3. partur
Vit eru framvegis í Grønlandi í 1954. Petur hjá Luffu og Petur í Gásadali vóru eisini í fleiri ár í Dagmarsvík. Teir høvdu ein bát sum æt Niclas Oluf. Hetta sama summarið var Eirikur Reyði í Føroyingahavnini. Við honum vóru Niclas Olsen av Tvøroyri og Kristin Holmsund úr Froðba. Teir vóru systkinabørn. Niclas var ein av eigarunum av Eiriki Reyða, sum var ein av teimum bátunum, ið vóru við til útróður í Grønlandi í 1939. Niclas var eisini bátabyggjari, so helst hevur hann verið við til at byggja báðar bátarnar, Eirik og Boga. Hann er eisini pápi at tí núverandi bátabyggjaranum á Tvøroyri Johan Olsen.
Lagnan hjá Drelnes
Teir hildu til í Sprittvíkini, sum í veruleikanum ikki var ein vík, men var vestari armur av buktini, sum Dagmarsvík liggur í. Tætt norður úr tí tanganum, har Sprittvíkin liggur innan fyri, liggur eitt sker, sum kallast Drelnesskerið. Navnið komst av, at Drelnes, ein slupp av Tvøroyri, fórst á skerinum. Tað bar soleiðis til, at skipið kom inn til damparin at landa. Fyri at koma uppá síðuna á damparanum, svingaði Drelnes aftur um skipið, sum lá við afturendanum inn ímóti skerinum. Men vanlukkutíð kom hann ov nær og bar við skerið. Fjarandi sjógvur var, og skipið var fult av fiski. Tískil brotnaði Drelnes og sakk niður við skerinum.
Ein nólsoyingur, Herluf, var eisini har yviri. Hann var í einari vík, sum kallaðist Kollafjørður.
Í somu vík var eisini Berint úr Kollafirði, sum víkin æt eftir. Karl Jespersen av Tvøroyri, var í einari vík innan fyri Polaroil. Her kan vera nevnt, at Karl var seinasti formaður í Suðuroya Fiskimannafelag, sum breyt seg úr Føroya Fiskimannafelag í 1934. Í 1957 komu feløgini saman aftur. Karl er uppi í 90-unum og er framvegis hanpuliga væl fyri.
Sama skúr leigaði eg í 1958, tá ið eg fyri fyrstu ferð var formaður á báti sjálvur. Tað var á Boga, tí gamla.
Jefri í Garðastovu var eisini í fleiri ár í Føroyingahavnin. Hann hevði tveir bátar, Eyðfinn 1 og Eyðfinn 2. Hann helt til inni í Lektaravíkini. Julius í Syðradali var somuleiðis í Føroyingahavnini við einum dekksbáti sum æt Glyggur. Teir búðu har inni, sum tann gamla smiðan var. Eg haldi, at hann var bara tað eina ári.
Ein maður frá Ljósá var eisini í Føroyingahavnini. Hann keypti ein bát, sum danska skonnartin Arctic hevði havt. Hon hevði róð út við bátum. Tað hevur verið onkuntíð áðrenn seinna heimsbardaga. Ein stóran skúr átti Arctic eisini í Føroyingahavnini. Hann stóð á vestara armi í víkini, har sjómansheimið stóð fyrr.
Innifrystir í Grátufjørðinum
Í 1954 høvdu vit bygt ein lítlan skúr í Grátufjørðinum. Tá var tað hetta góða loyvi, sum greitt hevur verið frá í seinasta parti, komið. Vit høvdu ligið og bíða eftir tí í 1953, men tað kom ikki fram. Skúrurin var gjørdur til heima, so stórviðurin var bara at skrúva saman. Hann var klæddur við krossfinerplátum. Hann hevði átta koyggjur. Til hita høvdu vit ein Valorovn, og at matgera við brúktu vit ein primus.
