Í nátt verður farið aftur til summartíð, tá klokkan verður flutt ein tíma fram í nátt.
Ein teirra sum ikki fer at gera tað og heldur ikki hevur gjørt tað tey seinastu 31 árini er danski Jørgen Bak. Hann livir snøgt sagt í síni egnu tíð.
- Eg eri útbúgving innan eksperimentala alisfrøði, og tí havi eg størstu virðing fyri mátitólum. Ur er ikki nakað ið ein soleiðis fer at flyta, greiðir hann donskum miðlum frá.
Hetta merkir, at hann um summarið møtir ein tím fyrri til arbeiðis, ella tekur ein tíma frá ella leggur ein aftrat, tá hann ger avtalur við onnur. Hann noktar at seta klokku sína eftir, sum onnur kalla summartíð.
Jørgen Bak er kortini ikki einsamallur um hetta. Í Danmark finst Landsfelagið Ímóti Summartíð, har hann er formaður fyri 1100 limum og 3716 vinum á Facebook. Rørslan hevur 12 ár á baki, og fær alla tíðina nýggjar stuðlar.
- Um stutta tíð eru grundgevingar okkara og stuðulin frá fólki vorðin so stór, at ein politisk aksjón verður tikin.
- Vóru politikkarnir greiðir yvir, hvussu skaðilig ið summartíðin er, høvdu teir avtikið hana beinanvegin, sigur altso Jørgen Bak, sum sigur seg hava helvtina av fólkinum aftanfyri seg.