Kanska mest spennandi dysturin hetta umfarið verður í Gundadali, har B36 skal royna at venda skeivu gongdini frá seinastu tveimum dystunum og seta VB, sum teir hava tapt fyri í ár, uppá pláss.
B36 liggur fremst í 1. deild, men teir eru hart trýstir av júst VB, sum við einum javnleiki ella sigri, kann leggja seg sera væl fyri í oddinum.
Tað er einki at ivast í, hvat kravið til B36 er í hesum dystinum: teir skulu vinna.
Vágbingar koma í Gundadali við einum varnum taktikki, sum teir vóna kann skaffa teimum ein javnleik, sum hevði passað teimum sera væl. Skuldi tað hent, at teir vinna dystin liggja teir sera væl fyri, tvey stig aftanfyri B36 og við tveimum dystum færri.
Fyri støðuna hjá B36 á stigaltavuni hevði tað ikki verið nøkur vanlukka, um teir taptu móti VB, men tað hevur alstóran týdning, at teir fáa vent skeivu gongdini áðrenn sjálvsálitið fer at bila, soleiðis sum tað ofta kann gera hjá sjálvt góðum liðum.
Hjá B36 er stór kapping um plássini á besta liðnum, og hvønn dyst sita frálíkir spælarar uttanfyri. Aftur hesaferð hevur venjarin allar mans tøkar, og hevur truplu uppgávuna at seta liðið.
Í Vági trívist optimisman, og teir hava langt síðani fingið eyga á heiðursmerkjakjansin og møguleikan fyri altjóða fótbólti. Birgir Jørgensen hevur hjálpt vágbingum í einum dysti og arbeitt verður við at fáa hann til Føroya aftur. Og talan er eisini um at fáa Jan Allan Müller heim úr Esbjerg at hjálpa VB í onkrum dystum.
Tað hevur gingið báðar vegir, tá VB og B36 hava spælt í Havn. Í fjør vann B36 2-1, árið fyri vann Sumba/VB 2-1. Bæði í 1992 og 1993 var B36 við yvirlutan og vann ávíkavist 3-0 og 2-0.