Hesin skúrur var bara ætlaður til at vera í teir dagarnar, ið vit plagdu at royna har suðuri í Grátufjørðinum. Skúrurin stóð í einari vík, sum við einum eiði var skild frá teirri vík, sum skúrar blivu bygdir í seinni, og sum bleiv kallað Norðara Havn.
Ein túr vóru vit har suðuri síðst í september ella fyrst í oktober. Vit høvdu verið á útróðri um dagin og havt hampuligan fiskiskap.
Um kvøldið, tá ið vit vóru lidnir at gera reint, var blivið stilli og nokk so kalt. Hetta hugsaðu vit einki um, men fóru heim í skúrin.
Vit skuldu fara norður í Føroyingahavnina morgunin eftir. Tá ið vit um morgunin komu til bátarnar var alt fryst. Av tí at víkin, sum bátarnir lógu í, var lítil og smøl og lá sum ein blindtarmur av restini av víkini, sóu vit ikki, hvussu tað í veruleikanum sá út.
Men tað vísti seg skjótt, at tað var fryst langt út, einar 200 metrar og hartil var ísurin umleið hálvan annan tumma tjúkkur. Tað vóru stórir trupulleikar at koma út aftur. Vit sigldu undan við tí stóra bátinum og royndu at bróta fyri við skottum og árum fyri ikki at fáa hol á bátin. Men tá ið vit komu út úr ísinum var hol komið á bátin kortini, so sjógvurin fossaði inn. Vit máttu so seta bátin afturá, so holið kom uppundan har frammi. Síðani stungu vit tvist í holið, og so bleiv siglt norður í Føroyingahavnina.
Hetta bleiv so sjálvandi gjørt aftur, tá ið vit komu norður. Hesin góði skúrur, sum her er umtalaður, bleiv ikki langlívaður. Longu um veturin 1954-55 er hann farin. Vit fingu at vita, at hann var farin av einum stormi um veturin. Hesin fiskiskapur helt so uppat av sær sjálvum, tá ið skúrurin var farin. Strævið var tað eisini, og heldur ikki kom tað stóra burtur úr hesum arbeiðsháttinum.
Ófantalig heimferð
Hetta heystið komu vit heim við einum norskum dampara, sum æt Rask. Hetta var ein gamal bátur. Tað segðist, at hann hevði undirvatnsbátamotor. Meðan innskipað varð, lá skipið við brúnna á Nordafar. Tað var komið út í november mánað. Tá var blivið kalt og ótespuligt veður við vátaslettingi. Tað ringasta var, at eingin proviantur var eftir.
Fyri ikki at tarna arbeiðinum bleiv matgjørt á tí norska vælferðarhúsinum. Eitt kvøldi, ella meira at siga um náttina, komu vit niðan móðir og troyttir at fáa okkum at eta, eftir at vit høvdu skipað fisk inn allan dagin.
Vit fingu kókaðan fisk og smelt afturvið. Allir høvdu helst fingið sær væl uppá tallerkin og væl av smelti útyvir. Tá kom róp í, at tað var sápa og ikki smelt á tallerkinum!
Hetta komst av, at tað var jú næstan eingin proviantur eftir og heldur einki feitt. Kokkarnir høvdu so funnið nøkur blikk, sum høvdu ligið eftir frá norðmonnunum. Um eingin áskrift hevur verið á hesum góðu blikkum, ella um tað var skrivað á kinesiskum, veit eg ikki, men hetta var so smeltað og sett á borðið sum feitt.
Tað var ein øgilig gálvan og snerkjan, sum tá var á monnum. Eg minnist einki um, at nakar føldi nakra serliga trongd til at takka kokkunum aftur fyri teirra ætlaðu góðgerð!
Tá ið liðugt var at skipa inn, var farið at sigla heim, men umstøðunar umborð vóru sera ringar. Tað var lítil og eingin matur, og tað dryppaði niður allastaðni.
