Tær 4 kvinnurnar, sum luttaka við verkum sínum á framsýningini, eru:
- Anne Elisabeth Østergaard
- Lea Brøgger
- Rikke Hindhede
- Lisbeth Damgaard.
Listakvinnurnar hava hvør í sínum lagi arbeitt við evninum »identitet« og hava við hesum sum grundarlagi skapt ymsar »installatiónir«.
Anne Elisabeth Østergaard er »modist« ella, sum tað verður nevnt hattamakari. Hon sýnir fram stórar hattar, framleiddir sum skulpturar úr tilfari, sum ikki er heilt vanligt. Hon stendur eisini fyri einum rúmi fylt við klæðum, ætlað børnum at lata seg í.
Lea Brøgger er professionellur sjónleikari. Hon hevur til framsýningina skapt eitt rúm við ymiskum »objektum«, sum ganga saman í eini broyting. Hon hevur eisini gjørt eitt video um »identitet/endurminning«.
Rikke Hindhede er undir útbúgving sum tekstildesignari. Hon sýnir fram stólpar, klæddir við ymsum tilfari. Stólparnir verða sýndir soleiðis, at tú kanst fornema ein vørr av menniskjaligum hendingum, sum kunnu hugsast at fyrikoma. Rikke Hindhede stendur somuleiðis fyri eini telefoninstallatión, sum ikki verður brúkt.
Lisbeth Damgaard er grafikari. Hon fer á framsýningini at vísa fram 3 videofilmar, seriugrafiir og foto, baserað á arbeiðið og identitetin hjá 3 ymsum listakvinnum.
Sum tær sjálvar siga:
»Hetta er okkara fyrsta framsýning sum bólkur, og hevur hetta verið eitt læruríkt og spennandi tíðarskeið upp til framsýningina, tí at onkur av okkum arbeiðir í medium, vit ongantíð hava brúkt áður. Vit uppfata okkara framsýning sum ein fund, ?ein fund millum ymsar mentanir, tankar/idéir, objekt og bíløt. Føroyar gjørdust okkara fyrsta mál sum framsýningarstaður. Vit vóna at koma til onnur norðurland. Men vit halda, at Føroyar er okkara næsti, og forvitni at møta eini mentan, sum líkist okkara, men tó ókend, hevur verið týdningarmikið, meðan vit hava arbeitt við okkara »installatiónum«.
Framsýningin kl. 16.00 4. sept. ?98 byrjar við eini framførslu, og er framsýningin í Norðurlandahúsinum til 4. okt. ?98.