noyddust at stríðast fyri sigrinum. Dysturin endaði 20-19 til heimaliðið, sum var á odda 10-9 í hálvleikinum. Hjá Neistanum var norska Heidi Harviken stóri spælarin, og tað er ikki av leið at siga, at hon vann [...] skiftust um at gera mál, og í fyrra hálvleiki var munurin ongantíð størri enn tað eina málið. Í seinna hálvleiki var Neistin um at fáa avgerandi munin, men tað eydnaðist altíð felagsliðnum at koma afturíaftur [...] GÍ/NSÍ í einum venjingardysti, men hesaferð var lítil og eingin munur ? enn ein ábending um, at tað fara at koma nógv fleiri óvæntað úrslit í kvinnudeildini í ár. Neistin-GÍ/NSÍ 20-19 (10-9) Neistin: Heidi
eg vil onki siga. Men tað er greitt, at eitt nú nógvir deildarleiðarar hava seinastu árini fingið økta ábyrgd ? eitt nú at standa við fíggjarligari ábyrgd ? uttan at hava fingið nakra kompensatión fyri [...] felagnum. - Steinplátan er meint sum symbol fyri, at Jona hevur verið sannur slóðbrótari innan okkara fakfelagsarbeiðið. Í 1946 stóð hon fyri arbeiði soleiðis, at føroyskar sjúkrasystrar fingu skipaði lønar- [...] formaður í Sjúkrasystrafelag Føroya. Ov lág løn Skal Joan sjálv gera upp aftan á tíggju ár, so heldur hon at føroyskar sjúkrasystrar eru vorðnar meira fakfelagstilvitaðar. Og hetta er positivt, sigur formaður
oynna Korsika. Á skrivstovuni hjá Moby Lines leggja tey afturat, at børnunum dámar so væl skipið, at tey gráta og skríggja, tá ið ferðin er at enda. Moby Lines eigur nógvar ferjur og tær sigla allar frá italska [...] ein teknikapping útskrivað sum hevði til endamáls at finna eina nýggja hóskandi útsjónd. Vinnarin var listamaðurin Sottsass og hansara hugskot var at tekna og mála ymisk djór á báðar síðurnar. Sum tað [...] hann seldi Teistan av landinum fyri tveimum árum síðani fyri 13 milj. krónur, kunnu vit staðfesta, at skipið veruliga hevur gjørt lukkuna í Italia. Tað eitur Moby Ale, - Ale er ein stytting av Alexander
Fleiri ferðir bjargaði hann Leiftursmonnum, tá eyjamenn høvdu góðar møguleikar fyri at skora, og hann heldur eisini, at hann kundi tikið, tá brotssparkið varð framt. - Tað var brotsspark, eingin ivi um tað [...] tá dysturin var spældur, men tað heldur Jens Martin ikki hevði so nógv at siga. - Nei, tað haldi eg ikki. Teir eru vanir við at spæla soleiðis, og vit hava eisini verið her í seks mánaðir nú. Men bólturin [...] hóast hann í eygunum hjá so at siga øllum stóð ein branddyst. - Eg var eitt sindur keddur um tað seinna málið, har hann fangar meg á skeiva beininum, men annars haldi eg sum so, at tað var í lagi. Tað bleiv
gjørdust okkara fyrsta mál sum framsýningarstaður. Vit vóna at koma til onnur norðurland. Men vit halda, at Føroyar er okkara næsti, og forvitni at møta eini mentan, sum líkist okkara, men tó ókend, hevur [...] klæddir við ymsum tilfari. Stólparnir verða sýndir soleiðis, at tú kanst fornema ein vørr av menniskjaligum hendingum, sum kunnu hugsast at fyrikoma. Rikke Hindhede stendur somuleiðis fyri eini telefo [...] tilfari, sum ikki er heilt vanligt. Hon stendur eisini fyri einum rúmi fylt við klæðum, ætlað børnum at lata seg í. Lea Brøgger er professionellur sjónleikari. Hon hevur til framsýningina skapt eitt rúm