At eingin matur var umborð var ikki okkara skuld. Skipið var jú komið yvir eftir fólki og fiski, og skuldi sostatt havt nóg mikið av útgerð við, men so var ikki. Eg minnist ein døgurða, óskrællað sild beint úr tunnuni og eplir. Og sum vant var heldur eingin hiti.
Harðlig útpurring og løgtingsval
Eina náttina, meðan teir flestu lógu í fasta svøvni, var eitt øðiligt skrambul. Tá var tað akkersketan, sum rann út. Hon rann út øll somul, til tað stóð á í ketukjallaranum, og ketan slitnaði við einum ordans bresti. Tað var ein harðlig útpurring. Tað hoyrdist, at stýrimaðurin fekk sekkin, tí at hann ikki hevði koyrt bremsurnar orduliga fyri.
Vit komu so heim í øllum góðum tann 13. november. Tað var løgtingsval 8. november, so vit lukkaðust ikki heim til valið.
Hetta var annars eitt val við stórum broytingum. Drúgv fiskimannaverkføll høvdu verið í tvey ár. Fyri hendingina við skalkijarninum undir verkfallinum í 1954 var formaðurin í fiskimannafelagnum Erlendur Patursson dømdur at sita í 40 dagar. Hann valdi at sita, meðan valið var, og varð roknaður sum martýrur fyri fiskimenn. Hetta útvegaði hansara flokki, tjóðveldisflokkinum, so stóra framgongd, at hann fór úr tveimum upp í seks tingmenn.
Tað kann eisini verða nevnt, at grønlandsútróðurin var eitt fast evni til løgtingsval í spurninginum um loysing ella samband. Ført varð fram, at uttan ríkisfelagsskap mistu vit okkara rættindi til hendan útróður. Men so við og við datt hetta burtur sum grundgeving!
Við hetta summarið vóru umframt meg sjálvan:
Jens Kristian Petersen, Magnus Magnusen, Froðba, Mikal Tausen, Poul Rasmusen, Danial Poulsen, Martin Johannesen, Sand.
Fingu kokk og væl var tað
Í 1955 eru vit eisini í Føroyingahavnini. Men nú vóru vit bara við einum báti, Boga. Tað var blivið so ringt at fáa fólk. Orsøkirnar vóru kanska fleiri. Hetta var einki serligt lív, og inntøkurnar vóru einki at reypa av. Vit vóru fýra manns hetta summarið, tríggir føroyingar og ein grønlendingur, sum var frá Fiskanesi.
Hetta var eisini fyrsta ári, vit høvdu ein fastan kokk, eina kvinnu. Hon var eisini úr Fiskanesi og átti ein fýra ára gamlan drong, Arne, sum hon hevði við sær.
Tað hevði víst seg ígjøgnum árini, at tað bar ikki til at hava ein fastan kokk fyri fullan part, tá ið mann var so fámentur. Tískil komu vit aftur at landi til útkaldan fýr og ongan tilgjørdan mat.
Tað var so, tá ið vit komu aftur at landi, ofta við nógvum fiski, at ein maður leyp upp úr bátinum, og kókaði ein temunn. Samstundis setti hann eina grýtu út á við einum døgurðabita. Tá ið vit so høvdu drukkið, fóru vit út aftur at rigga til at gera reint, flekja og salta fiskin. Tá ið kókað var, so var farið at fáa sær eta, aftaná var farið at flekja. Her bleiv staðið til liðugt var, ofta til út í móti morgni alt eftir, hvussu nógv fiskað var. Tá ið alt var komið í salt og alt var liðugt, so vit kundu tørna inn, vóru ofta nógvir tímar liðnir. Var so leygardagur dagin eftir ella man væntaði illveður út á dagin, so var frívaktin ofta stytt fyri ikki at missa ov nógv av degnum eftir. Sunnudag var altíð friður.
Nú bleiv hetta so roynt at fáa fastan kokk. Tað var ein stórur munur at koma aftur til heitan og reinan skúr og mat standandi á borðinum. Hartil vóru klæðini vaskaði.
