Almenn rættleiðing til Anniku Olsen um rehabilitering

Heðin Mortensen, borgarstjóri
----
Herfyri setti Sirið Stenberg, løgtingskvinna, skrivligan fyrispurning til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um sam­døgursrehabilitering á Boðanesheiminum og re­habili­tering (endur­menning) til heimabúgvandi borgarar. Svarið hjá Anniku Olsen er í besta føri illa frágingið og gevur ikki løgtinginum hvørki eina sanna ella greiða mynd av málinum. Tí hesar almennu rættleiðingar.
Sirið Stenberg spyr lands­stýriskvinnuna, um hon fer at virka fyri, at sam­døg­ursrehabiliteringin á Boða­nes­heiminum kann halda fram í 2014, og hvussu hon ann­ars ætlar at tryggja heima­búgvandi borgarum gerandisrehabilitering og ambulanta rehabilitering.
Orsøkin til fyrispurningin er ivaleyst skriving í fjøl­miðl­unum í november í fjør um, at Almannamálaráðið ikki fer at játta fígging til samdøgursrehabiliteringina á Boðanesheiminum, og at hetta tilboð til heima­búgv­andi borgarar, sum hevur avbera góð úrslit at vísa á, tí dettur niðurfyri.

Royndarverkætlanin
Annika Olsen svarar løg­tings­kvinnuni, at sam­døg­ursrehabiliteringin á Boða­nesheiminum er ein roynd­arverkætlan, sum Tórs­havnar kommuna sjálv­støð­ugt hevur sett í verk innanfyri játtanina í 2013, og at Almannamálaráðið varð ikki kunnað um hesa verk­ætlan, fyrr enn eftir at hon varð sett í verk.
Tað er rætt, at talan er um royndarverkætlan, sum byrjaði 1. august 2013. Tað er eisini rætt, at Tórs­havn­ar kommuna hevur sett verk­ætl­anina í gongd. Tað er tó ikki rætt, at Almannamálaráðið ikki varð kunnað.
Arbeiðið at skipa sam­døg­ursrehabiliteringina byrjaði beinanvegin, at stovn­urin byrjaði á heysti 2012. Longu 29. januar 2013 varð ætlanin løgd fram fyri Al­mannaverkinum. Ætlanin sæst eisini aftur í reglugerðini fyri Boðanesheimið, sum lands­stýriskvinnan góðkendi tann 22. mars 2013.
Reglugerðin ásetir í enda­málsgreinini, at heimið hev­ur til endamál at bjóða um­lætting til heimabúgvandi pen­sjónistar, ið hava tørv á røkt ella venjing, og við um­sorgan at stuðla undir virkis­førleika hjá tí einstaka. Har­umframt at bjóða tænastur til heimabúgvandi pensjónistar, ið vilja viðvirka til ella at styrkja um virkisførleikan og vælveruna, og harvið stuðla undir møguleikanum hjá hesum at búgva longst møguligt í egnum heimi.
Við støði í hesum varð virksemisætlan fyri sam­døg­ursrehabilitering og dag­til­hald til heimabúgvandi á Boðanesheiminum gjørd. Men hildið varð ikki ráðiligt at seta hetta í gongd, tá Al­mannamálaráðið onga fígg­ing hevði játtað.
Sum alternativ varð tí gjørd ein royndar­verk­­ætl­anar­lýsing, sum Al­manna­verk­ið fekk í apríl 2013. Sum fram­hald av hesum kom eitt lið av 10 fólkum frá Al­manna­verk­inum á Boðanesheimið til framløgu og kunning um verkætlanina – hetta var tann 22. mai 2013.
Men heldur ikki nú fekst játtan. Enn ein roynd varð gjørd á fundi í Almanna­mála­ráðnum hin 26. juni 2013, tá lands­stýriskvinnan per­sónliga fekk handað verk­ætlanar­lýsingina íroknað kost­naðarmeting og kunning um verkseting.
Tað endaði við, at Boða­nes­heimið við at brúka spardar feriulønir, kundi fíggjað verk­ætlanina til jóla, men bæði landsstýriskvinnan og embætisverk hennara hava verið beinleiðis kunnaði og tikin uppá ráð í allari til­gongdini.
At landsstýriskvinnan rekur framundir einki at vita um verkætlanina, og at Tórs­havnar kommuna fyri landskassans pengar virkar í sjálvdrátti, er lítið sømiligt, tá veruleikin sum omanfyri víst er ein heilt annar.

