ferðina hann kom inn á ting. Hann hevði [...] kundu gera sum vit vildu, men um annar samráðingarleiðari skuldi veljast, so fór hann at siga samráðingarumfarið frá sær. - Tí valdi tingmanningin at lata Edmund Joensen halda fram. Tað var størsti feilurin
hann frá. – Eg slapp frá at hugsa um tann partin, og læt tað í hennara hendur. Hevði eg verið gamal drongur, so hevði eg helt víst ikki farið til lækna í góðari tíð, so tað havi eg henni at takka, sigur [...] pínu, ella havt nakran svøvnleysa nátt við stúran, sigur hann. – Um eg nú sleppi út at røra meg tríggjar ella fýra ferðir um vikuna, so er tað gott. Rørslan vísur mær eisini, at tað nú gongur framá, tá [...] søgur her, sum Sosialurin seinastu árini hevur skrivað um óhugnaligu sjúkuna, krabbamein. Her er tað rennarin Guttorm Sørensen, sum skrivað verður um. Samrøðan varð prentað í Sosialinum 06/03 – 2017. Hjá
har í so ringum veðri, og hetta var heldur ikki heilt vandaleyst, so teir sótu bundnir í línu. - Út á náttina byrjaði nýggja róðrið at loysna, og vit máttu gevast at rógva. Tað var ikki hugsingur um at gera [...] hansara menn gjørdu eina roynd at rógva um Atlantshavið, og í hesum sambandi hevur havrógvarin úr Hvannasundi lagt eina frásøgn út á sína Facebook-síðu. Frásøgnin snýr seg um truplu støðuna, teir komu í og sum [...] við royndini. - Vit høvdu róð í 10 dagar og lagt 1000 fjórðingar aftur um okkum. Tað var av bestu róðrarlíkindum, eini 15 metrar um sekundið, beint í reyvina, og ferðin á bátinum var stór. Alt var idyll
var besta upplivingin - størsta hendingin - hjá tær í 2016? - Tað er torført at taka nakað ávíst fram um, tí árið 2016 sum landsstýriskvinna hevur verið eitt hendingaríkt ár við hópin av upplivingum og [...] at árini líkasum glíða út millum fingrarnar. Tá eg haldi, at eg nú havi fingið tamarhald á tíðini, so fýkur hon avstað sum ein rakett! Tað sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna. Hon vísir á, at tey hátíðarhalda [...] nýggja árið heima við hús her í Havn, eta ein betri bita saman við familju og kanska onkrum vinfólkum. Um tað viðrar, savnast grannalagið til bál. - 90 ára føðingardagur í sjónvarpinum er eitt "must" á hvørjum