Men tað var strævið, ógvuliga strævið. Tann, sum ikki hevur verið við til slíkt, dugir ikki at seta seg inn í tað. Men hinvegin kann sigast, at mítt ættarlið livdi í einari stórari broytingartíð til tað betra.
Við hetta summarið vóru umframt meg sjálvan:
Jens Kristian Petersen, Froðba, Mikal Tausen, Sand,
Renatus, Grátufjørðurin, Marta Stefani, (kokkur), Fiskanes.
Fóru at royna Ísland
Í 1956 var ikki farið til útróður í Grønlandi. Hesa tíðina vóru so nógvir føroyingar farnir at leita sær til Íslands. Skipaflotin var í ringum standi, og tí vóru inntøkumøguleikarnir hjá fiskimonnum vánaligir. Íslendingar høvdu nógv góð skip, sum teir høvdu trupult at manna. Sigast kann, at Ísland gjørdist bjargingin hjá føroyskum fiskimonnum hesi árini. Teir vóru fleiri enn 1.000 mans og eisini kvinnur, sum fóru til Íslands stóran part av fimmtiárunum. Seinnapartin av fimmtiárunum byrjaði endurnýggingin av føroyska fiskiflotanum av álvara, tá kundu føroyingar koma heim aftur.
Pápi mín og eg avgjørdu, at vit skuldu royna at fara yvir til Íslands um várið at vita, um vit kundu fáa nakað burtur úr vártíðini har uppi.
Heima í Føroyum var so einki at vinna. Vit fóru so upp til Reykjavíkar við ferðamannaskipinum Dronning Alexandrine hjá DFDS. Har vóru nógvir føroyingar við.
Nógvir av hesum monnunum vóru teir somu, sum vóru í Grønlandi um sumrini. Tað hevur verið tíðliga í februar mánað, at vit komu til Reykjavíkar.
Eg hevði ikki fingið kjans, áðrenn vit fóru heimani frá. Hetta var tað vanliga tá. Fatanin var, at tað var bara at fara yvir, so fekst okkurt at gera.
Vit fingu pláss á hotellinum hjá Frelsunarherinum í miðbýnum í Reykjavík, har tað var bíligt at búgva. Her búðu fleiri skopuningar. Vit vóru so har í nakrar dagar. Tað tyktist at vera nakað langligt at ganga og mala, so ein var byrjaður at ivast í, um nakað fór at spyrjast burtur úr. Men so kom onkur at sóknast eftir fólki, og tað var til eitt flakavirki á Hafnafjørðinum beint við Reykjavík. Vit fingu so arbeiði á hesum virkinum saman við áðurnevndu skopuningum. Vit vóru 10 ella 12 manns tilsamans, sum her fingu arbeiði.
Búleikaðust har menn høvdu skotið seg
Innivist fingu vit uppi á loftinum á einum gomlum fiskahúsi, sum var frá teirri tíðini, tá ið tann danski kongaligi handilin var í Íslandi. Vit fingu eina eldri konu at gera mat fyri okkum, so vit høvdu tað gott í allar mátar. Tað vóru tvey stór rúm ella kømur við koyggjum í at búgva í.
Hurð var inn í hvørt kamar frá køkinum. Úr hinum endanum á køkinum var eitt kamar til kokkin. Har kom trappan upp, sum var inngongd hjá okkum frá fiskakjallaranum.
Í hesum fiskakjallara vóru vesini, so niður har skuldi man fara. Tað var sagt, at tveir manns høvdu skotið seg har niðri, so man var ikki heilt álvuligur at fara niður í hetta stóra skýmliga rúmið á miðaru nátt.
Størsti parturin av fiskinum, sum virkið arbeiddi, var kongafiskur, sum tað fekk frá trolarum. So fekk virkið eisini nakað av torski frá bátum, sum royndu fyrst við línu og síðani við gørnum á vertíðini.
Her kom alt til sættis. Uggarnir av tí stóra torskinum, ið varð skorin til flak, blivu saltaðir, síðani pakkaðir og útfluttir.