Játtanin til Boðanesheimið
Í svarinum til Sirið Stenberg upplýsir landsstýriskvinnan, at Boðanesheimið verður í fíggjarhøpi javnsett við hini røktarheimini í landinum.
Hetta er ikki so.
Longu í 2012, tá stovnurin byrjaði, og alt 2013 hevur drúgt samskifti verið við bæði Almannaverk og Al­mannamálaráð um játtanina til Boðanesheimið, júst tí, at heiminum verður ikki játtað somu fígging sum onnur røktarheim fáa.
Landsstýriskvinnan vísir í svarinum til, at Boða­nes­heimið fær eina játtan, sum svarar til dagsprísin x tal av búfólki. Hetta er bert hálvi sannleikin. Boða­nes­heimið fær ikki tann hægra demensdagsprísin til demensdeildina, so sum aðrir stovnar við demensplássum fáa. Boðanesheimið fær held­ur ikki játtan til dagtilhald, sum aðrir fáa.
At so er, fæst sjón fyri søgn í fylgiskjali 5 til lógarpakkan, sum løgtingið hevur fingið í sambandi við útleggingina av eldraøkinum til kommun­ur­nar. Skjalið lýsir, hvussu ymisk normeringin (árs­verk pr. búfólk) er á ymsu eldra­bústovnunum. Har sam­bæriligir stovnar sum Eyst­uroyar røktar- og ellis­heim og Lágargarður hava normering millum 1,01 og 1,09, so er normeringin hjá Boða­nesheiminum niðri á 0,85.
Sagt á annan hátt, so skuldi Boðanesheimið havt millum 10 og 15 fleiri full­tíðarstørv fyri at koma upp á somu normering sum hinir báðir nevndu stovnar.
Og orsøkin til hetta er, at stovnarnir verða ikki fíggj­ar­liga javnsettir, so sum lands­stýriskvinnan vil vera við.

Játtan bert til “vanligt virksemi”
Landsstýriskvinnan sigur víðari í svarinum til løgtings­kvinnuna, at tá røktarheimið varð bygt, var tað í játtanini til heimið ikki lagt upp fyri, at virksemið á heiminum skuldi fevna um annað enn tað vanliga virksemi, t.e. játt­an til føst búpláss. Tískil varð heldur ikki í rakstrinum fyri heimið lagt upp fyri eini meir­játtan til annað virk­semi – sum í hesum sam­bandi má merkja eitt nú rehabili­tering.
Av svarinum kann lesast, at tað má verða komið bæði landsstýriskvinnuni og øllum hennara embætisverki sera dátt við, at Boðanesheimið er bygt eisini til “annað virk­semi” enn tað “vanliga virk­semið”.
Veruleikin er, at Almanna­málaráðið hevur verið bein­leiðis partur í tilgongdini at byggja Boðanesheimið frá fyrsta degi. Tað varð nevni­liga sett sum krav fyri stuðuls­láninum frá landskassanum, at Almannamálaráðið skuldi hava umboð í byggi­nevnd­ini.
Og hetta umboðið hjá Al­mannamálaráðnum – henni til rós – varð serstakliga aktivt serliga í mun til funk­tionellu krøvini, har stórur dentur skuldi leggjast á góð­ar umstøður júst til rehabili­tering. Hesum tók Tórs­havnar kommuna eisini fult undir við, hetta er alt í greiðum samsvari við allar fakligar tilráðingar.
Landsstýriskvinnan sjálv veit í øllum førum full­væl, at Boðanesheimið er bygt til meira enn “vanligt virk­semi”. Tá bygningurin stóð liðugur at taka í nýtslu í november 2012 hálovar hon júst møguleikarnar við “øðr­um virksemi”. Í røðu síni til hátíðarhaldið segði hon m.a.:
Tað kann kanska ljóða løgið, men Boðanesheimið kann soleiðis gerast ein óbein­leiðis orsøk til at færri borgarar koma at fáa ein tørv á einum røktarheimsplássi. Og tað er júst hetta sum eg haldi eigur at vera politikk­urin á eldraøkinum komandi árini. At leggja størri áherðslu á heilsufremjan og fyri­byrging og at menna tey tilboð, sum geva borg­ar­anum fyritreytirnar at fáa fleiri góð og virkin ár í heim­liga umhvørvinum. Boða­nes­heimið kann eisini vera ein beinleiðis stuðul til at fremja hendan poli­tikkin í verki. Við teimum um­lættingar­pláss­unum og tilboðunum um ergo- og fysioterapi, sum røktar­heimið kemur at bjóða, verður til dømis møguligt at skipa endurmennandi til­boð til búfólk eins og heima­búgv­andi.
At leggja størri áherðslu á heilsufremjan og fyri­byrg­­ing og at menna tey til­boð, sum geva borgaran­um fyritreytirnar at fáa fleiri góð og virkin ár í heim­liga um­hvørvinum. Boða­nes­heimið kann eisini vera ein beinleiðis stuðul til at fremja hendan politikkin í verki. Við teimum um­lættingarplássunum og tilboðunum um ergo- og fysio­terapi, sum røktar­heim­ið kemur at bjóða, verð­ur til dømis møguligt at skipa end­urmennandi ti­lboð til búfólk eins og heima­búgv­andi.
Hvar leyp so ketan av? Jú, hóast øll eru glað, ikki minst landsstýriskvinnan, um teir góðu re­ha­bi­li­te­rings­­møguleikarnar á Boðanes­heim­inum, so rakk hetta ikki til at játta neyðugu fígg­ing­ina.
Og einki talar fyri, at nøkur fígging kemur, tó at tað bert er einar 2,0 mió árliga, sum talan er um fyri eina samdøgursrehabilitering fyri umleið 30 borgarar árliga og eitt dagtilhald fyri umleið 50 borgarum til reglugliga rehabili­tering – umframt tær venjingar, sum tey fastbúgv­andi fáa.
Fíggingin er ikki har!
Tí landsstýriskvinnan letu­r í svarinum til Sirið Sten­berg ongan iva verða um, at játtaðir verða ikki pengar til endamálið.
Landsstýriskvinnan svar­ar nevniliga, at Boða­nes­heimið fær fulla játtan (vanligan dagsprís) fyri tey plássini, sum verða brúkt av borgarum, sum eru fevndir av endurmenningartilboðnum. Hon staðfestir, at tað er út­gangsstøði og meting Al­mannamálaráðsins, at tað ber til at veita eina góða endur­menningartænastu fyri hesa játtan.
Tað, sum landsstýris­kvinn­an her í veruleikanum sigur, er, at rehabilitering og “annað virksemi” á Boða­nes­heiminum skal fíggjast av teim pengum, sum játtaðir eru til “vanligt virksemi”. Tað merkir, at neyðugt verður at skerja í vanligu røktini á tí stovninum í Føroyum, sum frammanundan hevur vánaligastu normeringina, so sum víst omanfyri.
Hetta er í fyrsta umfari røktarfakliga óforsvarligt. Fyri tað næsta, so er hetta als ikki í samsvari við tað, sum landsstýriskvinnan sjálv legði so alstóran dent á, tá sparikrøvini heglaðu niður yvir røktarheimini í fjør. Tá skuldi sparast, men bara ikki í røktini. Men nú er so tann broyting, at tá um rehabilitering ræður, tá er í lagi at spara í røktini.
Verri er, at landsstýris­kvinnan harumframt upp­lýsir, at borgarin skal rinda 132 krónur um samdøgrið fyri tilboðið. Í mun til tilboðið á Boðanesheiminum hevði hetta givið umleið kr. 240.000 árliga. Tað er rætt, at borgarin skal rinda hetta gjaldið, tað er ásett í kunngerð um røktar­heim § 18, stk. 4, undir­skrivað av Anniku Olsen, lands­stýriskvinnu.
Men landsstýriskvinnan tigur tó um tað týdningar­mesta, nevniliga, at røktar­heimið, í hesum føri Boða­nes­heimið, fær ikki hesar pengar til raksturin. Tvørturímóti, tí § 18, stk. 4 ásetir, at gjaldið fellir til – landið!
Jú, sanniliga. Nei, fíggingin er ikki har, Annika Olsen.

