NSÍ vann oyggjadystin

NSÍ grundlegði sigurin í fyrra hálvleiki og helt tætt í seinna

1. deild menn:

ÍF-NSÍ 0-2 (0-1)


NSÍ var omaná, tá teir spældu ÍF í Fuglafirði sunnudagin.

Fyri runavíkingar hevði dysturin stóran týdning, tí teir vilja so fegnir vera við har frammi á stigatalvuni, og teir fóru við sigrinum fram um ÍF.

NSÍ spældi væl fyrra umfar, teir trýstu ÍF væl frammi á vøllinum, og tað førdi við sær, at samanspælið hjá fuglfirðingum als ikki gekk. ÍF¹arnir fullu ofta til at senda langar bóltar fram móti bretsku álopsmonnunum Chris Knight og Robbie Wood, sum er sterkur í luftini.

NSÍ spældi til tíðir væl, men tað vóru eisini løtur, har teir sparkaðu ov nógv.

ÍF kundi komið á odda tá 10 minuttir vóru farnir. Robbie Wood gjørdist leysur, fór fram við NSÍ-málverjanum, men skotið brast í stólpan og út.

Tá fekk NSÍ eina ávaring, og teir tóku seg saman. Verjan var tøtt og ÍF kom ikki til fleiri opnar kjansir.

Tá 20 minuttir vóru spældir legði toppskjúttin hjá NSÍ, Óli Hansen, gestirnar fram um. Hann spældi bandaspæl við álopsmakkaran Súna Fríða Johannesen og skoraði so við góðum skoti, tá hann gjørdist leysur.

NSÍ hevði tak á miðvøllinum allan fyrra hálvleik, og teir stýrdu hendingunum. Teir høvdu tríggjar mans í útgangsstøðuni sum áleyparar, men eftir steðgin spældu teir meira varisliga.

ÍF fekk meira spæl, men framvegis sendu teir ofta langar bóltar í NSÍ-brotsteigin, og tað gjørdist ongantíð vandamikið.

NSÍ royndi at verja leiðsluna, og teir høvdu ivaleyst verið nøgdir verið nøgdir við 1-0, hóast teir høvdu onkur nask mótálop.

Senastu 10 minuttirnar flutti ÍF Bartal Eliasen fram í álopið, og tá gjørdist nakað tunt í verjupartinum.

Og NSÍ straffaði eisini fuglfirðingar fyri hetta. Eftir kontraálop gjørdist Helgi L. Petersen leysur og hann skoraði til 2-0. Hetta var í síðstu minuttunum, og dysturin var avgjørdur.

Hjá ÍF manglaðu bæði Eyðálvur Petersen og álopsmaðurin Egil Zachariasen, og tað merktist á liðnum.

Hjá NSÍ vóru allir teir vanligu við, og runavíkingar fegnaðust um sigurin, sum gjørdi, at teir aftur fingu samband við oddin.

ÍF liggur á sætta plássið, og tey 12 stigini, teir longu hava vunnið sær, fara ongan veg.

(ek)