Somuleiðis var við skræðuni, hon bleiv eisini saltað og útflutt. Tað bleiv sagt, at skræðan bleiv brúkt í skógvaframleiðslu. Eisini bleiv tann størsti torskurin og tann størsti upsin, sum var uppi í veiðuni hjá trolarunum, tikin burtur úr og flaktur.
Hetta varð gjørt í einum skúri, sum stóð fyri seg sjálvan niðan fyri flakavirki. Har var eg nokkso nógv saman við onkrum íslendingi. Fiskurin kom inn á gólvið har, og nakað av brúktum ísi varð koyrt út yvir.
Her lá fiskurin oftast heilt leingi. Hann varð so moyrur, at tað bar til at hála ryggin burtur úr uttan knív.
Men tá ið fiskurin kom burtur úr aftur saltinum, sá hann slett ikki so galin út! Tað var ikki so frægt, at tað bleiv brúkt nýtt salt.
So við báti
Eg var so har eina tíð, men ein dagin bleiv eg spurdur av leiðsluni, um eg vildi fara við einum av teimum bátunum, sum landaðu til virkið. Ein maður við hesum báti hevði forfall.
Eg tók av. Hesin báturin æt Stjarnan og var uppá 100 tons. Tá ið eg var biðin við, royndi hann við línu. Eg var so við har í tríggjar dagar. Tá kom hesin góði maður við aftur, og eg fór so aftur á fiskavirkið. Men tá ið garnatíðin kom fyri, bleiv eg biðin við sum fastur maður.
Har var eg so við alla vertíðina, og mær dámdi sera væl. Tað gekk eisini rættuliga væl við fiskiskapinum. Tað vóru eisini yvirhøvur fittir menn, serstakliga skiparin og stýrimaðurin.
Tá ið vertíðin var av um mánaðarskiftið apríl-mai, fór eg av. Eg fór til Reykjavíkar, har fekk eg saman við pápa kjans við Torkil Mána, sum var ein trolari upp á eini 5-600 tons.
Við honum varð farið til Grønlands á saltfisk. Har var rokfiskiskapur. Tað var tað eisini hjá føroysku trolarunum hesa tíðina. Vit vóru ein mánaða til fiskiskap, so var báturin fullur. Tað fjarðaði ongantíð av dekkinum frá tí, vit kastaðu, og til trolið bleiv lagt á dekkið. Hetta eru tær størstu nøgdir av fiski, eg nakran tíð havi sæð. Tað bleiv so farið heim til Reykjavíkar.
Inni á Reykjavík lá trolarin Røðull av Hafnafjørðinum. Honum væntaði fólk, og vit báðir feðgarnir fóru so við honum.
Tá ið vit komu umborð, var eg spurdur, um eg vildi verað annar kokkur. Hesum tók eg so av, og dámdi mær sera væl. Kokkurin var heldur váttligur, men vit komu sera væl út av tí. Hann var stak fittur í móti mær.
Vit vóru so tveir túrar við Eysturgrønland á kongafiski. Túrarnir vóru ikki langir. Tað var nógv at fáa. Tað at tað var ísfiskur, avmarkaði eisini túralongdina. Vit vóru so tveir túrar við, og tá vit komu aftur av tí seinasta túrinum, skuldi báturin á sleipistøð.
Mær var tá bjóðað at arbeiða umborð, meðan báturin stóð uppi og síðan halda á fram, tá ið hann fór aftur í virksemi. Eg tók ikki av, men fór heim.
Heim og yvir aftur til Íslands
Vit vóru ikki leingi heima, men fóru yvir aftur. Tað var á nøkulunda sama hátt sum fyrru ferð. Tað var ikki nakað fast vit fóru yvir til. Tað vanliga var, at menn fóru á Frelsunnarherin í Reykjavík og fingu sær innivist. So komu menn, sum høvdu brúk fyri fólki, hagar at fregnast, um nakar var at fáa har til arbeiðis.
