merkingin er liður í eini nýggjari verkætlan á Havstovuni, har kaving, ferðing og útbreiðsla hjá grind, springara og bóghvítuhvali, skal samantvinnast við havfrøðiligar og lívfrøðiligar mátingar á Grønland-Sko [...] kunning um útbreiðslu og atburð hjá hesum hvalasløgum. Ætlanin er framyvir at merkja bæði grind, springara og bóghvítuhval, og sendarar eru tøkir til endamálið, sigur Havstovan. Myndirnar eru frá Havstovuni
Í morgin koma tær nýggju reglurnar um springara og grind í gildi. Nýggju reglurnar eru settar í gildið í kjalarvørrinum á tí stóra, og nógv umstrídda springaradrápinum á Skálafjørðinum í september í fjør [...] fullkomiliga. Tað verður ikki, men nú er kvota sett á, hvussu nógv vit hava loyvi at veiða av skjórutum springara, sum er tað mest vanliga slagi. Sostatt kunnu vit ikki drepa meiri enn 500 skjórutar springarar
arbeitt við tí og her fyri kunngjørdi landsstýrið eina ætlan har kvota verður sett á, hvussu nógvan springara, vit hava loyvi at veiða um árið. Ætlanin er nevniliga, at í ár og næsta ár kunnu vit í mesta lagi [...] tí alivinnan vil hava landsstýrið at banna springaradrápi. Tey halda, at halda vit fram at drepa springara, kann tað fáa vanlukkuligar avleiðingar fyri okkara útflutning, tí vandi er fyri, at vit fara at
um árið við teirri vita, sum nú er til taks. Les meiri her: Grindamananfelagið góðtekur kvotu á springara - men undrast á talið Og tí hevur Grindamannafelagið eitt heldur sermerkt tilmæli til landsstýrið
varðveita veiðuna av kjafthvítum springara, er tað í ordan. Tað sigur Grindamannafelagið í eini viðmerking til ætlanina hjá landsstýrinum at seta kvotur á, hvussu nógvan springara, vit kunnu veiða um árið í [...] ikki til at veiða springara nakra aðrastaðni tað árið tí kvotan er uppi. Kvotan nevnir bert kjafthvítir springarar, men vit hava eisini loyvi at veiða hvessing og skjórutan springara. Tað er vandi fyri [...] fyri, at tað fara at verða misskiljingar, tá springarar verða sæddir, um hvat slag av springara talan er um, og um teir telja við ella ikki í kvotuni. Tað kann verða ilt at meta um støddina á einum springarabólki
at tað er hvørki gomul siðvenja, ella føroysk mentan, at drepa springara. Á flestu plássum í Føroyum er tað ikki vanligt at drepa springara, og tí er hetta málið einans ein spurningur um, hvat er best [...] gið í eini viðmerking, nú Landsstýrið sigur, at vit framhaldandi skulu hava loyvi til at drepa springara. Eftir umstrídda springaradrápið á Skálafjørðinum í fjør, gjørdi Landsstýrið av at taka málið upp [...] útflutning. Nú er Landsstýrið komið til eina niðurstøðu og hon er, at vit sleppa framvegis at drepa springara, men fyri at tryggja okkum, at veiðan er burðardygg, verður tað í mesta lagi loyvt at veiða 500
árið og tað vísir Ragnar Jacobsen ikki frá sær. Les eisini: Kanska er tað rætt at seta hámark á springara Eftir galdandi reglugerð er tað landsstýrismaðurin, sum kann áseta tíðaravmarkað bann fyri grindadrápi
Er tað hetta, sum skal til fyri at vit yvirhøvur kunnu halda springara til, er tað kanska í lagi. Tað sigur Ragnar Jacpbsen, formaður í Grindamannafelagnum, nú landsstýrið ætlar at seta hámark á, hvussu [...] málið enn. Landsstýrið tvíheldur um okkara rætt til at gagnnýta okkara náttúrutilfeingi, eisini springara, men fyri at tryggja, at veiðan er burðardygg, verður eitt hámark sett á, so at í mesta lagi 500 [...] og hana vilja tey sjálvandi halda. Men er tað hetta sum krevst fyri at vit yvirhøvur kunnu halda springara til, er tað í lagi, at hámark verður sett á, sigur hann. Hann dugir ikki at siga um tað eru veð
– Vit eru vónbrotin av niðurstøðuni hjá landsstýrinum um springara. Tað sigur Atli Gregersen, nevndarlimur í Havbúnaðarfelagnum. Eftir springaradrápið á Skálafjørðinum í september í fjør, heitti Havbú [...] Havbúnaðarfelagið beinleiðis á landsstýrið um at banna springaradrápi. Halda vit fram at drepa springara, kunnu avleiðingarnar næstan ikki yvirmetast. Fleiri stórar handilsketur hava sagt, at eftir teirra [...] at halda fast um eitt prinsipp, sum lítlan og ongan týdning hevur, tí vit eru ikki von at drepa springara. – Ein orsøk til at eg fáist við vinnulív, er at útvega mær, og familjuni eitt livibreyð. Men tað
Føroyar metir landsstýrið, at føroyingar kunnu veiða umleið 825 springara um árið. Føroyingar hava síðani aldarskifti veitt áleið 260 springara í miðal um árið. Landsstýrið vil tryggja og vísa í verki, at [...] til grindahval hóskar illa til springara, eitt nú tí springari er minni enn grindahvalur. Landsstýrið fer tí at taka stig at skunda undir menna drápsháttin til springara. Ein einstakur serframleiddur [...] viðfangi, at føroyingar eiga rættin at gagnnýta tilfeingið í havinum burðardygt, eisini hval og springara. Føroyingar hava altíð livað av tí, sum havið gevur, og tilverugrundarlagið hjá Føroyum er grundað