sonevndar stuðulslærugreinir, so sum matematikk, fysik og kemi. Hesar lærugreinirnar hava ikki altíð tann størsta áhuga hjá lívfrøðislesandi, og tí gerst lesturin kanska heldur strævin hjá fleiri teirra [...] kemst av, at undirvísingarstøðið og krøvini á einum hægri lærustovni eru munandi hægri, enn tey eru von við frá studentaskúlanum. Fleiri av lærubókunum eru á enskum máli, og tað mugu næmingarnir eisini venja [...] fasta rytmu, og lesturin fellir tí lættari. Sosialt sjokk Fleiri, sum velja at fara undir eina hægri útbúgving uttanlands, fáa eisini aðrar trupulleikar at dragast við. Í Føroyum búði tú heima, og fekk alt
túsund inn frá traðum og økjum. Hinvegin ganga mestu pengarnir hjá kommununi til sosial- og heilsumál, 32,8 milliónir í fjør. Skúlamál kosta 18,8 milliónir og gjøld til landskassan 20,5 milliónir. Kommunan [...] eru fyri býlingshús og dagsstovnar o.s.fr. sum Landið betalir ein part í. Kommunan ætlar at betala 35 milliónir av skuldini í ár. 500 milliónir í skuld svarar til tvær álikingar og tað hevur verið góðtikið
hesum skattaeftirstøðum. Kommunan setir av ímóti øllum eftirstøðunum, sum eru eldri enn fimm ár, og ímóti 20% av eftirstøðunum, sum eru yngri. Nýggjar eftirstøður Støðan er nevniliga tann, at talan er um [...] samtíðarskatt, og skatturin verður tikin beinleiðis av lønini, áðrenn skattgjaldarin fær hana í hondina? Tað allarmesta er skattur, sum stavar frá tí, at fólk ikki hava latið sjálvuppgávur inn og so eru tey [...] verður tikin frá Landinum og løgd undir kommununa, tí tað er har, hon hoyrir heima. Býráðsformaðurin sigur, at kommunuskatturin er at kalla einasta inntøkukelda hjá kommununi og teimum dámar einki, kommunan
Ellis- og Røktarheiminum klokkan 20.00. Mikudagin 18. juni klokkan 20.00 verður fundur í Runavíkar skúla. Mánadagin 23. juni verður fundur í Klaksvík. Tann fundurin verður í Ósáskúlanum klokkan 20.00. Felagið [...] talusentrið, og tá kunnu evnini at samskifta við onnur, tað er at tosa og fata tað, onnur siga einum, verða ávirkað. Hetta verður rópt afasi. Nú hevur nevndin í felagnum gjørt av at ferðast kring landið og kunna [...] kunna um endamál felagsins og framtíðarætlanir. Í hesum sambandi ynskir felagið at stovna undirnevndir við trimum limum í hvørjari undirnevnd. Mánadagin 16. juni verða umboð fyri felagið í Miðvági. Fundurin
mentanarlívinum, og haðani eru komnir so nógvir og góðir kórsangarar. Konsertskráin fyri summarið 1997 er fastløgd. Vinarbýarvitjanin í Odense og í Tróndheimi er umframt av Klaksvíkar Býráði og Mentunargrunninum [...] Í sambandi við Danmarkar- og Noregstúrin hjá »17 sangarum«, Monicu Stauss Joensen við violin og Helgu H. Gerðalíð á klaverinum, fer kórið at hava tvær konsertir afturat. Fyrra konsertin verður komandi [...] komandi hóskvøld í fimleikarahøllini í Fuglafirði kl. 20, og tann seinna í Ósáskúlanum í Klaksvík. Leygardagin 7. juni kl. 4 var konsert í Norðurlandahúsinum, har 300 áhoyrarar vóru tilstaðar. Ein av orsøkunum