Soleiðis var eisini hesu ferð. Tað var rættuliga skjótt, at har kom ein maður úr Vestmannaoyggjunum, sum skuldi hava nakrar menn. Hesin maður átti ein bát um 40-50 tons. Báturin æt Sæfari. Vit vóru tríggir føroyingar, sum fóru við har, pápi mín, eg og so ein víkamaður, Poul á Torlabrúgv. Tað vóru bara vit tríggir, sum vóru føroyingar.
Vit royndu við gørnum eftir sild. Tað var millum nakað og einki at fáa, men hetta var eitt strævið arbeiði. Tá ið vit drógu gørnini, var ein maður sum dró tey inn við spælinum. Samstundis stóðu fýra ella fimm manns aftur eftir og hálaðu gørnini aftur ímillum okkum.
Samstundis sum sildin varð rist úr teimum. Hetta hevur verið sum við teimum føroysku sildaskipunum. Arbeiðið var møðsamt fyri armarnar.
Seinni fóru vit at fiska upsa við snellu, men tað var á sama hátt. Urtøkan var sera lítil. Vit vóru við har, til vit fóru heim um heystið.
Aftur stóð illa til
Várið eftir fóru vit yvir aftur til Íslands. Tá fóru vit beinleiðis í Vestmannaoyggjarnar.
Farið var sum vanligt uppá óvist. Eg egndi hjá onkrum línubáti og hevði okkurt fyrifallandi arbeiði. Vit fóru eisini at rógva út við einum lítlum báti, sum pápi hevði fingið at reka.
Hann var komin at kenna ein skúlalærara, ið átti bátin.
Hesin bátur var sum ein lítil seksæringur til støddar. Tað gekk eisini bara væl, tá ið tað viðraði. Ein dagin mundi tað gingið galið hjá okkum. Tað var eitt sindur keðiligt veður, og vit høvdu fingið rættuliga væl av fiski. Pápi mín skuldi so sigla upp aftur.
Íslendingurin og eg vóru farnir í lugarið. Í tí hann slakar av, og báturin misti ferðina, søkkur hann niður og byrjar at taka sjógv inn. Gamli rópti so á okkum at koma at kasta fiskin út, men tað hevði hjálpt lítið í einari knappheit. Til alla lukku koyrdi hann á motorin aftur, og tá lætti báturin sær á aftur.
Tað var um reppi, at vit sukku beint niður. Báturin hevði vánaligan kropp og var alt for smalur. Vit fóru so ikki út aftur, fyrr enn tað var gjørt eitt høgt skvatliborð á hann, og tað hjálpti væl um.
Seinni um várið bleiv eg biðin sum avloysari við einum snellubáti. Tað var ein bátur uppá 15 tons, sum æt Ingolf. Tað var ein tvøramaður, sum var farin av. Eg var so nakrar dagar við hesum bátinum, til vertíðin var liðug. Eg var so biðin um at koma við aftir várið eftir. Eg var so við har í einar tríggjar vertíðir, og hevði eina rættuliga góða inntøku eftir tátíðini at vera. Vit vóru fimm manns við. Ein dagin fingu vit uppí bátin, eini 15 tons.
Tað var ein stórur fiskiskapur, men fiskurin var eisini so velduga stórur, so tað rúgvaði skjótt upp.
Vit búðu í kjallaranum hjá formanninum og eigaranum á bátinum, Sigurdi, í Hólagøtu 17, Vestmannaeyar.
Aftur til Grønlands
Heim aftur komu vit seinast í apríl mánað 1957. Vit fóru avstað aftur til Grønlands fyrst í mai mánað.
Hetta árið eru vit aftir í Føroyingahavnini við sama báti Boga, og sama fólki, nevniliga:
Jens Kristian Petersen, Anton Petersen, Froðba. Mikal Tausen, Sand, Renatus Corneliusen, Gratufjørðinum og Martha Stefani (kokkur), Fiskanes.
