stórvegis trygging ella hjálp til einkjur. Tí mátti arbeiðast lønarbeiði fyri at fáa húsið undan. Hetta var fyrst og fremst at vaska fisk um summarið. Tað var fiskaarbeiði i Elduvík, men mamma arbeiddi [...] barnafamiljum, sum vóru. Men tær eru fluttar av bygdini aftur. Tá mundu vera eini 20 børn í skúlanum. Lærari var Johanna Joensen, hon var úr Garðshorni í Oyndarfirði. Seinni vóru fleiri lærarar,
menninir settu føtur í bekk at rógva aftur til Langanes fyri at bjarga skiparanum og motorpassaranum. Skiparin var síðsti maður, ið leyp í bátin. Fýra settust nú at rógva og fimti at oysa. Báturin [...] Jens Petur Egholm og svágurin Sofus Højgaard úr Rituvík, sum giftist við Helenu, sum var kend jarðarmóður í Havn. Ein annar svágur, Petur Dahl, sum giftist við Nellu, kom eisini at hava ein týðandi leiklut [...] Tað var mánkvøldið 11. mars kl. 9-9½, at ólukkan hendi. Teir lógu vestur úr Vestmannaoyggjunum, einar 35-40 fjórðingar úr landi. Tríggir menn vóru uppi á vakt, tveir í stýrihúsinum og ein stóð í kappanum
At leggja størri áherðslu á heilsufremjan og fyribyrging og at menna tey tilboð, sum geva borgaranum fyritreytirnar at fáa fleiri góð og virkin ár í heimliga umhvørvinum. Boðanesheimið kann eisini [...] rætt, at talan er um royndarverkætlan, sum byrjaði 1. august 2013. Tað er eisini rætt, at Tórshavnar kommuna hevur sett verkætlanina í gongd. Tað er tó ikki rætt, at Almannamálaráðið ikki varð kunnað [...] somu normering sum hinir báðir nevndu stovnar. Og orsøkin til hetta er, at stovnarnir verða ikki fíggjarliga javnsettir, so sum landsstýriskvinnan vil vera við. Játtan bert til “vanligt virksemi” Lands
støðan ikki gerst enn verri við at seta hesum fyritøkum órímuligar ella óneyðugar treytir í teimum byggiverkætlanum, har tað almenna ella almennar fyritøkur eru byggiharrar, skrivar Vinnuhúsið [...] har fyritøkurnar eru smáar og oftast ikki líka kapitalsterkar sum útlendskar fyritøkur. – Vit hava tó eisini sæð dømi um, at treytir og mannagongdir verða kopieraðar, sum eisini í størri [...] øktum valdi kemur eisini økt ábyrgd. – Og skuldu teir gloymt tað, mugu vit vóna, at vit hava nakrar vaknar politikarar, sum kunnu siga teimum, at tað er umráðandi at vit eisini í framtíðini hava so mikið
at tosa tað, eisini til próvtøkurnar, men frálæran var kortini á donskum. Eftirmælið sum Tórshavnar Skúlasøga gevur A. C. Lützen er, at ”flestu havnarfólk mundu sanna, at eftirsjón (saknur) var í [...] Dóttirin var við barn.. Høgni Djurhuus, sonur Esther og Johan, eigur fleiri gomul skjøl hjá oldurabbanum. Her er onkur áhugaverd søga eisini. Eitt av skjølunum vísir, at A. C. legði sak um ærumeiðing
avriggað verk. Yrkisleiðin byrjaði í heimbygdini, og síðani arbeiddi Anna í Hoydølum, á Eysturskúlanum, á Háskúlanum, á Handilsskúlanum – fyrst í Havn og síðani á Kambsdali – og so varð punktum sett [...] lærarastarvið frá sær, hevur Anna hildið fram við álitisuppgávum eitt nú sum próvdómari á Læraraskúlanum. Anna er gift Andrassi Dahl Niclasen, sum rekur súkkluhandilin í Nólsoyar Pálsgøtu, ið framvegis ber
skrambul. Tá var tað akkersketan, sum rann út. Hon rann út øll somul, til tað stóð á í ketukjallaranum, og ketan slitnaði við einum ordans bresti. Tað var ein harðlig útpurring. Tað hoyrdist, at stýrimaðurin [...] hjá Frelsunarherinum í miðbýnum í Reykjavík, har tað var bíligt at búgva. Her búðu fleiri skopuningar. Vit vóru so har í nakrar dagar. Tað tyktist at vera nakað langligt at ganga og mala, so ein var byrjaður [...] Stjarnan og var uppá 100 tons. Tá ið eg var biðin við, royndi hann við línu. Eg var so við har í tríggjar dagar. Tá kom hesin góði maður við aftur, og eg fór so aftur á fiskavirkið. Men tá ið garnatíðin kom
innanfyri títt øki, so fær tað valla verið betri. Nøkulunda soleiðis ljóða ráðini frá serfrøðini og arbeiðsgevarum til lesandi, sum ynskja spennandi og avbjóðandi størv. Men Remi Thomsen er besta prógvið [...] Evroparáðharrin hjá danska Javnaðarflokkinum, Nicolai Wammen, telist millum tey, ið eru nevnd á listanum. Við øðrum orðum er Berlingske Business Talent 100 ein listi við ávísari tyngd. Men Remi Thomsen [...] hjá Danske Bank á Kongens Nytorv í Keypmannahavn. Ein útbúgving og eitt starv Hvussu Remi hevur arbeitt seg upp frá at hava lestrararbeiði til at vera í leiðandi starvi, kanst tú lesa um aðrastaðni
seinastu ferðirnar, men tað var ikki kappingina um fremsta plássið, sum Kvívíkingur fram við Molanum vóru noyddir at savna seg um. Heldur var tað um næstfremsta plássið, har Fríggjarin eina løtu var [...] meðan Árnfirðingur fyri fimtu ferð í ár endaði á fjórða plássi. Hinar báðar ferðirnar var hann nummar trý. Argjabáturin endurvann FM heitið, hóast hann bara vann tríggjar ferðir, og hóast hann á Eystanstevnu
rokni eg við, at teir skjótt høvdu rýmt oman aftur í barnagarðin, sipar hon speiskliga til løgtingið, meðan hon setir koppar og gløs upp á pláss. Yvirav Jónasi situr gøtukonan Borghild so friðalig [...] hósdag og annanhvønn fríggjadag er eingin vaskikona, men bert eitt hjálparfólk í vardum starvi. Tá Jóna hevur frí mugu røktarstarvsfólkini taka upp. – Tú mást renna og renna. Her verður eingin eykareingerð [...] frá, at brúk er fyri hjálp á einum ørðum kamari. ”Bibb, bibb, bibb” sigur tað títt, og í hinum endanum á deildini hoyrast róp. Ruth sleppur øllum, hon hevur í hondunum og loypir avstað. Eitt av búfólkunum