Uttan mun til, um Sámal Petur í Grund, fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum gjørdi rætt, tá ið hann seldi Teistan av landinum fyri tveimum árum síðani fyri 13 milj. krónur, kunnu vit staðfesta, at skipið veruliga hevur gjørt lukkuna í Italia. Tað eitur Moby Ale, - Ale er ein stytting av Alexander.
Tað var Moby Lines, sum keypti skipið, og eftir nógvar og umfatandi umbyggingar og broytingar, er skipið vorðið ein siglandi barnagarður við ógvuliga glaðum og nøgdum børnum. Sum tey taka til á skrivstovuni hjá Moby Lines í Portoferraio, ið liggur á lítlu oynni Elba í Italia.
It´s a very happy ferry.
Skipið er ognað børnunum á meginlandinum og úti á oyggjunum í miðjarðarhavinum. Tað er innrættað eftir børnunum og skipið er á tremur við ítrivum, spølum og øðrum til børnini. Fýra ferðir um dagin hvønn dag siglir tað frá Piombino, sum er á meginlandinum, til Elba og síðani til oynna Korsika.
Á skrivstovuni hjá Moby Lines leggja tey afturat, at børnunum dámar so væl skipið, at tey gráta og skríggja, tá ið ferðin er at enda.
Moby Lines eigur nógvar ferjur og tær sigla allar frá italska meginlandinum út á oyggjarnar Elba, Korsika og Sardinia. Tá ið Teistin varð keyptur, varð ein teknikapping útskrivað sum hevði til endamáls at finna eina nýggja hóskandi útsjónd. Vinnarin var listamaðurin Sottsass og hansara hugskot var at tekna og mála ymisk djór á báðar síðurnar. Sum tað sæst á myndini eru leyvir, fílar, tikarar, onnur frumskógvardjór og plantur málað eftir síðunum.
Tað hava annars gingið søgur um, at italska reiðaríið, sum keypti Teistan á sinni, hevði selt skipið aftur við stórum vinningi. Men tey tíðindini eru hervið avsannað, tí sum tey siga av skrivstovuni í Portoferraio, er skipið so væl umtókt millum børn, og ongar ætlanir eru at selja tað.