Fyri tað um Føroyar halda seg hava rætt til at drepa springarar, merkir tað ikki, at tað er tað rætta fyri Føroyar at gera tað. Tað sigur Havbúnaðarfelagið í eini viðmerking, nú Landsstýrið sigur, at vit framhaldandi skulu hava loyvi til at drepa springara.
Eftir umstrídda springaradrápið á Skálafjørðinum í fjør, gjørdi Landsstýrið av at taka málið upp. Samstundis ávaraði alivinnan og vísti á, at drápið hevði fingið umfatandi avleiðingar fyri okkara útflutning, tí fyritøkur, sum høvdu keypt frá okkum leingi, vendu okkum nú bakið. Tí mæltu tey Landsstýrinum til at banna springaradrápi, áðrenn ein bólkur afturat av springarum verður hildin til, tí tey stúra fyri eini vanlukku fyri føroyskan útflutning.
Nú er Landsstýrið komið til eina niðurstøðu og hon er, at vit sleppa framvegis at drepa springara, men fyri at tryggja okkum, at veiðan er burðardygg, verður tað í mesta lagi loyvt at veiða 500 springarar um árið í ár og næsta ár. Í 2024 er væntandi, at ein stovnsmeting er gjørd og tá verður hámarkið sett eftir tí.
– Hóast tað er eitt lítið framstig at eitt hámark nú verður sett, heldur Havbúnaðarfelagið fast við, at tað eigur at verða sett eitt fullkomið bann fyri at veiða springara. Fyri tað um Føroyar halda seg hava rætt til at drepa springarar, merkir tað ikki, at tað er tað rætta fyri Føroyar at gera, sigur Havbúnaðarfelagið.
Avleiðingarnar av springaradrápinum í Skálafirði tann 12. september í fjør, hava verið ógvusligar fyri alivinnuna, bæði hvat søluni, og umdøminum viðvíkur, sigur Havbúnaðarfelagið. Og tey leggja dent á, vandin fyri uppaftur størri avleiðingum økist fyri hvørt springaradráp. Og tey halda, at tað er óskiljandi, at vandin fyri at vit verða boykottað av springaradrápum als ikki verður nevndur frágreiðingini, sum Landsstýrið hevur skrivað í hesum sambandi.
Tað einasta, sum stendur, er, at tað verður ikki mett, at hetta fer at fáa fíggjarligar avleiðingar, men tað er Havbúnaðarfelagið ósamt í. Tey siga, at tað er rættiliga vist, at springaradráp fer at hava fíggjarligar avleiðingar fyri føroysku alivinnuna, og harvið eisini fyri Føroyar og føroyska landskassan.
– Í hesum døgum, har marknaðaratgongd ikki er nøkur sjálvfylgja, er tað av stórum týdningi, at myndugleikarnir ikki seta okkum í eina støðu, har tað verður nógv torførari at selja okkara vørur , sigur Havbúnaðarfelagið.
Alivinnan heldur, at avleiðingarnar av at vit halda fram at drepa springara, kunnu næstan ikki yvirmetast, tí fleiri stórar handilsketur hava sagt, at eftir teirra tykki er springaradráp tann størsta hóttanin ímóti føroyskum útflutningi yvirhøvur. Havbúnaðarfelag ger eisini greitt, at tey eru sera stúrin um avleiðingarnar, skuldi eitt springaradráp afturat verið í Føroyum.
Eingi útlit eru til, at henda støðan fer at broytast, heldur tvørturímóti. Fólk kring heimin eru sera tilvitað um burðardygd og djóravælferð, serliga tey yngru. Harumframt hava springarar eina serliga støðu í hugaheiminum hjá fólki, sigur Havbúnaðarfelagið.
Hetta hevur við sær, at handlar og handilsketur ikki vilja verða sett í samband við eina herferð ímóti føroyskum fiskavørum, tí at vit drepa springara.
Vit liva í dag í einum framkomnum vælferðarsamfelagi, har okkara útflutningur er grundarlagið undir okkara vælferð, og alivinnan stendur fyri einari helvt av okkara útflutningi. Um vit vilja tað, ella ikki, má politiska skipanin fyrihalda seg til hendan veruleikan, og politikarar mugu taka tað í álvara, hvat fólk, sum skulu eta okkara fiskavørur, halda um tað, sum fer fram í Føroyum, sigur felagið.
Í hesum sambandi vísir Havbúnaðarfelagið á, at tað er hvørki gomul siðvenja, ella føroysk mentan, at drepa springara. Á flestu plássum í Føroyum er tað ikki vanligt at drepa springara, og tí er hetta málið einans ein spurningur um, hvat er best fyri føroyska samfelagið. Og her er eingin ivi um, at vansarnir eru munandi størri enn teir fyrimunir, sum onkur sær í at halda fram við springaradrápum.
– Havbúnaðarfelagið fer tí at mæla politiska myndugleikanum til at banna beinleiðis springaradrápum í Føroyum, áðrenn eitt nýtt dráp verður framt, sum kann fáa uppaftur meira víðfevndar og drúgvari avleiðingar, enn hendingarnar 12. september 2021 høvdu, og framvegis hava, sigur Havbúnaðarfelagið.