Sorgarsøgan
Landsstýriskvinnan má skilja, at rehabilitering er ikki nakað, ið kemur í staðin fyri røkt – hvørki í mun til starvsfólk ella fígging. Fysio- og ergoterapeutarnir, sum knýttir eru til rehabili­ter­ingina, koma aftrat og skulu sjálvandi fíggjast. Hetta er tó pengar, sum uppá sikt vinna seg inn aftur í ríkiligt mát, tað vita øll.
Í svarinum til Sirið Sten­­berg ásannar lands­stýris­kvinnan fyri so vítt hetta. Hon ætlar at seta nógv í gongd á økinum, tó at hon samstundis vísir á, at hon ikki longur skal hava ábyrgdina, men kommunurnar, og dyrgir eftir, at hetta fer Tórshavnar kommuna sjálv at orna eftir 2015.
Hon vísir eisini til eitt yvirlit yvir verandi rehabili­teringsvirksemi. Har sæst, at meðan Almannaverkið veitir fleiri rehabiliteringstilboð úti um alt landið, hevur Al­mannaverkið at kalla einki virksemi í høvuðsstaðnum. Yvirlitið má tí pyntast við tí, sum Tórshavnar komm­una sjálv hevur sett í verk. Tað mátti givið lands­stýris­kvinnuni okkurt at hugsa um.
Royndarverkætlanin við sam­døgursrehabilitering end­aði 20. desember 2013 og nú er einki rehabili­­terings­tilboð á Boðanesheiminum. Verkætlanin royndist sera væl, so sum fjølmiðlar eisini greiddu frá fyri jól. Ein sonn sólskinssøga fyri øll, men sum nú er endað sum sorgarsøgan hjá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu.
At hon fer so jánkasliga um sannleikan í svarinum til løgtingið, bøtir ikki uppá støðuna.