Ein av okkara bestu grundgevingunum fyri at veiða hval, er at veiðan er burðardygg. Metir ráðgevingin, at ein kvota er neyðug fyri at varðveita veiðuna av kjafthvítum springara, er tað í ordan. Tað sigur Grindamannafelagið í eini viðmerking til ætlanina hjá landsstýrinum at seta kvotur á, hvussu nógvan springara, vit kunnu veiða um árið í ár og næsta ár
Men í Grindamannafelagnum undrast tey á, at talið skal verða akkurát 500 springarar um árið í ár og næsta ár, tá ið Havstovan metir at ein burðardygg veiða er 826 springarar um árið. Serstakliga tá hugsað verður um, at tá tað kemur til fiskakvotur, verða kvoturnar sum oftast settar hægri enn tað ið Havstovan mælir til.
– Tað er eisini ógreitt, um talan er um eina kvotu uppá mesta lagi 500 springarar um árið í tvey ár, ella um tað eru 1.000 tilsamans í tvey ár. Merkir, hetta, at verður eingin springari veiddur í ár, kunnu vit so flyta tað óbrúkta kvotu til næsta ár, so at vit kunnu veiða 1.000 springarar næsta ár.
Talan er um eina felagskvotu fyri alt Føroyar og Grindamannafelagið vil hava landsstýrið at útgreina, hvussu kvotan verður býtt ímillum tey ymsu grindaøkini í landinum. Tað kann henda, at øll kvotan verður brúkt í einum øki í landinum, men so ber ikki til at veiða springara nakra aðrastaðni tað árið tí kvotan er uppi.
Kvotan nevnir bert kjafthvítir springarar, men vit hava eisini loyvi at veiða hvessing og skjórutan springara. Tað er vandi fyri, at tað fara at verða misskiljingar, tá springarar verða sæddir, um hvat slag av springara talan er um, og um teir telja við ella ikki í kvotuni.
Tað kann verða ilt at meta um støddina á einum springarabólki, tí tað ganga so nógvir omaná aftur ímóti grindahvali. Um so er, at komið verður til lands við einum springarabólki, og eitt ávíst tal av springarum hevur gjørt landgongd, kann verða ringt at fylgja við, nær restin av bólkinum skal rekast út aftur, tí kvotan er upp. Hetta kann heldur ikki forsvarast etiskt, tí tað er ivasamt um ein hvølpur klárar seg einsamallur, uttan móðir sína.
Vit skilja uppskoti til eina kvotu, at verða ein máti at seta hámark á, hvussu stórur ein bólkur kann verða, sum verður veiddur. Sagt verður samstundis, at kvotan verður tillagað í 2024, tá ið ein stovnsmeting er gjørd Hugsa vit okkum, at NAMMCO kemur við einum tilmæli um, at nógv meira enn 500 springarar kunnu veiðast um árið, má kvotan hækka tilsvarandi, og tá er møguleiki fyri at reka stórar bólkar til lands.