Gud gevur teimum ríku ríkidømi - teimum fátæku fátækradømi og neyð

Inntøkur í EU eru skakandi ójavnar landanna millum og innanlands. Tey eru, sum trúgva og siga hetta vera rættvíst, fyriskipað av Gudi áðrenn tíðin var til, áðrenn vit vóru til.

 

Inntøkur í EU eru skakandi ójavnar landanna millum og innanlands. Tey eru, sum trúgva og siga hetta vera rættvíst, fyriskipað av Gudi áðrenn tíðin var til, áðrenn vit vóru til.

Nøkur eru útvald til góðar materiellar umstøður, onnur til vánaligar.

Gud avgjørdi hvønn av hesum bólkum, hvør einstakur av okkum havnar í. Einki vit gera kann flyta okkum úr úrvalda liðinum.

Sambært trúgv og hugsan gera samfeløg skeivt við politiskum avgerðum at flyta ríkidømið frá vælbjargaðum til tey fátæku at bøta um teirra kor.

Tey ríku eru rík tí hin altvaldandi og vitandi finnur fragd í teimum, tey fátæku fátøk tí hann finnur ikki fragd í teimum.

Tey í frælsta liðinum kunnu ikki gera nakað, sum kann tilroknast teimum sum synd, meðan hini fyri alla tíð eru tey fortaptu.

Fyri teimum, sum ikki hava hesa trúgv, tekur henda fatan av tilveruni seg merkilig, óskiljandi, órættvís, ja pervers út.

Men Harrin sær øðrvísi, djúpari og betri inn í mannasálina enn vit.

Fyri hesu trúgvandi er tað logiskt og fylgirætt ikki at góðtaka samfelagsskipanir til fyrimun teirra minni mentu, veiku, fátøku. Bólkar og flokkar við sosialari ella sosialistiskari stevnuskrá og hugsjón skírast ateistar, vanntrúgvandi, guds avnoktandi.

Ríkidømi og fátækradømi kemur frá Gudi.

Øll hava tað teimum er uppiborið.

Týski juristurin og sosiologurin Max Weber lýsir hesi viðurskifti í ritgerðini: »Geist des Kapitalismus« frá 1904-5.

Í 1958 kom hon í bók: »The Protestant Ethic and the Spirit of Capitalism«.

Max Weber viðger sambandið millum religión og búskaparliga og sosiala lívið í nútímans kulturi.

Undir viðgerðini av fyrstu E.U. kanningini av inntøkubýtinum í limalondum í 1993, sum fann óvæntað stórt fátækradømi, dagaði Max Weber aftur undan fyri mær: 1 av hvørjum 6 húsarhaldum er í fátækradømi.

17% av øllum í EU ella 57 milliónir livdu í fátækt í 1993.

Tey best støddu 20% høvdu 7 ferðir størri inntøku enn tey 20% verst støddu.

Í USA hava tey 20% best støddu 9 ferðir inntøku teirra 20% verst støddu.

Minst breiða fátækradømi í EU er í londum við víðast fevnandi vælferðarskipanum.

Her er Danmark á odda, hvar einans 6% roknast sum fátæk, og mest í londum við minstari sosialari vernd.

Partur teirra fátæku av landsins fólkanøgd er størstu í Portugal við 26%, síðan koma Bretland og Grikkaland við 22%.

Kanningarúrslitini vísa ikki á beinleiðis samband millum fátækradømi og vinnuloysi sum í 1993 í EU var 11%.

Ikki er tað einans í USA tú finnur arbeiðandi fátæk.

Stívliga 1/3 av teimum fátæku í EU vóru í húsarhaldum, hvar minst ein var í vinnu.

1/3 vóru farin burtur úr vinnuvirksemi, meðan 13% vóru arbeiðsleys, og 19% tókust við einki.

EU 1993 kanningin ásetur sum verandi fátæk tey, hvørs inntøka er minni enn 50% av einstaklings meðalársinntøku í einstaka limalandinum.

Hetta inntøkumark rakk frá 14.976 mark í Týsklandi til 510.960 escudos (um 18000 kr.) í Portugal árliga.

USA ásetti í 1995 fátækramarkið til 7.763 dollars árliga fyri einstakling ella um 50.000 kr.

15% av amerikanarum høvdu onga heilsutrygging í 1995.

17% av øllum í EU í 1993 vóru í fátækum húsarhaldum men munurin landanna millum er stórur.

Ríki norðurparturin hevur færri fátæk uppá seg enn suðurparturin. Undir fátækramark vóru 11% í Týsklandi, 13% í Belgiu og Hollandi, 14% í Fraklandi, 20% í Italiu og Spaniu, 22% í Grikkalandi og Bretlandi go 26% í Portugal.

Danmark skarar framum við einans 6%.

AV EU børnum 16 ár og undir vóru 20% í fátækum húsarhaldum.

Í Danmark vóru tað 5%, Fraklandi 12%, Týsklandi 13%, Italiu 24%, Portugal 28% og í Bretlandi 32%.

Danmark skarar alt samanumtikið langt framum hini EU limalondini í 1993 í býtinum av inntøkum og ríkidømi.

Danska arbeiðsloysi er síðan 1993 minkað munandi og harvið tal teirra fátæku.

Gamli Grundtvig segði um góða samfelagið:


»Hvor få har for meget

og færre for lidt«.


Max Weber kundi verið áhugaverdur lesnaður. Eisini í Føroyum.


13.6.1997

Karl Nolsøe

cand. polit.