Keypir tú jólagávur?
- Ja, eg keypi eina - og so oftast verður hon keypt 23. desember. Hetta er gávan til konuna.
Hvar heldur tú jól í ár, og hvussu hava jólini verið hildin?
- Jólini eru hildin heima á Oyri. Vit plaga at lata tey smærru børnini lata eina gávu upp eftir morgunmatin jólaaftan. Hetta gera vit, so bíðitíðin ikki gerst alt ov long.
Fróði Ejdesgaard, sum er skipari á línubátinum Fiskivarða, sigur, at ein vitjan í kirkjugarðinum er eisini á skránni á jólum.
- Konan er donsk, so fleskasteik var á matarlepanum jólaaftan. Annars var vanligt jólaaftan at eta ræst kjøt úr ovninum allan mín uppvøkstur. Og tá varð eisini jólaevangeliið lisið.
Fróði Ejdesgaard vísir á, at ár liggur mamma hansara á Landssjúkrahúsinum, so har verður eisini vitjað um jólini.
- Og hvør veit, um vit ikki leggja leiðina fram við Mariukirkjuni til middnáttargudstænastu. Konan er av katólskum uppruna frá týska pápanum.
Hvat er tað besta, sum er hent í 2019?
- At myrku skýggini í míni sál blivu til sólskin - at eg fekk mót upp á lívið aftur. Í árinum var eg eisini so heppin at uppliva, at fýra av okkara børnum vóru til skips saman við mær. Tað eri eg pávastoltur av, sigur Fróði Ejdesgaard.
Og hvat er tað keðiligasta?
- Mær kemur ikki til hugs nakað keðiligt í árinum. Tað hevur verið viðrák og hevur rikið lítið upp í ættina.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini eru ein hugnalig høgtíð. Tú vitjar fólk, tú annars ikki slítir gáttina hjá. Ein kurv við góðgæti stóð í túninum og ein síða av heimaroyktum laksi í gongini. Hetta fløvar hjartað.
Fróði Ejdesgaard sigur, at hann hevur koyrt runt við jólapakkum og nøkrum røstum greipum.
- Gevaragleðin hevur týdning - og at vit minnast, hví vit halda jól, sjálvandi.
Línuskiparin vísir á, at hann tvær ferðir hevur hildið jól á havinum. Hetta var umborð á Halgafelli í farmavinnuni. Hetta vóru eisini hugnalig jól við góðum mati, gávum og jólaevangelii.
- Tá vóru samskiftismøguleikarnir ikki teir somu sum í dag. Pápi plagdi at senda hondskrivaði telefax, og hesi eru enn í varðveitslu, sigur Fróði Ejdesgaard.