Fiskiskapurin var hampuligur, og tað er framvegis saltfiskur, sum vit vóru til. Tað var mest nærindis Føroyingahavnini, ið vit royndu, bæði sunnan fyri og norðan fyri.
Um heystarnar gjørdu vit onkrar túrar suður í Grátufjørðin, tá ið lítið var at fáa við Føroyingahavnina. Vit fiskaðu uppí bátarnar av saltfiski. Hetta merkti, at vit fóru til lands at flekja fiskin, saltaðu hann so í bátin og so norður í Føroyingahavnina við honum. Hetta var eisini eitt knoss.
Fyrstu ferð bát sjálvur
1958 er tað fyrsta árið, sum eg havi bát sjálvur. Pápi mín keypti ein bát, sum æt Fleyr, frá Niels Juel Mortensen á Tvøroyri.
Hetta var ein bátur, sum Niels Juel bygdi sum stuttleikabát til sín sjálvan. Men eg haldi ikki, at hann bleiv nógv brúktur. Hann hevði ikki snið av føroyskum báti, men hevði sneitt stevni og rundan afturenda. Hann hevði ein solomotor. Støddin mundi vera millum tíggjumannafar og seksæring.
Eg fekk so Boga at rógva út við, av tí at pápi mín, nú hevði fingið Fleyr. Hetta summarið leigaði eg ein skúr frá Karl Jespersen av Tvøroyri. Hann lá í einari vík beint innan fyri Polar Oil.
Vit vóru fýra manns og ein ung genta úr Fiskanesi Anne Marie, sum var kokkur. Umframt meg sjálvan vóru vit Mikal Tausen av Sandi, Símun Joensen av Tvøroyri, og Trond Juul Hansen úr Skopun
Hendan víkin sum vit vóru í, var ein hampuliga góð vík at vera í, men sum so ofta var strondin ring at koma at. Men har var eitt ilt av einum krana, sum vit riggaðu til. Hetta fingu vit so dánt hjálpt okkum við. Annars hevði tað slett ikki gingið. Í hesu somu víkini var bara hesin eini skúrurin, tá ið vit komu. Eina tíð seinni kom ein vestmenningur og bygdi sær skúr uttari í víkini. Hann hevði ein seksæring, sum æt Vónin.
Sum undanfarin summar var tað eisini saltfiskur hetta árið og tað var góður fiskiskapur.
Men báturin var illa mannaður, og sum áður frásagt var tað ein illa atkomulig strond. So tað bleiv ikki tað, sum tað kundi verið.
Vit róðu nógv suður um Føroyingahavnina, suður á Trebrødre og suður á Marrak. Hagar var ein teinur upp á umleið tríggjar tímar at sigla. Hesi árini høvdu vit eingi hjálpitól. Tað var ein motorur og ein kumpass, men væl gekk við at koma í fisk og eisini at finna aftur sjálvt í svartari toku um kvøldarnar. Tað kom ikki fyri, at vit ikki funnu aftur til lands, hóast vit ongan radara høvdu.
Rættingar
Í 2. Parti er ein mynd, sum verður søgd at vera manninginin á Marité í 1952. Hetta er skeivt. Hetta er manningin á bátunum hjá Jens Kristian, pápa Anton
Í seinastu Miðviku stóð um bátin úr Skálavík, at hann í 1896 fórst í Skálsábáruni.
Tað rætta er, at hann sakk á Sveipinum, sum er millum Glyvursnes og Kirkjubønes. Onkur sigur, at tað var í Fleskíðuni, teir fóru. Dyrgingarbátar av Argjum hoyrdu neyðarrópini, verður sagt.
Isabella Innes kom eisini eitt sindur skeivt fyri. Hon varð skotin niður á Munkagrunninum.
Komandi partur
Tað vóru nógvar tjóðir í Grønlandi. Millum hesar vóru eisini portugisarar. Teir fer Anton at greiða meira frá