heimið og tað, sum har til hoyrir. Tú hevur altíð verið har fyri børnini og mannin. Nú tú vart sjúk, vildi tú eisini verða heima, og vóru tey nærmastu um teg allatíðina, líka til ta seinastu løtuna. Tú
Vit børnini vilja hervið festa nøkur minnir á blað um pápa okkara. Pápi var av Syðradali á Kalsoynni og tískil ofta nevndur Einar á Syðradali. Hann var sonur Elsebeth Sofíu og Jákup Jacobsen (Bakka Jákup) [...] búsettust niðri á Bakka á Syðradali. Pápi var yngstur av 7 systkjum, ið nú øll eru farin. Systkini vóru Sigurd, Valdemar, Kristianna, Julius, Jógvan og Jenny. Hann giftist í 1961 við Sannu Clementsen av [...] á Jørundsgøtu, nú ongin pápi er har meira. Tú vart altíð glaður fyri at síggja abbabørnini, og tey vóru somuleiðis glað fyri at síggja teg. Tú vart sera góður við mammu, og vegna sjúku tey seinastu árini
tú fortelur um alt millum himmal og jørð. Um seyðin, um dansin ella um hvussu glaður tú var, tá vit vóru øll samlaði. Tú elskaði at hava okkum øll hjá tær. Minnini eru góð, og tey eigi eg fleiri av. Sum [...] bátinum – eg elskaði at blíva forkelað, tá ið tú kom heim. Eg eri sera takksom fyri túrin, tá ið vit vóru saman í Danmark, tí hann var okkara. Eg minnst allar túrnarnar, ið eg havi verið við tær til arbeiðis [...] Har sum tú var, har var lív í. Minnist jólini 2009, tá tú var jólamaður eysturi í Húsavík. Øll børnini skuldu fáa jólagávu, segði tú hart. Og har var eisini ein gáva til mín. Tað var Eivør fløgan, sum
óveruligt. Børnini sakna abban. Tey vitjaðu hann ofta, ímeðan hann var sjúkur, og hart var hjá teimum at siga honum farval. Tey tosa ofta um hann. Pabba dámdi sera væl at vitja okkum her á Sandi, og vóru mamma
Vit børn vóru øll komin 'uppá pláss' í lívinum og hann gleddist um hetta, og helt nógv av makum okkara. Babba var óróligur um at noyðast at fara frá Mammu og tað var skilligt, tí tey bæði vóru samantvinnað [...] linna. Tú hevur havt stundir at erfara og hugsa um tað, sum er farið, og skilur ofta betri støður, sum vóru. Soleiðis havi eg tað við Babba'sa deyða og ta sorg og tann saknur, sum støðst av hesum. Havi júst [...] hann ein stabilur klettur av tryggleika og kærleika og tað eri eg inniliga takksom fyri. Tey eldru børnini hjá okkum kenna Abban, tó at minnini kámast, men yngri sonurin minnist hann als ikki og tað eri eg
Fegin vildu vit at børnini vóru eldri, so tey kundu minnast aftur á teg, men so verður tað okkara rætta at minna tey á, hvussu fitt og góð tú var við tey og okkum øll ommubørn! Tá vit vóru lítil, vistu tú [...] fluttu heimanífrá, var tað ikki altíð so lætt at koma suður til Skúvoyar at vitja teg. Men tá vit so vóru har, á tíni gátt, fingu vit altíð eitt stórt smíl og opnan favn at koma inn til. Maturin, tú gjørdi
abba fyrrapartin. Tá ið børnini komu úr skúlanum, fór eg út at spæla. Um tað regnaði ella vit spældu í ánni, so plagdu vit at koma rennvát inn og fingu turr klæði og onkuntíð vóru eisini bollar og kakao [...] hjálpa. Hetta sást eisini ta síðstu vikuna, hon hevði eftir av lívi sínum. Øll hennara kæru vóru um hana og tað vóru mong, sum stukku inn á gólvið at vitja. At siga heiminum farvæl, um fátt sum fult er áratal [...] at vera ein stuðul hjá okkum ommubørnunum og tá ið eg og Kitty spældu til næmingakonsert í skúlanum vóru ikki nógv fólk, men omma var altíð við. Omma vísti altíð áhuga í tí vit gjørdu og dugdi væl at lurta
ommulig. Takk til tykkum sum vóru so stór hjálp hjá ommu, og sum hon ikki kundi verið fyri uttan tey seinastu árini, hon búði heima við Kirkjar. Og takk til tykkum øll á Sýnini sum vóru um hana tey 2 árini hon [...] tí ættarliðnum, har ein omma var ein OMMA. Har ein omma ALTÌÐ hevði stundir og ikki minst tol til børnini. Hon elskaði at hava fult hús, og eg trúgvi aldrin, at man spurdi, um man kundi koma, um hon orkaði [...] at tú nærum ikki fekk flutt teg. Heitt og trygt lá eg undir liðini á ommu og svav. Tá morgunin kom, vóru allar fjarðarnar endaðar á fótalagnum, so omma aftur at rista upp á pláss. “Dyppkókarin” bleiv settur
jólum, tá jólagávurnar lógu undir trænum, vóru altíð tveir bleytir pakkar. Tað vóru pakkarnir frá Gjógv og av Eiði. Ommurnar báðar vóru óførar at binda. Oftast vóru hálvhosir í pakkanum, men eisini kundi [...] Jesus vælsigni tykkum, vóru altíð fyrstu orðini, omma segði, tá ið vit komu at vitja, so fevndi hon børnini og gav teimum ein koss á kjálkan. Nú er omma farin heim til teir ævigu bústaðir, einans eitt [...] drekka og pannikøkum. Tá seyðurin var fingin heim og flettur, vóru vemburnar bornar oman á áarbakkan, har omma vaskaði tær. Garnmørarnir vóru reinsaðir, hongdir upp og seinni gjørdir til góða garnatálg.
, tá ið pápi eisini kom at búgva har. At enda vilja vit fýra børnini takka teimum sum arbeiða í Niðurstovu fyri ta tíðina, foreldrini vóru har. Tit hava veruliga veitt foreldrunum okkara eina góða hjálp