– Vit eru vónbrotin av niðurstøðuni hjá landsstýrinum um springara. Tað sigur Atli Gregersen, nevndarlimur í Havbúnaðarfelagnum.
Eftir springaradrápið á Skálafjørðinum í september í fjør, heitti Havbúnaðarfelagið beinleiðis á landsstýrið um at banna springaradrápi. Halda vit fram at drepa springara, kunnu avleiðingarnar næstan ikki yvirmetast. Fleiri stórar handilsketur hava sagt, at eftir teirra tykki er springaradráp størsta hóttanin móti føroyskum útflutningi yvirhøvur, segði Havbúnaðarfelagið í áheitanini á landsstýrið.
Men nú landsstýrið hevur viðgjørt málið, er niðurstøðan, at vit skulu framhaldandi drepa springaran, tí vit hava rætt at gagnnýta okkara náttúrutilfeingi burðardygt. Og fyri at tryggja at springaradrápið er burðardygt, skulu vit í mesta langi drepa 500 springarar um árið. Tá ið ein stovnsmeting er tøk, kann talið so verða broytt.
Sostatt gongur landsstýrið ikki Havbúnaðarfelagnum á møti, og tað eru tey vónbrotin av, sigur Atli Gregersen.
Hann sigur, at ístaðin fyri at hugsa um livilíkindini hjá føroyingum, hevur landsstýrið heldur gjørt av at halda fast um eitt prinsipp, sum lítlan og ongan týdning hevur, tí vit eru ikki von at drepa springara.
– Ein orsøk til at eg fáist við vinnulív, er at útvega mær, og familjuni eitt livibreyð. Men tað, sum eisini fyllir rættiliga nógv í mínum hugaheimi, er at vera við til at byggja land, sigur Atli Gregersen. Og hann heldur, at tann, sum setur okkara útflutning í vanda fyri at halda fast um eitt prinsipp, sum lítlan og ongan týdning hevur, setir eisini vælferðina hjá føroyingum í vanda, tí so verða minni pengur til sjúkrahúsverk, almannaverk, skúlaverk og aðrar vælferðartænastur.
Atli Gregersen sigur, at vit vita við vissu, at springaradrápið á Skálafjørðinum hevur havt avleiðingar fyri okkara útflutning av alifiski, tí tað eru keyparar, sum venda okkum baki, tí at vit drepa springara.
Men hann leggur afturat at tað er vónleyst at siga akkurát, hvussu stórur missurin hevur verið, tí tað er eisini stórur eftirspurningur eftir føroyskum laksi. Hinvegin skerst heldur ikki burtur, at tað er rætt og slætt ovboðið hjá rættiliga nógvum fólki, at vit drepa springara, so halda vit fram, er stór óvissa um okkara útflutning í framtíðini, sigur nevndarlimurin í Havbúnaðarfelagnum.
– Og tann, sum ikki hugsar um okkara útflutning, men heldur vil tvíhalda um ein rætt, sum lítlan og ongan týdning hevur, ger ikki tað, sum er mest gagnligt fyri samfelagið, heldur Atli Gregersen.
Hann sigur, at hjá nógvum er tað nógv verri at drepa springara enn tað er at drepa grind, so tann, sum hugsar um vælferðina hjá føroyingum, hevði kanska bannað springaradrápinum – og so tikið tann stóra dystin um grindadrápið, leggur hann afturat.