Springarar: So eiga allir føroyingar at fáa endurgjald

Endurgjaldið kundi verið, at allir føroyingar fingu ókeypis mat

Eftir nógv umrødda springaradrápið á Skálafjørðinum í september í fjør, rópti alivinnan varskó. Springaradrápið elvdi til eitt ramaskríggj um allan heim og alivinnan segði, at hetta setti okkara útflutning í vanda. Tí mæltu tey staðiliga landsstýrinum til at áseta bann fyri springaradrápi.

 

Tað ynski gekk landsstýrið teimum ikki á møti, men afturfyri er ein kvota sett á, og sostatt hava vit ikki loyvi til at veiða meiri enn 500 springarar um árið í ár og næsta ár. Tá ið ein neyv stovnsmeting er gjørd, væntandi í 2024, verður nýggj kvota sett eftir tí.

 

Í grindamannafelagnum seta tey seg ikki ímóti, at kvota verður sett á fyri at tryggja, at veiðan er burðardygg. Men tey undrast á, at kvotan er 500 springarar um árið, tá ið Havstovan metir, at stovnurin tolir eina veiðu upp á 826 springarar um árið við teirri vita, sum nú er til taks.

 

Les meiri her: Grindamananfelagið góðtekur kvotu á springara - men undrast á talið

 

Og tí hevur Grindamannafelagið eitt heldur sermerkt tilmæli til landsstýrið. Tey vísa á, at seinastu tíðina eru prísirnir á matvørum farnir til himmals. Og tí siga tey, at er kvotan upp á 500 springarar ásett eftir kravi frá vinnuni, eigur tað eisii at fáa avleiðingar fyri vinnuna. Grindamannafelagið sigur, at so eigur vinnan nevniliga at veita føroyingum endurgjald fyri at vit  missa ein part av okkara tilfeingi orsakað av at vinnan fær sín vilja.

 

– Eitt endurgjald kundi verið at lati øllum føroyingum mat ókeypis hvørt ár, sigur Grindamannafelagið.