Taka vit tey gomlu, so er einki hent á eitt nú pensjónsøkinum, síðani í 1993.
Nú hevur Helena Dam á Neystabø funnið tað góða hugskotið, at pensjónirnar skulu prístalsviðgerast.
Jú, prístalsviðgerðin hevur við sær, at pensjónistar fara at fáa 160 kr. meira um mánaðin.
Hvat halda pensjónistarnir sjálvir um tað?
Er tað ikki ein háðan ímóti teimum, sum løgdu rygg til tað vælferðarsamfelagið, sum vit nú hava?
Og taka vit so barnaansingina. So er ikki eitt einasta oyra at heinta frá samgonguni tey næstu árini.
Og lønarsamráðingar standa fyri durum. Ikki fyrr enn 1. januar 1999, hava tey alment løntu fingið tað aftur, sum tey mistu í 1993. Og fyri at fáa tað aftur, hevur verið neyðugt við fleiri verkføllum hesi árini.
Ikki eitt einasta oyra hevur landsstýrið sett av á fíggjarlógini til møguligar lønarhækkingar. Tað eru ikki ráð til tað, sigur lands-stýrismaðurin í fíggjarmálum.
Hetta eru bert nøkur dømi úr okkara samfelag.
Vit mugu minnast til, at vit ongantíð hava fiskað so nógv sum hesi bæði seinastu árini. Og ongantíð fyrr hevur prísturin fyri fiskin verið so góður. Og vit mugu eisini minnast til, at danski blokkstuðulin er oman fyri 900 milliónir kr.
Klárar landsstýrið ikki at veita borgarunum betri sømdir í hesum tíðum. Hvat er so í væntu í fullveldinum?
Tá verða ikki yvir 900 milliónir kr. í donskum blokkstuðuli!
Tá skulu vit gjalda fyri føroyingar, sum lesa í Danmark, einar 70 milliónir kr.!
Hvat so um fiskiskapurin og fiskaprísirnir lækka 20 prosent?
Hvør skal tá gjalda?
Tí mugu føroyingar taka seg saman og ikki lata seg villleiða av tí, sum nú fer fram í føroyska samfelagnum.
Tí stórt sæð alt, sum samgongan hevur nortið við, er ein háðan ímóti føroyska fólkinum.
Heðin Mortensen,
løgtingsmaður