Grækaris Djurhuus Magnussen
Hol varð sett á FM-kappingina í kappríðing sunnudagin. Hetta varð gjørt á árligu Leynarvatnsstevnuni.
FM-kappingin í kappríðing er býtt upp í fýra ymsar kappingar. Fyrsta kappingin er tann við Leynarvatn, næsta kappingin fer fram í Vágum. Triðja FM-kappingini fer fram á ólavsøku, og fjórða og seinasta kappingin fer eisini fram í Havn. Hetta er so nevnda Heystkappríðingin.
Tann, ið samanlagt fær bestu úrslitini, vinnur FM-heitið í ávikavist trav, tvíspori ung, tvíspori vaksin, 2. flokki, og tvíspori vaksin í 1. flokki.
Hampuligt veður
Fyrstu helvtina av kappingini við Leynarvatn var veðrið hampuliga gott. Men so fór at regna.
Annars skilst, at vøllurin var rættiliga tungur, og tí vórðu fleiri ross eisini ?diskað³. Tey sluppu ikki at vera við í kappingini, tí tey megnaðu ikki at renna ásettu tíðina.
Tað var Foki, við Robert Brockie á baki, ið vann 1. flokk. Tíðin var 18,9 sekund. Nummar tvey var Varda við Sonju Simonsen á baki, við tíðini 19,3 sekund.
Tvey ross vóru jøvn á triðja plássi: Fúsi við Zachariasi R. Jacobsen á baki, og Lokkur við Hans Alberti Hansen á baki. Teir høvdu tíðina 19,6 sekund.
Av tí at triðja pláss skuldi finnast, noyddust Fúsi og Lokkur at ríða umaftur. Ta kappingina vann Fúsi við Zachariasi R. Jacobsen á baki.
Tvíspor 2. flokkur
Jøkul við Høgna Joensen á baki vann kappingina í tvíspori í 2. flokki. Stjarni við Boga Norðfoss á baki gjørdist nummar tvey við tíðini 20,4 sekund, og Ikaroz við Nomi Karlsdóttir á baki gjørdist nummar trý við tíðini 20,6 sekund.
Tvíspor ung
Poyk við Regin Petersen á baki vann kappingina í tvíspori ung. Tíðin var 20,6 sekund.
Nummar tvey í hesi kappingini varð Blitz við Bergi Lútzen á baki. Har var tíðin 20,8 sekund. Á triðja plássi kom Stormur við Símun S. Petersen á baki. Tíðin var 21,4 sekund.
Fýra høvdu meldað til kappingina í travi, men bert eitt ross kom upp um minstamarkið, ið kravt er. Tað var Grani við Andras Davisen á baki. Tíðin var 37,3 sekund. Grani vann sostatt hesa kappingina.
Hørdur Vardum, sum var ein av fyrireikarunum, sigur, at fyri fyrstu ferð vórðu videtól nýtt á málinum. Hetta riggaði hampuliga væl, skilst.
Næsta kappríðingin í FM-kappingini verður í Vágum.