Kangerlussuaq, sum er fyrrverandi amerikanskt hernaðarpláss. Og tað sæst enn. Bussarnir vóru sum tiknir úr einum fimtiára Hollywoodfilmi úr Mexico, sum ein av teimum ungu orðbar seg. Veðrið var ikki av tí besta [...] dansur er ikki serliga vælegnaður hjá útlendingum, sum ikki skilja innihald og mál. Men vit høvdu tað stuttligt saman og fingu gott samband við teir ymsu leiðararnar. Út í náttúruna Tann dagurin, sum kanska [...] kvæðaverðin. Hjá øllum er gróðursett eitt lítið korn av okkara elligamla siðaarvi. Nógv halda seg tó burtur frá dansinum eina tíð í ungdómsárunum. Vónin er sjálvandi, at tað, sum einaferð er lagt í barnið, fer
viðtøkurnar fyri mannarættindi vóru samtyktar í 1948, tí tað er ikki á hvørjum degi, at heimspolitikkarar alment seta somu spurningar sum listafólk og heimspekingar altíð hava sett: Hvat er meiningin við [...] leggur skrá sína til rættis, er hon altíð partur av eini størri ætlan og heild. Hetta er okkara politikkur, sigur stjórin, Peter Turtschaninoff. Í fjør gav UNESCO, sum er stovnur hjá Sameindu Tjóðum, út [...] leggja fyrireikararnir seg sum nevnt eftir ongantíð at skipa fyri tilvildarligum tiltøkum, men royna sum best at bera so í bandi, at tey ikki skulu vera heilt liðug, hóast tey ikki longur standa á plakatini
ir Jákup Zachariasen, sum spælir gittar, Jan Zachariasen, sum spælir bass, Jens Kristian Guttesen, sum spælir sello, og ein íslendskur obospælari er eisini við á fløguni. Tað er fremsti føroyski tónle [...] við fløguni er, at fagottin verður brúkt sum sololjóðføri á øllum løgunum, og tað er ongantíð áður gjørt á eini føroyskari útgávu. ? Orsøkin til at eg havi gjørt hesa fløguna er, at eg vil gjarna hava [...] hava fagottina fram sum sololjóðføri, sigur Jógvan Zachariasen, sum er einasti føroyski fagottspælarin. Fagott er eitt stórt træblásiljóðføri, og verður bæði kallað klovnurin í symfoniorkestrinum og tann grátandi
Tummas, sum er føddur í 1945, og Kristina, sum fødd í 1947, búgva í Havnini, Fróði, sum er føddur í 1952, býr í Klaksvík, og Páll, sum er føddur í 1949, Bjarti, sum er føddur í 1955 og Ólavur, sum er føddur [...] land« hjá Símuni Hansen eru altíð hentar at kaga í. Hesa ferð hava bæði fyrsta bind, sum er um Fugloy, og annað bind, sum er um Svínoy, verið nógv nýttar, og sætta bind, sum er annar av pørtunum um Klaksvíkina [...] roknaðir upp, sum áttu í, men um Jósup var bara nevnt, at hann var altíð formaður. Tað lá í hesum, at hann eisini var ein av ánarunum, og hervið er tað staðfest. Tað er so ymiskt sum lív várt er lagað Hóast
útlendskum skipum. Jákup á Dul, ella Jákup Jensen, sum hann nevndist tá, umboðaði fleiri týks reiðarí. Hann hevði arbeitt í Týsklandi fyri kríggið sum umboðsmaður fyri eina danska fyritøku og tosaði tí væl týskt [...] provianti. Sunnukvøldsmaturin var ikki øðrvísi enn hini kvøldini. Her kann verða skoytt uppí, at tá vóru nógvir føroyingar, sum ikki ótu høsn, og grønmeti vóru teir ikki vanir við. Týskarar høvdu aðrar matvanar [...] avstað, var konan bangin fyri, at týskararnir ikki fóru at tíma at koma aftur til Føroya við okkum. Mótstøða - Tað var so eitt, men tað vóru eisini nógv, sum deildu okkum fyri, at vit fóru umborð at læra