endurskoðað til eisini at fevna um heilsufrøðiligt eftirlit. EBS-avtalan á hesum økinum verður fyri Ísland avmarkað til fisk, skeljafisk og fiskavørur. Hetta merkir, at Ísland verður at rokna sum ES-limur [...] Í sambandi við, at landsstýrið nú skjótt fer undir samráðingar við ES um eina heilsufrøðiliga avtalu sum partur av handilssáttmálanum, hevur Løgmansskrivstovan boðið tveimum íslendskum serfrøðingum til [...] til Føroya at kunna heilsufrøðiligu samráðingarnevndina í Føroyum um, hvørjar royndir Ísland hevur á hesum økinum. Íslendsku serfrøðingarnir, Brynjolfur Sandholt og Gylfi Gautur Pétursson, vóru oddamenn
Og nýggja tryggingarfelagið vil fegið, at tryggingartakarin eisini skal merkja nakað - fíggjarliga - til, at feløgini nú eru løgd saman, og tískil verður bíligari at reka. Sum eina gávu til tryggingartakaran [...] soleiðis, at um skaði henir fyrsta árið, hækkar tryggingin við trimum stigum. Aðrar broytingar verða eisini í akfarstryggingum, eitt nú tað, at bilførari, ið hevur koyrt »firmabil« í longri tíð, nú fer at kunna [...] r. Hetta hevur verið gjørt út frá tí, at tað er so ymiskt, hvar í landinum ymsu skaðarnir henda, og hvussu stórir teir eru. Politikkurin higartil hevur verið, at tey, ið brúka tryggingina mest, skulu gjalda
forsætisráðharranum í Føroyum var ein sáttarferð. Hansara endamál var at fáa í lag semju við landsstýrið, at fáa semju við Javnaðarflokkin og at slætta sjógv millum seg og Føroya fólk. Í so máta var tað ein eyðmjúkur [...] Javnaðarflokkinum at vitja landsfundin hjá føroyska Javnaðarflokkinum - og átti hon tí eisini at verið viðgjørd sum slík í Svf. Men okkara almenna - og politiskt »óhefta« sjónvarp - valdi aðra leið at ganga. Poul [...] við donsku stjórnina eftir fólkaatkvøðuna í 1946. Øll hesi fólk, ið spent hava bíðað eftir, hvat fór at koma fram í fjølmiðlunum, sita nú við ringum smakki í munninum. Boðskapurin frá Svf um vitjanina hjá
Men hann heldur, at hóast tað framvegis er nógv at gera, so er ikki grundarlag fyri fleiri bókbindarum. Serliga til jóla koma nógvar bøkur út, og tá verða bókbindararnir noyddir at arbeiða nógv, um alt [...] mikið at gera beinanvegin, greiðir Helge frá. Fyrstu falsimaskinuna fekk Helge í 1964, og var tað ein stórur lætti. Samstundis fekk hann eisini heftimaskinu. Helge Justinussen hevur altíð havt nógv at gjørt [...] eitt sum hendir á hvørjum ári er, at bøkurnar koma so seint út - og gevur hetta bókbindarum stórar trupulleikar, tí hann er síðsta liðið. Helge Justinussen sigur, at hann ongantíð hevur arbeitt um næturnar
Helena Dam á Neystabø funnið tað góða hugskotið, at pensjónirnar skulu prístalsviðgerast. Jú, prístalsviðgerðin hevur við sær, at pensjónistar fara at fáa 160 kr. meira um mánaðin. Hvat halda pensjónistarnir [...] einasta oyra at heinta frá samgonguni tey næstu árini. Og lønarsamráðingar standa fyri durum. Ikki fyrr enn 1. januar 1999, hava tey alment løntu fingið tað aftur, sum tey mistu í 1993. Og fyri at fáa tað aftur [...] Vit mugu minnast til, at vit ongantíð hava fiskað so nógv sum hesi bæði seinastu árini. Og ongantíð fyrr hevur prísturin fyri fiskin verið so góður. Og vit mugu eisini minnast til, at danski blokkstuðulin