8. oktobur 2012 er ein dagur, sum eg so innarliga hevði viljað verið fyriuttan. Eg helt, tað skuldi verða ein gleðisdagur. Eg skuldi fara í 2 ára føðingardag hjá guddóttrini eftir loknan skúladag úti á Læraraskúlanum, men so vendist verð mín 180 gradir. Eg fekk eina uppringing, har eg fekk boðini, at tú babba ikki var millum okkum longur. ”HVÍ?” var spurningurin, eg setti. Eg skilti tað ikki! Ongantíð fer tú aftur at ringja til mín. Ongantíð fái eg aftur eitt sms kl.05.40 á mínum føðingardegi. Ongantíð fer tú aftur at skriva til mín á Skype. Ongar hugnaligar løtur rundan um døgurðaborðið saman við tær. Ongar samrøður, har tú fortelur um alt millum himmal og jørð. Um seyðin, um dansin ella um hvussu glaður tú var, tá vit vóru øll samlaði. Tú elskaði at hava okkum øll hjá tær.
Minnini eru góð, og tey eigi eg fleiri av. Sum smágenta, tá ið tú var til sjós, minnist eg, hvussu glað eg varð, hvørja ferð tú kom heim. Eisini hevði tú altíð ein pakka við til Eyðritt og mín – altíð okkurt, ið vit fingu stóra gleði av. Minnini eru góð, sum tá ið vit súkklaðu til Skálavíkar og tóku bussin heimaftur. Tá ið eg hevði brotið armin, og tú bar meg runt í bátinum – eg elskaði at blíva forkelað, tá ið tú kom heim. Eg eri sera takksom fyri túrin, tá ið vit vóru saman í Danmark, tí hann var okkara. Eg minnst allar túrnarnar, ið eg havi verið við tær til arbeiðis, tá tú koyrdi trailara. Eg elskaði at fara við tær og koyra landið runt. Helt tað var ”mega kuul” at sleppa við í hesar stóru bilarnar. Har sum tú var, har var lív í. Minnist jólini 2009, tá tú var jólamaður eysturi í Húsavík. Øll børnini skuldu fáa jólagávu, segði tú hart. Og har var eisini ein gáva til mín. Tað var Eivør fløgan, sum tú ein mánað áðrenn jól hevði fingið til Skálavíkar at syngja. Eg sat fremst í kirkjuni, og eg minnist, hvussu glaður og stoltur tú var, tí kirkjan var fullsett av oyggjafólki. Altíð var tú klárur at hjálpa, tá ið mann spurdi. Eg minnst, tá tú hjálpti mær við einari uppgávu, tá ið eg gekk í fólkaskúlanum um grindadráp. Tá eg gekk á Handilsskúlanum hjálpti tú mær við einari uppgávu um føroyskan dans. Fyrr í ár ringdi eg til tín, tí eg var til arbeiðis, og eg saman við ungdóminum gjørdi eina spurnarkapping. Eg ringdi til tín, tí eg visti, at tú visti svarið, ið snúði seg um, hvussu nógv ein mørk var í gyllin. Altíð var tú klárur at hjálpa. Um tú skuldi fletta ein seyð, verða jólamaður á arbeiðsplássinum hjá mær ella um tað var at hjálpa við einari uppgávu, so var tú klárur. Eg veit bara tað, at himmiríkið bleiv tann 8 okt.2012 óluksáliga nógv ríkari, og harvið blivu vit nógv fátækari.
Góði elskaði babba… Eg veit, at lívið ikki altíð hevur verið ein dansur á rósum. Vit hava havt okkara upp- og niðurtúrar. Men tú er mín babba, og eg elski teg ómetaliga nógv! Saknurin og tómrúmið eftir tær er nakað so stórt. Eg trúgvi fult og fast uppá, at tú fylgir við okkum her á jørðini – tú er nú ein eingil, ið er um okkum. Tí vil eg enda við hesum orðum:
Eg hugsaði um teg í dag, men tað er ikki nakað nýtt.
Eg hugsaði um teg í gjár, og eisini dagin fyri.
Hugsi um teg í stillheit, og sigi ofta “babba”.
Alt, ið eg havi, eru minni og ein mynd í rammu.
Tú ert eitt minni í mínum tonkum, sum eg aldri vil geva frá mær.
Guð hevur teg í sínum ørmum, eg havi teg í mínum hjarta .
Eg elski teg!
Hvíl í friði elskaði babba
------------
Poula-Mari