Tað kom ikki brádliga á okkum at tú vart sjúk. Tú stríddist leingi við Parkinson sjúkuna, sum forðaði tær nógv likamliga, men hóast hesa sjúku og tær forðingar, hon hevði við sær, so bart tú tað stilt. Saman við hesi sjúku, fylgdi nógv annað við. Tú vart á Ríkissjúkrahúsinum, fyri at kanna búkspýtkertilin, sum voldi tær nógva pínu. Tú fekst at vita, at tað var ikki óndartað. Síðani hevur tú verið út og inn av sjúkrahúsinum, tá pínan hevur verið mest. Til seinast, einar 3 vikur, áðrenn tú legði árarnar inn, fekk tú at vita, at tað var óndartað og at ongin viðgerð kundi hjálpa tær.
Eg undraðist á, hvussu tú tókst boðini um, at onki var at gera og at tú onga hjálp kundi fáa. Tú vart so opin, sum tú ongantíð hevði verið fyrr. Tað tyktist, sum var ein byrða farin av tær. Vit prátaðu nógv saman tann dagin tú fekst boðini. Eg var so kedd um, at tú skuldi fara frá okkum so tíðliga, men tað var tú, sum troystaði meg. Tú segði, at tú vart ikki bangin fyri at doyggja, tí tú hvíldi í honum, sum tú hevði sett títt álit á, Harran Jesus, sum offraði seg fyri teg.
Tær hevur altíð dámt best at vera heima og passað heimið og tað, sum har til hoyrir. Tú hevur altíð verið har fyri børnini og mannin. Nú tú vart sjúk, vildi tú eisini verða heima, og vóru tey nærmastu um teg allatíðina, líka til ta seinastu løtuna. Tú vart so troytt, at tær longdist at sleppa burtur úr tí sjúka likaminum og heim til Harran. Malla, eg vil takka tær fyri tíðina vit høvdu saman, tað var altíð hugnaligt at verða saman við tær og tínum. Tú gleddist altíð, tá tað gekst børnunum væl. Serliga vart tú so glað nú tú vart blivin omma at tvillingunum, men tíverri kundi tú ikki vera so nógv fyri tey, sum tú hevði ynskt, orsaka av sjúkuni.
Náttúran er farin úr tí fríska grøna búnanum, sum er so lívsjáttandi og hevur nú latið seg í heystarbúnan við tí gula litinum, sum vísir okkum, at alt følnar, fyri síðani at spretta aftur av nýggjum. Menniskjalívið er eins og náttúran, ódnir og stormar koma á, men skiftast síðani til logn og lýðku. Menniskjalívið følnar, fyri síðani at rísa aftur í nýggjum og frískum likami.
Fyri teg var heystardagurin komin, har tú skuldi flyta heim eins og flytifuglurin flytir til heitari lond. Eftir tær, stendur roðin, sum minnir okkum á allar tær góðu løturnar saman. Minnini, sum tú hevur latið eftir tær, eru ein arvur, til okkum og gevur okkum styrki at ganga lívsins mangan torføru gongd.
Líggjas, Hendrik, Súsanna, Simona og Jákup, eftir stendur eitt tómt pláss eftir ein, sum fylti so nógv hjá tykkum. Harrin styrkir tykkum øll, ið eftir sita. Ein góð kona, mamma og omma er farin.
Við hesum orðum, lýsi eg frið yvir rík minnir um systur mína Mallu.
Bina