hevur gingið báðar vegir, tá VB og B36 hava spælt í Havn. Í fjør vann B36 2-1, árið fyri vann Sumba/VB 2-1. Bæði í 1992 og 1993 var B36 við yvirlutan og vann ávíkavist 3-0 og 2-0. [...] plássini á besta liðnum, og hvønn dyst sita frálíkir spælarar uttanfyri. Aftur hesaferð hevur venjarin allar mans tøkar, og hevur truplu uppgávuna at seta liðið. Í Vági trívist optimisman, og teir hava langt síðani [...] eyga á heiðursmerkjakjansin og møguleikan fyri altjóða fótbólti. Birgir Jørgensen hevur hjálpt vágbingum í einum dysti og arbeitt verður við at fáa hann til Føroya aftur. Og talan er eisini um at fáa Jan
túrinum og biðið fólk teknað seg. 150 fólk Farið varð úr Tjørnuvík klokkan níggju um morgunin, og tey umleið 150 fólkini møttu øll í góari tíð. Summi komu heilt tíðliga. Bygdarhúsið var opið, og har savnaðust [...] at síggja yvir á Risan og Kellingina, síggja bjørgini, yvir á Sjeyndir og so allan fuglin. Beint nú er fglæurin tó við at reiðast, men um ein mánað er meira lundi at síggja, og tá fara teir út at fleyga [...] einastandandi góð og vøkur løta í tí góða veðrinum, sigur Jens. Ímeðan grindsvísan varð kvøðin varð aftur borreitt fyri øllum í bygdarhúsinum, og á borðinum var smurt breyð, drekka og ísur. Tjørnuvíkingar
við tíðini 20,4 sekund, og Ikaroz við Nomi Karlsdóttir á baki gjørdist nummar trý við tíðini 20,6 sekund. Tvíspor ung Poyk við Regin Petersen á baki vann kappingina í tvíspori ung. Tíðin var 20,6 sekund [...] tann við Leynarvatn, næsta kappingin fer fram í Vágum. Triðja FM-kappingini fer fram á ólavsøku, og fjórða og seinasta kappingin fer eisini fram í Havn. Hetta er so nevnda Heystkappríðingin. Tann, ið samanlagt [...] flokki, og tvíspori vaksin í 1. flokki. Hampuligt veður Fyrstu helvtina av kappingini við Leynarvatn var veðrið hampuliga gott. Men so fór at regna. Annars skilst, at vøllurin var rættiliga tungur, og tí vórðu
13% í Belgiu og Hollandi, 14% í Fraklandi, 20% í Italiu og Spaniu, 22% í Grikkalandi og Bretlandi go 26% í Portugal. Danmark skarar framum við einans 6%. AV EU børnum 16 ár og undir vóru 20% í fátækum [...] milliónir livdu í fátækt í 1993. Tey best støddu 20% høvdu 7 ferðir størri inntøku enn tey 20% verst støddu. Í USA hava tey 20% best støddu 9 ferðir inntøku teirra 20% verst støddu. Minst breiða fátækradømi í [...] øðrvísi, djúpari og betri inn í mannasálina enn vit. Fyri hesu trúgvandi er tað logiskt og fylgirætt ikki at góðtaka samfelagsskipanir til fyrimun teirra minni mentu, veiku, fátøku. Bólkar og flokkar við sosialari
NSÍ-málverjanum, men skotið brast í stólpan og út. Tá fekk NSÍ eina ávaring, og teir tóku seg saman. Verjan var tøtt og ÍF kom ikki til fleiri opnar kjansir. Tá 20 minuttir vóru spældir legði toppskjúttin [...] Eliasen fram í álopið, og tá gjørdist nakað tunt í verjupartinum. Og NSÍ straffaði eisini fuglfirðingar fyri hetta. Eftir kontraálop gjørdist Helgi L. Petersen leysur og hann skoraði til 2-0. Hetta var í síðstu [...] síðstu minuttunum, og dysturin var avgjørdur. Hjá ÍF manglaðu bæði Eyðálvur Petersen og álopsmaðurin Egil Zachariasen, og tað merktist á liðnum. Hjá NSÍ vóru allir teir vanligu við, og runavíkingar fegnaðust