føroyskt útspæl, tí vit kunnu ikki rokna við at verða tiknir í álvara, um vit ikki vita, hvat tað er, sum vit vilja. Eisini mugu vit rokna við, at tað verða føroysku ynskini, sum koma at seta dám á eina nýggja [...] felagsmál * at felagsmál eru tey mál, sum ikki undir heimastýrislógini eru tikin yvir sum sermál, og sum ikki seinni sambært føroyskar lóg eru tikin undir fult føroyskt málsræði * at áðrenn ein lóg í felagsmálum [...] sjónarmið skal vera, at politiska frælsið er treytað av búskaparligum frælsi. ? Harnæst er tað okkara málsetningur, at tey stig, sum vit taka á sjálvstýrisleið, ikki skulu ganga út yvir vanligu vælferðina
sterkari. Tað, sum mest er frammi í løtuni, er at vísa á árið 1996 sum tað árið, ið skal lýsa støðuna hjá fiskiflotanum, sum Føroya Reiðarafelag umboðar. Ein kemur at hugsa um at tað er sum at taka einkult [...] gjøgnum eina sanering, sum gav teimum aftur 100-tals milliónir í íløgustuðli. Nú hesin flotin eitt einasta ár so dánt er komin fyri seg, blakar hann seg yvir tann flotan, sum hjálpti honum á føtur. Meginfelag [...] Hon skuldi so taka útróðrarflotan burtur úr og viðgera hann fyri seg í skundi. Fyri ein ordans skyld skal nevnast at henda nevndin ikki hevur verið til arbeiðis síðani í mai mánaða. Vit vita væl, at tað
ásettu krøvini. Yvirhøvur er tað tíbetur eisini enn so í Føroyum, at um uppfinnarin sjálvur ikki er so kringur at tekna, so kennur hann altíð onkran, ið dugur henda kynstur, og sum við gleði hjálpir honum [...] óroyndu frøðingum, og tað er heldur ikki rætt at døma allar eins, tí undantøkini eru fleiri. Men settir í týðandi størv her heima, tykist tað sum flestir teirra taka botn fyri eyguni fyri alt, ið bert ber roykin [...] »Harragud fyri nakrir apukøddir danir mugu halda okkum vera!«. Men hvat? ? Tá vit rópa neyðarróp eftir teimum fyri at hjálpa okkum at drepa rottur, og hava latið upp í teirra hendur at avgera, hvat sum er føroyskt
verða teir koydir frá. Tí er eingin vandi fyri, at embætismenn gera nakað, sum teir ikki hava heimild til, sigur Vibeke Larsen. Samband er alla tíðina millum londini - Er tað ikki løgið, at danska stjórnin [...] skilja teir hvønn annan. -Av tí at talan er um kunning báðar vegir, er ikki talan um, at eg virki sum njósnari. Heldur virki eg sum vanligur embætsimaður, ið er millumlið, og um neyðugt boðberi millum løgmann [...] Ríkisfelagsskapurin verður ikki avtikin - Soleiðis sum eg fati tað, so er einki sum týður uppá, at vit standa fyri at avtaka ríkisfelagsskapin, men at skipanin verður kanska broytt. Tað er heilt náttúrligt, og
konjunkturunum - enn tey lond, sum Føroyar vanliga samanbera seg við. Hetta er ikki støðan í dag, og tað er tí orsøk til at stúra fyri gongdini. Serstakliga tey seinastu tølini fyri m.a. royndarveiðu í føroyskum [...] Nevndin heldur ikki, at veiðutrýstið verður lækkað við teimum 30%, sum mælt er til við fiskidagaskipanini. Nevndin kemur til ta niðurstøðu, at føroyski búskapurin framvegis ikki er førur fyri at standa ímóti [...] at tað er sera umráðandi ikki at seta nýggja stuðulsskipanir í verk fyri tær, sum nú verða avtiknar. Lønarstuðulin til fiskivinnuna og annars vinnustuðul eigur stigvíst at verða tikin av fyri uppá longri